Tað er bæði ótti og spenningur millum ísraelar

Nú hevur Hamas 72 tímar at lata leysar teir 48 gíslarnar, sum Hamas framvegis hevur sitandi, harav roknað verður við, at einir 20 eru á lívi

Kring um í ísraelskum býum í dag ræður ein friðarligur, men vónríkur stemningur.

 

- Sum øll onnur haldi eg ondini og vóni, at tað fer at henda. Men, eg eri eitt sindur ótryggur, tí eg havi ikki serliga stórt álit á Hamas.

 

Soleiðis sigur ísraelin, John Corre, við Reuters.

 

Kortini eru fólk vónrík, tí fyrsti partur av friðarætlanini millum Ísrael og Hamas er undirskrivaður. 

 

- Hetta er stórt, og hetta er ein týdningarmikil dagur í søguni. So langt er hetta komið, men prísurin er høgur.

 

John Corre vísir á, at afturfyri gíslarnar, sum eftir sita í Gazageiranum, skal Ísrael leyslata 250 drápsmenn og 1700 yvirgangsmenn.

 

- Hetta er ein ógvuliga høgur prísur, men hann er tað verdur fyri at fáa gíslarnar leystlatnar, leggur hann aftrat.

 

Tað var í nátt, at ísraelska tjóðartingið góðkendi fyrsta partin av friðarætlanini, sum amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur lagt fyri dagin.

 

Nú hevur Hamas 72 tímar at lata leysar teir 48 gíslarnar, sum Hamas framvegis hevur sitandi, harav roknað verður við, at einir 20 eru á lívi.

 

Millum tey avvarðandi av gíslunum ræður stórur spenningur, men eisini ræður ótti um, at okkurt kann fara at ganga galið.