Í seinastu viku skrivaðu vit um Høgna Johannesen, sum tá var staddur í Lahore í Pakistan í sambandi við trúboðaravirksemi. Hann greiddi tá frá, at støðan í landinum var hættislig, og at hann tá ikki visti, um hann kom heimaftur.
Leygardagin settu hann og kona hansara seg í eitt flogfar í Islamabad og hildu leiðina heimaftur.
?Vit høvdu ein fund á skúlanum, har eg undirvísi, og avgerð varð tikin um, at niðurleggja virksemið í eina tíð. Teir flestu vesturlendingarnir eru farnir heimaftur, men nakrir valdu at vera verandi. Skúlastjórin hjá mær, sum er pakistani, hevur sent familjuna til Evropa, men hann sjálvur er farin undir jørðina at goyma seg, sigur Høgni, sum nú er í Keypmannahavn.
Tað er ikki beinleiðis orsakað av hóttanini um kríggj móti Afganistan, at Høgni er rýmdur. Hann greiðir frá, at tíðindi gingu í Lahore um, at víðgongdir muslimar lótu stórar peningaupphæddir til tann, sum kom við einum hvítum vesturlendingi livandi ella deyðum.
Tað kristna umhvørvið er eisini undir støðugari hóttan, tí hugburðurin mótvegis vesturheiminum og kristindóminum er ógvuliga fíggindasinnaður. Orsøkin er tann amerikanska hernaðardubbingin í økinum.
? Vit rýmdu av skúlanum um náttina av ótta fyri álopi. Teir muslimsku prestarnir hava øst fólkið upp móti teimum kristnu og hvítum, og tí var tað vandamikið hjá okkum at vera verandi, greiðir Høgni frá.
Annars hevur Høgni blandaðar kenslur, nú hann er heimkomin. Hann hugsar nógv um vinir og kenningar í Pakistan, sum kanska eru í vanda, og familjan hjá konuni er eisini eftir. Hann er tó eisini glaður fyri at vera heima aftur.
? Vit royndu at halda út og vera verandi, men eg og konan máttu velja, og vit fóru so heim, sigur Høgni Johannesen at enda.