Anna Sam er jarðað millum báðar sínar menn

Sam Olsen var ein kendur handilsmaður í Havn. Kona hansara Anna var ikki minni kend, eisini sum handilskvinna, tá hon tók við eftir mannin

Sam var føddur í Søldar­firði. Pápin var Óli Olsen (1824-1905) og mamman var Elsa Hansdóttir (1834-1903), ættað frá Gøtugjógv. Sam var næst­elstur av níggju systkjum og elstur beiggi.
Pápin var bóndi, og Sam stóð til at festa garðin. Hvat ið var og ikki, so varð tað beiggi hansara Hans, sum festi. Ein sonur Hans var kendi sálmayrkjarin Jacob Olsen f. 1900.
Sam giftist við Onnu Frederikku Olsen úr Havn. Pápi hennara Óli Olsen (1850-1904) var bakari og handilsmaður. Mamman var Elisa f. Poulsen (1851-1930). Hon var mostir Johannes Olsen, sum hevur verið umrøddur í hesi røð. Hann átti fyrsta bil í Føroyum saman við Júst Sivertsen.
Tað var ikki fyrr enn aftaná, at Sam var fluttur til Havnar, at hann varð róptur Sam. Táið teir gomlu søldfirðingarnir komu inn, spurdu teir ikki eftir Sam, men eftir Sámal Jákup.
Sam fór heilt ungur til Norðragøtu, har hann var tvey ár í bóndahúsinum Blásastovu. Síðan fór hann í handilin hjá pápabeiggja sínum Jóan Petur á Stong­unum í Klaksvík. Her varð hann í 10 ár til hann fór til Havnar at starvast við Siemsens handil, sum konsul Hansen tá stóð fyri.

Fekk egnan handil
Í 1897 lánti Sam kr. 1.200 frá konsulinum Hansen at keypa Portugalið at handla í og vørur til handilin. Sam bygdi húsini eitt sindur um. Fyri at fáa hita mátti hann byggja kamin. Tískil varð hann noyddur at spreingja tann væl og illa kenda spískastein, sum stóð í kjallaranum.
Sam byrjaði við vanligum kolonialvørum. Men hann kláraði ikki so væl at kappast við teir stóru handlarnar sum Restorff, Evensen og Karl á Lag. Hesir handlar høvdu skip og lótu menninar, sum fiskaðu hjá teimum, fáa vørur fyri fiskipartin. Hetta hevði Sam ikki umstøður til, og tí fór hann yvir til ísinkram.

Anna kemur uppí leikin
Sam var einsamallur í handlinum, og hetta var ofta torført hjá honum. Tí fekk hann eina konu at hjálpa sær. Hendan konan hevði ofta sína 15 ára gomlu dóttir við sær. Sam sá, at hendan gentan var ógvuliga fitt og hartil røsk. Tey blivu góð, hóast 20 ár vóru millum tey. Tvey ár seinni giftist Sam við Onnu. Hetta var í 1899. Árið eftir var Hanneba føddur.
Anna hevði onga hjálp í húsinum, og hon plagdi at hava Hanneba liggjandi í vøgguni undir diskinum í handlinum. Tey plagdu at flenna at, at Hanneba hevði verið í handlinum, síðan hann var føddur.
Tað vóru nógvir bygda­menn, sum á Ólavsøku fóru niðan til Sam at keypa rívur og líggjar til hoyggingina, sum lá fyri framman
Handilin var úti í Portu­gali­num í 18 ár. Tá flutti hann niðan í tað sum í dag er miðbýur í Havn, Niels Fin­sensgøta, har Radio­handil­in er nú. Men tá var hetta langt uttanfyri Havnina. Fólk søgdu, at nú var Sam bliv­in óður í høvdinum, at hann fluttu so langt við handlinum.
Men Sam hevði hoyrt, at sanatorium skuldu byggjast í Hoydølum. Tí roknaði hann við, at høvuðsvegurin fór at ganga framvið handlinum. Og rætt hevði hann. Tá flutt var niðan var hetta kallað Liðagøta. Tað komst helst av, at gøtan lá beint við hagaportrið.
Tá ið Sam bygdi hesi hús­ini, var hann so fram­skygd­ur, at hann gjørdi sær eina stóra kamin. Hann hugs­aði, at fór tað ikki at ganga við handlinum, kundi hann altíð leggja um til bak­arí. Pápi Onnu var nevniliga bakari.
Hanneba byrjaði longu sum skúladrongur at arbeiða í handlinum. Tá hann var liðugur við realskúlan fór hann til Týsklands, men kom heim aftur, tá ið pápin gjørdist sjúkur.
Seinni var hann so nøkur ár í Canada.
Tá ið Sam doyði í 1921, hann varð jarðaður ólavsøkudag, rak Anna handilin víðari undir navninum Sam Olsens Enke. Men í 1951 lat Anna handilin til Hanneba. Handilin lat aftur í 1979.
Í 1936 kom eldur í á lofti­num. Tað hendi eingin mann­skaði, men tað var stórur eldskaði.

Hevði uppboðssølu
Sam fekst annars við nógv sum yngri. Eitt, sum var hildið at vera sera stuttligt, var aktiónirnar, sum Sam plagdi at hava á ólavsøku. Tá kom nógv fólk úr øllum oyggjum. Var veðrið til vildar, hevði hann aktiónina uttanfyri handildin, men tá tað var ringt, helt hann aktiónina í pakkhúsinum niðri undir Bakka, og so var føroyskur dansur aftaná. Hetta var sera stuttligt.
Vit hava fyrr umrøtt Rasmus Olsen, pápabeiggja Sam. Hann kom til Føroyar í 1899 eftir at hava búð nógv ár í Svøríki, har hann hevði eitt virki. Sam tók sær av Rasmusi, sum tó doyði stutt eftir at vera komin til Føroya. Sam syrgdi eisini fyri, at Rasmus fekk ein gravstein. Tað varð sagt, at konan, sum var eftir í Svøríki, unti ikki manninum gravstein.

Børnini
Sam og Anna fingu hesi børnini:
Johannes, Hanneba (1900-1988) giftur við Hannebettu. Tey áttu eina fosturdóttir, Solveig.
Frits (1902-1987), giftur við danskari konu, Karen. Tey fingu sonin Óla.
Edith (1905-1969). Hon giftist við Magnus Skæling, ein annar kendur handils­maður í Havn. Tey fingu Onnu og Gudmund.
Rolf (1908-2003), giftist við Almu Jacobsen úr Vest­manna. Tey doyðu bæði í Herlev. Tey áttu børnini Sam, Freddie, Teddy, Ervin og dóttr­ina Ásbjørg, sum býr í Australia
Adler (1915-1986), giftist við Siggu Simonsen úr Sørvági. Tey fingu Sam, Arnbjørn og Vagn.
Borghild f. 1921 giftist við dananum Børge Nielsen. Tey fingu børnini Jonna, Jørn og tvíburarnar Sten og Søren.
Anna giftist aftur við Johannes Olaf Lambaa (1893-1933), sonur Lamba Jóannes, eisini kendur handilsmaður. Hann arbeiddi saman við pápa sín­um. Tey fingu Torfinn f. 1930, sum býr í Danmark. Tað vóru annars 32 ár millum menn­inar hjá Onnu. Sjálvt um Anna var gift tvær ferðir, kom hon at sita einkja í nógv ár. Men í deyðanum sameindist hon við báðar, og hon liggur millum teir í kirkjugarðinum.

Keldur:
Myndablaðið Nú
Keraldið/Maria Jacobsen