Tað endaði aftur í dag javnt, tá ið TB var á Sandi. Fyri einum góðum mánað síðani, 13. apríl og í fimta umfari, var úrslitið málleysur javnleikur.
Í dag var TB aftur á Sandi, og í dag var úrslitið 1-1. Hetta var triðja ferðin á rað, at B71 fór av vøllinum uttan at hava vunnið fulla úrtøku.
TB vann síðst 4-0 á heimavølli ímóti HB, og næstsíðst endaði tað 2-2 á útivølli ímóti oddaliðnum B36.
Í dag setti TB hol á beinanvegin. Málskjútti var veteranurin Aron Sørensen. Hann plagdi at vera miðverji, men nú er 35 ára gamli veteranurin fremsti maður, og í dag skoraði hann fyrsta málið í landskappingini í ár.
Miðskeiðis í fyrra hálvleiki javnaði B71 til 1-1. Málskjútti var brasilski Eduardo Coimbra, sum var málskjútti fyri aðru ferð í ár.
Tølini siga, at B71 vann átta hornaspørk, og at TB vann eitt hornaspark.
Fyrsta løtan eftir steðgin var turbolent hjá B71. Tað var neyðugt at skifta tveir skaddar spælarar út, og tá ið ein tími var farin, sá innskifti Fróði Højsted beinleiðis reytt kort. Hóast TB spældi síðsta hálva tíman við 11 ímóti 10 monnum, so eydnaðist tað ikki at vinna úrtøku.
TB hevur eftir 10 umfør 14 stig, og B71 hevur 18 stig. Hjá sandoyingum eru tað góð tíðindi, at ein gamal kenningur er á veg aftur í felagið. Jónas Warner, sum í vetur flutti úr B71 og til B68, har hann gavst fyri einum stórum mánað síðani, hevur skrivað nýggjan sáttmála við B71. Hann verður eftir summarsteðgin at síggja í gulu troyggjuni.
Um eina viku fer B71 at spæla á Vágseiði, og tá fer TB til Klaksvíkar.











