Alonso og Vodafone skifta til McLaren Mercedes

McLaren liðið hevur boðað frá at høvuðsstuðulin hjá Ferrari og fyrsti koyrarin hjá Renault skifta til McLaren Mercedes frá kappingarárinum 2007, skrivar f1.com í kvøld.

Fernando Alonso er heimsmeistari í formel 1 og hevur, í øllum førum so vítt, sum okkum er kunnugt, liðstjóran í Renault liðnum Flavio Briatore sum umboðsmann, hetta kann tó vera broytt, uttan, at vit hava fingið frænir av tí. Men kappingarárið 2006 verður seinasta kappingarár, sum Alonso koyrir fyri franska liðið í hesum umfarinum í øllum førum. Hetta eru rættiliga løgin tíðindi, tí umframt tætta sambandið ímillum Briatore og Alonso, so hevur McLaren tveir av sterkastu koyrarunum í formel 1 í Montoya og Räikkönen, hvør av hesum fær sekkin aftan á 2006 er ikki gott at vita, og heldur ikki avgjørt enn, sigur liðstjórin í McLaren Ron Dennis við f1.com.
 
Alonso sigur við f1.com, at hann er keddur av at skula fara frá Reanault, men sigur, at hetta tilboðið er ov gott til at siga nei til. Hetta kann hava okkurt við pening at gera, tí Flavio Briatore segði stutt eftir at Alonso var vorðin meistari, at hann ikki skuldi rokna við nakrari lønarhækkan.
 
Vodafone hevur seinastu árini verið høvuðsstuðul hjá Ferrari, og reyðu farvurnar hjá Ferrari hava givið Vodafone óvanliga nógv lýsingarpláss. Men í framtíðini verður tað McLaren liðið, ið skal bera Vodafone rundingin við 300 kmt kring heimsins formel 1 breytir. Hetta er uttan iva orsakað av, at Vodafone eins og restin av heiminum væntar, at gullfuglurin hjá Ferrari Michael Schumacher leggur seg í eftirlønarreiðrið aftan á komandi kappingarár.
 
Stóri áhugin fyri McLaren tykist eitt sindur løgin, tí liðið fekk ein ein stóran sniðgevingartrupulleika í oktober, tá ivaleyst besti sniðgevin í formel 1 seinastu 15 árini Adrian Newey fór frá McLaren til Red Bull. Newey hevur teknað allar vinnandi bilarnar hjá McLaren tey seinastu nógvu árini, og tey bæði árini fyrst í hesi øld, tá hann ikki teknaði McLaren bilarnar gekk rættiliga illa hjá liðnum.