Anna og John Lassen: Fiskimannahjún verið gift í 65 ár

Tann 22. desember hava hjúnini Anna og John Lassen í Klaksvík verið gift í 65 ár. Í Miðvikuni hesa ferð verður greitt frá teirra uppruna og lívi

Tað er hugaligt at kunna skriva um eini slík hjún, sum hava livað eitt so langt lív saman. Tey eru millum tey mongu, sum hava verið grundarlagið undir samfelagnum alt tað, tey flestu minnast. John var fiskimaður heilt fram til 70 ára aldur, og Anna hevur verið tann, sum á heimafrontinum vardi borg.

Tí er tað eisini so stuttligt at kunna vitja tey. Væl minnast tey, og væl duga tey at greiða frá.

Hjá John er serstakliga tað galdandi, at hann dugur at skriva. Hann er eisini ein fróðarmaður, sum kann kanna seg fram til áhugaverdar frásagnir. Hetta fingu lesararnir á FF-blaðnum í síni tíð eisini gleði av.

Í 2002 hevði hann í blaðnum eina frásøgn um vanlukkuna tá ið ”Løvenørn” og ”Bella” fórust undir Íslandi í 1882.

Við Løvenørn fórust 11 mans og við Bellu um 20, herav helvtin var føroyingar. Tískil var hetta fyrsta stóra vanlukkan í okkara skipsfiskiskapi.

Abbi John, Niels Lassen Johannesen, var ein av teimum sum fórust við Løvenørn. Hann var 30 ára gamal og doyði frá fýra børnum. Pápi John, Jóhannes, var eitt teirra.

John setti sær fyri ikki bert at skriva søguna niður, men hann fór eisini 85 ára gamal til Íslands saman við einum abbasyni at finna staðið, har vanlukkan hendi. Burtur úr hesum kom ein sera forvitnislig frásøgn. Hon kann finnast á heimasíðuni

www.fiskimannafelag.fo

gamla heimasíðan, blað nr. 270.

John tekur saman um Løvenørn

Her skal bert verða endurgivin niðurstøðan hjá John um hesa hending, og vísir hon hansara granskaralyndi:

“Tá ið nú túrurin er av kann eg gera eina niðurstøðu um hesa vanlukku.

Nú er tað so, at eg havi siglt við skipum, har seglini vóru álitið, hóast skipini høvdu ein lítlan hjálpimotor. Eg kenni nakað til havøkið út fyri Vestfirðum undir ymiskum umstøðum, bæði at lensa og liggja bakk.

Tá ið vanlukkan hendi, hava tey føroysku skipini ivaleyst ligið inni í Aðalvíkini, sum er vestasta vík í Íslandi, beint ímóti ísinum.

Vindur er komin inn móti landi, og skipini hava hivað inn og siglt suður við landinum. Til havs slapst ikki fyri ísi. Ísurin hevur verið so nógvur, at tey hava ikki sloppið frá landi. Løvenørn hevur ligið upp fyri Blakknesi og ætla sær suður um Fuglabergstanga. Tá skipið hevur verið komið út fyri Breiðuvík, er tað ikki sloppið longri suður. At venda við berum seglum í ringum veðri krevur nógv rúm, og teir hava sæð, at teir máttu enda á landi. Tað kann hugsast, at teir hava tikið hana undan og siglt hana á land á hesa breiðu sandstrondina.

Tíð hava teir havt, tí tað skilst, at ein maður kom livandi í land, og hann hevur havt tíð at brynja seg út at svimja.

Tað, sum eg visti um Løvenørn, var tað sum stendur í bókini Havið og vit I.

Í 2000 var eg á Kronborg Søfarts­museum á vitjan. Her sóu vit eitt modell av Løvenørn.

Upplýsingin um skipið var hendan:

”Vagerkutter Løwenørn. Bygget af E. P. Bonnesen i 1848 i København til Fyr- og Vager­væsenet, 51´3´´ langt, 34 Tons.

Brugt til udlægning og tilsyn med Vager (Sømærker) i Danske farvande. 1866 overtaget af Marinen til opmåling og Mine­ud­­lægn­­ing. 1873 solgt til Jørgen Bech & Sønner. Brugt til fisk­eri ved Island. Totalt forlist i Breiðuvík.”

Vit tóku myndir av modellinum, og Jóannes, sonur mín, gjørdi ein málning út frá tiknu myndunum.

Hví skipið æt Løvenørn, havi eg ofta hugsað um. Eg var í Eysturgrønlandi við Ekliptiku í 1935. Har var eitt staðarnavn, um æt Løvenørn. Einaferð aftaná kríggið var eitt skip her frá danska vitaverkinum og kannaði vitarnar í Føroyum. Tað æt eisini Løvenørn.

Vit spurdu okkum fyri, og fingu at vita, at danska vitaverkið hevði eitt skip, Løwenørn, sum æt eftir Poul De Løwenørn, admirali, (1751-1826.) Hesin gjørdi nógvar kanningar fyri danska statin um ár 1800 og bøtti munandi um vitarnar í Danmark. Tí hevur skipið fingið navn eftir honum.”

 

Abbin

John veit eisini ein hóp um ætt, og hevur hann tíbetur skrivað nógv av hesum niður.

Um abban og ommuna sigur John, at “við at kanna gomul bløð er funnið útav, at abbi var av prúðastu og vakrastu monnum.

Omma mín, Lucia, sat eftir við fýra smádreingjum, sum hon skuldi forsyrgja. Tað var ógvuliga fátæksligt. Tó hoyrdi eg ongantíð pápa gremja seg um tað, fyrrenn hann var blivin gamal. Tá segði hann, at hann var ongantíð mettur sum smádrongur.”

 

Foreldrini

Mamma John var Malena Jacob­sen, ættað av Viðareiði. Hon var eisini ein merkisverd kvinna. Hon man hava havt eitt serstakt minni, sum hon dugdi væl at siga frá. Hon hevði sum ung tænt á stórum bóndagørðum á Viðareiði, har roykstovumentanin enn var í vælmaktini. Hon dugdi væl at sita undir tí, sum hon hoyrdi og sá.

Hon visti alt um gamla sið­venju. Henni dámdi væl at lesa. Tann lesn­aður, sum fekst tá, var mest­sum bert á donskum. Hon læs eisini før­oyskt. Tað vóru ikki nógv á hennara aldri, sum kundu tað.

Hon var køn í Danmarkarsøgu. Hon visti alt um danskar kongar, generalar, admiralar og aðrar embætismenn, bæði til dygdir og lastir. Hon visti eisini, at teir vóru ikki allir danir. Hon visti um allar bardagar, sum danir høvdu verið partur av. Hon hevði lisið bæði Ingemann og Etlar og aðrar søguligar skaldsøgur. Hon hevði eisini lagt sær í geyma kempu­vísurnar og annað. So hon hevði nógv at taka av, tá orðafellir skuldu brúkast. Tað brúkti hon nógv bæði úr kempuvísum og øðrum skaldskapi, og úr Halgubók um tað skuldi vera.

Meira tilkomin hevði hon tænt í Havn. Hon hevði verið hjá Søren Müller við øllum sínum størvum, so sum reiðari, bóndi, avgreiðslumaður og mangt annað. Sum greitt frá í seinastu Miðviku, gjørdist hann júst í gjár fyri 100 árum síðani fyrsti formaður í Føroya Reiðarafelag.

Haðani visti hon nógv at siga frá. Síðan var hon hjá bókbind­ar­num H. N. Jacobsen. Haðani vóru eisini nógvar skemtligar søgur.

Hon var politiskt áhugað, sjálv­stýrissinnað um ein háls. Hon hevði verið í Havn, tá Føringa­tíðindini var í vælmaktini. Hon fylgdi væl við í politikki, bæði innan og uttanlanda. Hon var stillari fyrst hjá S. P. Zacharians­sen og síðan hjá Hákun Djurhuus, og var tað, til hon var heilt gomul. Hevði tað verið í dag hevði hon helst sitið á løgtingi.

 

Amerikanarin

Pápi John var Jóhannes Lassen (1873-1954), vanliga nevndur amerikanarin. Hann fór 16 ára gamal við norskari slupp. Hon var á veg til Íslands at fiska og legði at her at fáa fólk. Tey árini, steðg­ur kom í skips­fiskiskapin her norðuri, fara nakrir menn við norsk­um ella enskum slupp­um. Summir av teimum fylgdu við skipun­um og fóru í langfara­sigl­­ing, og var Johannes ein av teimum.

Í 11 ár ferðaðist hann um øll lond og allar heimspartar við teimum stóru trí- og fýramastraðu fullriggarunum. Ein ferðin gekk frá Boston í Norðuramerika tvørtur um Atlantshavið, suður um Afrika, tvørtur um Indiska havið til Australia. Hendan ferðin vardi fýra mánaðir, og ongantíð høvdu teir samband við land. Haðani gekk leiðin tvørtur um Stillahavið til Chile, síðan suður um Kap Horn og norður aftur til Boston. Heimkomin fór Jóhannes til skips aftur, lærdi til skipara og førdi skip í fýra ár, men helt hann hetta sjólívið vera fátækt og einstáttað samanborið við langfarasiglingina í heitum londum. Nøkur ár var hann við skonnartini ”Karen”, sum klaksvíkshandilin átti, og sum sigldi við fiski til Spania og Portugal. Tá tær stóru barkentinu­riggaðu skonnartirnar vóru keypt­ar úr Frankaríki seinast í 20-unum, mundi hann vera einasti maður, sum dugdi at fáast við hesi seglskip, og førdi hann fleri av teimum heim til Føroyar.

Jóhannes visti nógv at siga frá sigling við seglskipi í passat- og hvirluvindum í suðurlondum, uttan motor, radio og nútímans navigatiónsamboð. Hann fekk nettupp um endan á hesum stolta tíðarskeiði í siglingarsøguni.

 

Slapp ikki til skips, tá hann ætlaði sær

John er føddur í Klaksvík í 1917, og er hann tískil nú 91 ára gamal.

Hansara barndómur hevur verið sum hjá øðrum í hansara aldri. Klaksvík var jú ein lítil bygd tá í mun til í dag. Tey høvdu kúgv saman við einum øðrum húsi.

John fór í skúla sjey ára gam­­al. Lærarar vóru Alexand­er Enni­­berg, Símun Petur Zac­harias­­sen, Magnissa Jacob­­sen, Elsa av Skarði, Sámal Peter­sen, sum gjørdist løgtings- og lands­stýris­maður fyri Sjálvstýrisflokkin, og Andreas Thomsen, úr Norðragøtu.

Tá John var 14 ára gamal, skuldi hann eftir vanligum siði verið farin til sjós. Men júst hesa tíðina var tað ringt at sleppa burtur. Tað vóru ringar tíðir. Hetta var jú beint undir stóru heims­kreppuni. Skipararnir vildu bert hava teir góðu fiskimenninar við. So tá var tað ikki nógv at vænta hjá ungum óroyndum drongi.

Tað, sum John so fekst við, tá hann fór úr skúlanum, var, at hann hjálpti pápanum, sum var havna­meistari og fortoyningsmaður. Hetta var nú mest heyst- og vetrararbeiði, tá skipini lógu.

Tá skipini komu heim av suður­landinum á vári var fiska­arbeiði. Men tað var um hesa tíðina, at fransaskonnartirnar byrjaðu at koma. Hesar kravdu eitt serligt kynstur at rigga til. Men her var pápin sera kendur á hesum øki frá síni tíð í uttanlandasigling, so hann tók uppá seg at rigga skonnartirnar til. Hetta hjálpti John pápanum við. Tí kom John tíðliga at vita nógv um skip.

Í veruleikanum hevði John meira hug til landbúnað enn til fiski­skap. Men uttan at vera borin til garð var ikki so nógv at velja í uttan at fara til skips, og hann heldur eis­ini, at hann hevði góða sjónáttúr.

Fiskiskapur gav so bert arbeiði á sumri. Um veturin var ikki so nógv at arbeiða. Og tað arbeiði sum var, máttu giftir menn hava.

John vildi fegin útvega sær kunnleika. So hann fór á háskúla ein vetur. Annars var eisini motor­­skúli í bygdini, sum Johan í Gróti­num skipaði fyri. Her gekk John eisini ein vetur fyri ikki at ganga fyri einki.

 

Til Grønlands við ”Ekliptiku”

Men loksins fór John til skips í 1934, tá hann var 16 ára gamal. Hann fór til Grønlands við ”Eklip­tiku” hjá Jákup Heinesen. Her var John við í fleiri ár. Skipið varð tá í tíðini roknað sum eitt tað frægasta í flotanum.

Tá hevði Eklipitika einki stýr­hús. Í ivalíkindum stóðu tveir menn bundnir við róðrið. Eina ferð fingu teir ein stóran sjógv. Tá avtorn­aði sótu báðir menninir á dekkinum við rattinum ímillum sín, allar snældurnar vóru brotn­aðar. Tað eydnaðist at fáa eina stóra rørtong um møtrikkin í hjart­an­­um, har rattið hevði sitið, og at bendsla hana fasta, so hon kundi brúkast at stýra við.

So varð lagt til at repa. Sjógvur­in var so ringur, at reptaljuløbarin varð tikin niður í lugarið, so at rep­ið bleiv niðurhálað í lugari­n­um. Teir menn, sum vóru á dekkinum, vóru allir í línu.

John hevur hoyrt nógv um sjógv, og helt at hetta ikki var so óvanligt. Men tílíkt hevur hann ikki verið við til síðan.

 

Royndartúrurin til Eysturgrønlands

Tá teir komu aftur vártúrin í 1935 vóru teir liggjandi við fiskinum. Skiparin hevði ánilsi av, at prís­urin sum frá leið fór upp. Carl á Lag keypti loksins fiskin fyri 36 oy/kg, sum var besti prísur tað árið.

Seinni í 1935 fóru teir til Eystur­grønlands. Hetta var ein serligur rannsóknartúrur.

Eysturgrønland var ein heilt ókendur heimur tá í tíðini. Løg­tingið samtykti í 1935 at stuðla eini kanningarferð við kr. 15.000, og var hetta nógvur peningur tá.

Ekliptika var væl egnað til enda­málið. Hon var uppá seg nýggj, bygd í 1922 í Noregi og ser­stak­liga ætlað til íshavsferðir. Hon hevði motor og hon hevði radio­sendara. Skipið hevur verið sera framkomið eftir tátíðini.

Teir fóru avstað 4. juli 1935, men illa gekk. Fyri tað fyrsta var lítið av fiski at fáa. Tað var bert onkran dag, at teir fingu nakað av fiski, men tá forðaði ísurin. Fleiri dagar fingu teir bert einstakar fiskar.

Men so hendi tað, at meslingar fóru at ganga umborð. Og hetta var ikki gamansleikur. Meslingar kundu vera ein deyðilig sjúka hjá vaksnum fólki. Men John slapp kortini væl. Hann kláraði at vera úr koyggjuni hóast sjúkuna. Teir fóru tískil inn í Íslandi, til sjúkan var avhasað, og so fóru teir av­­stað aftur. Men framvegis bar lítið til, og saml­aða veiðan fyri túrin gjørd­ist bert 21 skippund.

Í 1936 var nakað av fiski, men í 1937 gekk illa í Grønlandi. Tað var nógv sjúka umborð. Onkur av mann­ingini hevði tuber­klar, og hetta merkti, at allir fingu smitt­una. Hetta var vanligt tá og var eisini orsøkin til tvungnu tuberkla­kanningina av fiskimonnum.

Í 1937 vóru teir eisini á Suður­landinum, og í bókini um Ekliptiku verður greitt frá úrtøkuni hjá hvørjum manni. Hendan túrin forvann John 118 kr!

Í 1938 fekk Ekliptika nýggjan motor. Teir høvdu ein Tuxham motor, 1 sylindara, sum var 48 hestar. Nú fingu teir ein sum var 86 hestar við 2 sylindarum. Hetta var eitt stórt framstig!

Annars letur John at, at Jákup Heine­sen var góður at vera saman við. Allir høvdu teir respekt fyri honum.

 

Kvett á sildaveiðu

Á várið 1939 var Ekliptika leigað at fara við gørnum undir Íslandi. Um summarið fóru teir á sild við nót.

Tá hevði John fortjent so nógv, at hann fór at læra til skipara í Havn veturin 1939/40.

Í 1940 fór John aftur við Eklip­tiku. Tað var nógvur fiskur, prísurin var farin upp aftur. Teir fóru so á sild um summarið. Teir landaðu á Hjaltoyri til mjøl- og kanska serliga lýsiframleiðslu. Skipið tók eini 1200 mál, sum hvørt var 120 kg. tá var alt fult uppundir lúnningina. Teir fortjentu heilt væl.

John minnist einaferð teir lógu á Kappagrunninum. Teir komu framá eina stóra sildatorvu. ”Havgásin” kom at biðja sild til agn. Skiparin bað teir á ”Hav­gás­ini” steðga, meðan teir kastaðu. Nógv var í, so tað var so tungt at draga. So komu teir av Havgásini umborð at hjálpa. Tað ráddi um at fáa drigið skjótt, tí um sildin doyði, sakk hon, og so kundi alt fara fyri skjeyti. Men væl gekk, og ”Havgásin” fekk so mikið av agni sum teir vildu.

Úrtøkan úr einum slíkum kasti var 1.200 kr. Hetta mátti ljóða sum eitt ævintýr, tí bert fá ár frammanundan var ein ársløn hjá fiskimanni 600 kr.

 

Flaggið

John greiðir soleiðis frá, hvussu hann minnist byrjanina av krígn­um:

“Í 1939 fyrst í september brast kríggið á. Vit vóru tá á silda­veiðu undir Íslandi. Boð komu tá til øll skip um at mála tjóð­ar­merkið á skipssíðuna. Hjá okkum gjørdist tað danska flagg­ið. Vit málaðu, so frægt sum vit dugdu.

Á várið 1940 skuldi sum vant farast á Suðurlandið við toska­gørnum. Tá varð flaggið málað um aftur av fakfólki. Vit so avstað og tað gekk væl. 9. apríl verður Danmark hersett av týskarum og beint eftir Føroyar av bretum, og vit sigldu undir donskum flaggi. Tá leið túrinum so væl. Vit skuldu inn á Reykjavík, áðrenn vit fóru heim. Tá ið vit koma inn hagar, sóu vit fleiri herskip og fleiri flogfør. Tað tyktist, sum teir vóru serliga áhugaðir í okkum, og var hetta orsakað av danska flagginum.

Onnur skip, sum høvdu verið undir Íslandi, og sum vóru á veg heim, vórðu støðgað av bretum og beind inn til Reykjavíkar at skifta flagg. Vit høvdu hoyrt, at Merkið var góðkent sum tjóðar­­flagg. Út fyri Reykjavík lógu nøkur donsk og norsk skip, sum bretar høvdu tikið inn til Reykja­víkar. Har inni lógu fleiri føroysk skip. Millum onnur Rókur hjá Skipafelagnum. Hetta var eitt lítið træskip, sum valla førdi 100 tons. Tað var komið til Íslands eftir seteplum. Tá kríggið brast á fóru menn at velta. Vanligt var at fáa set og tøð úr Danmark, men nú var sambandið jú slitið. Hetta man hava verið fyrstu ferð Ísland útflutti eplir.

Skipið hjá okkum varð kannað. Serligur dentur varð lagdur á, at flaggið mátti skiftast út. So vit máttu mála útyvir danska flaggið á skipssíðuni. Vit fingu máling, so hetta gekk gott.

Tað gekk verri at fáa eitt før­oyskt flagg. Teir áttu ikki nakran passandi hvítan dúk. Men at enda fingu vit eitt flagg frá onkrum øðrum.

Nú var einki regluligt samband millum Ísland og Føroyar. Skipini, serliga tey á Tvøroyri, lógu klár at fara á Eysturlandið. Tey bíðaðu eftir sild, sum skuldi koma úr Íslandi við Drotningini. Men hon var løgd.

Vit høvdu ein lítlan banjara tóman eftir í lastini. Hann varð so fylt­ur við sild til Mortensen á Tvøroyri. Vit komu so á Tvør­oyri við sildini. Tá var lagið á reiðaranum Gud­mundi gott. Men tá var bara eitt skip eftir á Tvør­oyri. Hini vóru farin til Havnar at bíða. Tey máttu so suður aftur eftir agnin­um, áðrenn tey sluppu avstað.

 

Økslin bjargaði lívinum

Í 1941 vóru skipini rættuliga farin at sigla niður við fiski. Hetta gav nógvan pening, men var sera vandamikið. Henda sigling kravdi minni manning. Skiparin hevði ætlað, at John skuldi við. Men hjá honum fór økslin úr lið, og hetta vildi so undir øllum umstøðum forðað John í at fara við. Og tað vildi so illa til, at fyrsta túrin hjá Ekliptiku hvørva teir á veg úr Aberdeen.

Komin fyri seg aftur fór John at rógva út við norskum báti, sum kallaðist ”Ulf”, sum var eina av norsku fiskibátunum, sum rýmdu undan týskarum undir krígnum.

 

Fór við trolara

Men so slapp John við (fyrsta) Skálabergi. John var við Skála­bergi í 11 mánaðir út í eitt. Teir veiddu undir Íslandi og fóru niður at landa. Teir merktu lítið til kríggið. Tað var bert eitt álop eina ferð, tá ið teir vóru niðri og land­aðu. Tá kemur ein flúgvari og kast­aði tríggj­ar bumbur. Men tá komu bretsk jagaraflogfør og sloppið var.

Men tað var sjálvsagt heilt serligt at sigla undir krígnum. Teir máttu ikki lata seg úr, heldur ikki tá tørnað varð inn.

Teir ansaðu eftir minum, tá ið teir sigldu. Ein dagin skutu teir 12 minur og sigldu á ta 13, uttan at tað tó hendi nakað.

John var eisini heima undir krígnum. Pápin var havnafúti, og hann var við at gerast gamal. Ofta var eisini buldrasligt, so John avloysti pápan við hvørt.

Síðan hendir tað, at Fugloyggin 10. oktober 1941 verður bumbað av týskum flogfari á Klaksvík og søkkur. Hon verður tikin uppá land og fær eina rættiliga umvæling t.d. nýggjan motor og verður gjørd um til trolara. Tað var heldur ikki so nógv trolfólk at fáa. So John fór við her. Skipari var Jógvan Jacobsen, sonur Jóan Jacob á Viðareiði. Har fór John við í 1943 um heystið. Hann var við har 1944-1946. Annars var tað pussiga, at á fyrsta túrinum vóru 10 navigatørar við, men teir mundu ikki funnið Ísland!

Av ”Fugloynni” fór John um­borð á ”Elsu”. Skipari var Hans Jacobsen av Toftum, sum seinni førdi ”Brimnes”. Teir veiddu eisin við troli. Men sum frá er liðið, man trolingin við teimum smærru skipunum ikki hava givið nóg mikið, tí tá skuldu so væl Elsa sum onnur skip riggast um til línu at veiða undir Grønlandi. Men hetta bar eisini til, og teir fingu nógvan fisk.

Síðan fór John umborð í Kross­stein hjá Haraldsen í Fuglafirði, og var har 11 mánaðir umborð út í eitt. Lassi Johansen á Strondum var skipari og Adolf Olsen í Sølda­firði var stýrimaður. Seinni varð John 2. stýrimaður við Krosssteini. Tað gekk hampiliga at byrja við, men sum frá leið, fóru allir á húsagang, og vórðu seldir sum gamalt jarn.

 

”Ansaði eftir soninum”

Men í 1964 keypti sonurin Jóannes, sum bert var 19 ára gamal, ein gamlan motorbát ”Knúkur” úr Gøtu. Jóannes hevði júst lært til skipasmið. So hann gjørdi bátin í stand og fór at rógva út. So John fór at rógva út við Jóannes.

Jóannes fór so at læra til skipara. Hetta var ein tíð, tá illa gekst at fáa fólk til tey stóru línuskipini. Tá Jóannes hevði lært, varð hann biðin um at føra Jákup B. Tað var eitt stórt lop. Men stuðlaður allastaðni frá tók hann bátin uppá seg.

Jóannes var bert 24 ára gamal, so John fór við, líka sum fyri at ”passað upppá” sonin. Tað gekk ikki so væl at fáa fólk at byrja við. Men tað gekk væl hjá Jóannesi at fiska. So hann hevði sum frá leið altíð nokk av fólki. John var við har í nokkso nógv ár. Hann var 71 ár, tá hann gjørdi seinasta túrin, men hann var altíð tøkur sum avloysari. So sigast kann at John hevur tænt sína ”vernaplikt” á sjónum. Framvegis eru báðir synirnir sjómenn, so John kann sigast at hava sett við.

 

Giftist við Onnu úr Norðragøtu

John giftist við Onnu, sum er úr Norðragøtu, dóttir Anniku og Jóannes á Fløtti. Tað skal sigast, at tað hevur verið nógv samband millum Gøtu og Klaksvík og hevur hetta ført til, at nógv gøtufólk eru flutt til Klaksvíkar og hava stóra ætt har. Hugsa bert um Gøtu-Jákup, sum kom úr grannahúsinum hjá teimum á Fløtti, Tjørnustovu. Úr næstu húsunum aftur, hjá Ísaki, fóru eisini fleiri til Klaksvíkar. Enn sitandi borgarstjóri og varaborgar­stjóri í Klaksvík eru ættaðir úr hesum tveimum húsum, meðan ein nýggjur býráðslimur, Auðunn Konráðsson, er ættaður av Fløtti!

Anna hevði lært at seyma hjá Mariannu systur síni. Marianna hevði lært í Havn hjá Debes skræddara. Men Marianna doyði heilt ung. Anna kom sostatt til Klaksvíkar at seyma hjá Doreus Hvidbro, sum var granni hjá teimum hjá John. Seymingin her var ”fínari skrædd­arí”. Millum annað vóru seym­aðir klædningar. Tað var seym­að fyri fólk, og ikki minst fyri tað “fínara” slagið í Klaksvík.

Tað rann saman millum Onnu og John, og tey gistust 22. desember 1943 í Gøtu kirkju.

Men seymingina tók Anna við sær í hjúnarlagið. Hon hevur, sum rímiligt er, seymað uppá børnini, og hon hevur seymað fyri fólk. Nógv var seymað burtur úr gomlum. Serliga kom hetta væl við undir krígnum.

Tey bæði Anna og John eldast væl. Anna er 97 og John er 91. Anna skemtar framvegis um sín unga mann!

Systir Onnu, Sunneva, giftist eisini til Klaksvíkar við Mikk Thomassen. Tað vóru altíð góð viðurskifti teirra millum, og ann­­ars eisini millum systkini yvirhøv­ur. Børnini hjá Onnu taka fram­veg­is til, hvussu stuttligt tað var at koma til Norðragøtu at ferðast.

Onnur systkin hjá Onnu vóru Dorthea, Johan og Eyði, sum búðu í Norðragøtu. Beiggin Jóan Magnus doyði undir krígnum í sigling úti í heimi. Nú er Anna so einsamøll eftir. Framvegis minnist Anna ta gomlu Norðagøtu. Eisini húsið heima á Fløtti, har omman og abbin Jóan Magnus og Mari­anna búðu millum húsini á Fløtti og Tjørnustovu.

Tann sum skrivar hesar reglur er annars gamal granni hjá teim­um á Fløtti í Norðragøtu. Sigast kann um tey, at tey eru friðar- og skilafólk, sum hava verið av bestu grannum.

Anna og John eiga fýra børn. Tey eru Jóannes, Ásmund, Magna og Svanhild. Tey eiga so 11 barnabørn og fyribils 19 langabba- og langommubørn.

 

Frálík sperra

Tá John fylti 85 ár, skrivaði hann niður nøkur orð til sínar eftir­kom­arar. Hetta eru vísdómsorð. John sigur millum annað:

“Í “Søgur og skemt av Sandi” lesa vit um ein prest, sum vígdi eitt par. Drongurin varð eyk­nevnd­ur ”sperran”, tí presturin skuldi siga: ”Ægteskabet er som en spærre, det er to dele som støtter hinanden”.

Eg fekk ein góðan sperrulut at stiðja meg við. Við hesum góða luti at stiðja meg við, kom eg um mjóðan og út á slætt.

Nú eru vit gomul. Vit hava havt nøkur góð ellisár. Vit liva væl og hava nógv at frøðast um. Eg havi fingið mínar dreingjadreymar til veruleika. Eg havi nørt um ogn okkara og kann røkja hana sjálvur. Eg koyri í egnum bili. Dreymurin um bát og neyst varð eisini verunleiki. Sjálvt um eg bleiv 80 ár, áðrenn eg fekk hann undir tak og brúki hann lítið sjálvur, so kann eg frøðast um, at hann er har, so eftirkomararnir kunnu brúka hann. Nú kann eg takka mínum børnum og abbabørnum, og ikki minst mínum góða sperriluti fyri stuðul og hjálp og siga við skaldinum: Tøkk havi Gud fyri lívið. Tú eina kann veita mær styrki.”

Vakrari kann tað ikki sigast. Anna hevur verið John ein góður stuðul øll hesi árini eins og John eisini hevur verið góður stuðul hjá Onnu.

Sum sagt dugur John væl at greiða frá. Hann eigur nógva meira tilfar enn tað, sum kann rúmast í eini slíkari grein. Verður heilsan fara vit at frætta meira frá honum í komandi Miðvikum.

Men í hesum umfari verður ynskt tykkum báðum hjartaliga tillukku við tykkara stóra degi. Tit hava verið eini megnarhjún!

 

 

Komandi partur

Teir komandi tveir mikudagarnar er jólaaftan og nýggársaftan. Tá kemur blaðið ikki út. Næsta regluliga Miðvika verður tískil 7. januar