Skálar og aftur, hevði ikki nógv uppá seg. Pápi hennara røktaði í Norðara parti í Skálafjalli og í Miðhaga. Í lembing var gingið nógv í haganum. Tað kom ofta fyri, at hann kom fram á ær, ið var lambssjúk [...] sjey ára gomul fer hon so í skúla her inni í Skálafirði. Skúlastovan var norðara stovan í húsinum uppi hjá Marjusi. Lærari var Jóhan Johannesen, hin so navnframi Gamli lærari. Men í 1932 verður hann avloystur [...] vatnið at kóka og at drekka hjá fólki, mátti tú niðan í ein hyl í mataránni eftir. Sjálvandi var korn eisini velt inni í Skálafirði. Kvørnin Niðri í Stovu stóð uppi á loftinum. Eplir skuldu setast niður
vóru kortini ikki øll børnini heima. Um Onnu Malenu stendur í fólkateljingini, at hon ”opholder sig paa Sanatoriet i Thorshavn.” Har doyði hon í 1912, 23 ára gomul. Hevði tað ikki verið fyri nøkrum serligum [...] sanatoriinum, sum opnaði í 1908. Eg hevði tá fingið skrivimaskinu og skrivaði sangirnar við reyðari skrift á eitt A 4 ark, sum síðan varð sett í rammu og hongt á veggin. Tí eru nokk so nógv í ættini, sum kenna [...] Men kortini vóru tey í 1911 átta fólk í húsi. Húsfaðirin var Hans David Poulsen, f. 1854, vanliga kallaður Liða Dávur. Kona hansara var Anna Maria, f. 1859. Tey áttu tá seks børn: Joen Magnus Frederik
um í 18 ár. Tá flutti hann niðan í tað sum í dag er miðbýur í Havn, Niels Finsensgøta, har Radiohandilin er nú. Men tá var hetta langt uttanfyri Havnina. Fólk søgdu, at nú var Sam blivin óður í høvdinum [...] til Norðragøtu, har hann var tvey ár í bóndahúsinum Blásastovu. Síðan fór hann í handilin hjá pápabeiggja sínum Jóan Petur á Stongunum í Klaksvík. Her varð hann í 10 ár til hann fór til Havnar at starvast [...] giftist Sam við Onnu. Hetta var í 1899. Árið eftir var Hanneba føddur. Anna hevði onga hjálp í húsinum, og hon plagdi at hava Hanneba liggjandi í vøgguni undir diskinum í handlinum. Tey plagdu at flenna
Havnar og gifist Dánjali Jákupi Jacobsen úr Leynum. Tey búsettust í Havn. Tey fingu seks børn. Fimm eru døtrarnar. Einasti sonurin doyði í 1986, bara 56 ára gmal. Anna Sofia hevur liva stillisliga, og hon [...] Anna Sofía var fyrsti føroyingurin, sum fylti 100 ár í nýggja túsundáraskeiðnum. Tað var tann 16. mars 2000, og vantaði henni sostatt tveir mánaðar í at verða 101 ár, nú hon sovnaði burtur. Anna Sofía var [...] eginleiki, ið nógv áttu at misunt henni, og fleiri at fingið bornan í kjøtið. Anna Sofía hevur seinnu árini búð hjá dótrini, Turid, í Bakkagøtu á Argjum. Og tað var eisini heima, hon legði eyguni saman
Tove sum býr í Havn. Í 1960 var tað langt millum studentahúgvurnar í Føroyum og í Klaksvík. Tí vakti tað ikki sørt ans, at tað hetta summarið vóru fimm í Klaksvík, sum gingu undir lívskveikjandi húgvuni [...] in helt hon í Íslandi saman við familjuni. Í Lávíkabrekkuni í Klaksvík búðu Jonhild og John Thomsen. Jonhild var ættað úr Havn og vaks upp hjá fastrini Thomasiu og manni hennara Palla í Vátutoft. Tey [...] og John giftust í 1939 inn hjá foreldrum hennara, og har vaks Anna upp. Hon er næstelst av fýra systkjum. Hini eru Páll, sum var 50 ára gamal, tá ið hann doyði í 1991, Kára sum býr í Jyllandi, og Tove
Anna fekk eitt strik í 1986, og aftaná tað tosaði hon mest føroyskt. Hon kom aftur til Sands og búði har í fimm ár. Fyrst búði hon uppi í Horni og síðani í Koytugarði. Anna doyði í 1992 og er jarðað á Sandi [...] búgva í Danmark. Anna møtti manni sínum Angus Johnstone, tá ið hann var í Føroyum undir krígnum. Hann var við í Lovat Scouts, og hann spældi sekkjapípur í orkestri. Anna og Angus giftust á Sandi í 1945 [...] 1945. Tey fingu teirra fyrsta barn í 1946, og tey fingu tilasamans 15 børn. Tað seinasta var føtt í 1968. Tey búði í 14/16 Griminish, Benbucula á ytru Hebridunum, har tey høvdu ein bóndagarð. Tey høvdu 15
gjørdist í barna- og ungdómsárunum hjá Annu tískil alt ov ofta gestur. Elsa Johanna doyði í 1927, Mamman í 1932, Omman av Skarði í 1934, Sjúrður í 1939 og Ada í 1940. Ung gjørdist Anna tí álitið í húsarhaldinum [...] av 6 systkjum. Elst var Ada, fødd í 1905, síðan komu Elsa Johanna fødd í 1910, Jóannes føddur 1912, Sjúrður føddur í 1914, og næstyngstur var Ólavur føddur í 1916. Í húskinum var harumframt omman av Skarði [...] práta við. Í fimmti- og sekstiárunum var Oskar sera virkin á mentanarpallinum í Føroyum, og tók Anna onkuntíð lut í slíkum virksemi. Hvør minnist hana ikki sum Suffíu mostur í Fólk og dólgum í Kardumummubýnum
Hetta fingu lesararnir á FF-blaðnum í síni tíð eisini gleði av. Í 2002 hevði hann í blaðnum eina frásøgn um vanlukkuna tá ið ”Løvenørn” og ”Bella” fórust undir Íslandi í 1882. Við Løvenørn fórust 11 mans [...] Klaksvík í 1917, og er hann tískil nú 91 ára gamal. Hansara barndómur hevur verið sum hjá øðrum í hansara aldri. Klaksvík var jú ein lítil bygd tá í mun til í dag. Tey høvdu kúgv saman við einum øðrum húsi [...] ”Ekliptiku” hjá Jákup Heinesen. Her var John við í fleiri ár. Skipið varð tá í tíðini roknað sum eitt tað frægasta í flotanum. Tá hevði Eklipitika einki stýrhús. Í ivalíkindum stóðu tveir menn bundnir við róðrið
Johansen skrivar í bókini »Til lands«, at tá ið hann í 1915 fór til Íslands at rógva út, komu brøðurnir Marius og Jakki hjá Pedda norð til Víkar eftir teimum við »Thor«. Í 1912 var Marius í Pamiut/Frederikshaab [...] bæði sær og øðrum í veitslusamkomum. Marius Rein var trúfastur í øllum sínum virki, og trúgvur stóð hann eisini saman við sjálvstýrisflokkinum til tað síðsta. Marius var valdur í býráðið í 1908, hetta var [...] Tey búði fyrst í Kastrup, men flutti seinni til Horsens. Petra var á ungum árum sera íðin ítróttarkvinna. Hon róði kapp í nógv ár og var við at stovna Havnar Róðrarfelag í 1932, og hon var í fyrstu nevnd
Leynum. Petur á Hædd doyði í 1967, og Sanna doyði í 1980. Sonur teirra Palli doyði í 1999. Petur á Hædd var málarameistari. Í 1950 lýsti hann í Danmark eftir málarasveinum. Tveir komu til Klaksvíkar. Annar [...] áirnar í Syðrugøtu, og hann var av Hædd í Klaksvík. Sanna og Petur á Hædd fingu fimm børn: Jósvein, Anna, Palli, Maina og Minna. Trý tey elstu búsettust í Klaksvík, Maina býr í Havnini, og Minna býr í Leynum [...] dreingir. Petur býr í Havnini og Finn í Klaksvík. Anna, sum er fødd í 1934, arbeiddi á telefonstøðini, tá ið hon var farin úr skúlanum. Eitt skifti var hon á apotekinum. Tá ið Petur á Hædd í 1957 fór at handla