Anna og Pedda við Stein: Børnini blivu slóðbrótarar í fiskivinnu og fótbólti

Í seinasta parti varð greitt frá Onnu og Pedda við Stein og teirra yngstu børnum. Í hesum partinum verður greitt frá hinum børnunum hjá teimum báðum

Óli Jacobsen


Rasmus Marius Sofus Jacobsen Rein (28.5.1876-28.9 1947)
Marius var ein skilamaður og ein sjáldsama arbeiðssamur maður. Hetta saman við tí, at hann var laga­ligur og rættlinjaður at hava við at gera, gjørdi, at fólk høvdu álit á honum.
Á ungum aldri stóð hugur hans­ara til sjógvin. Um 20 árs aldurin róði hann saman við øðrum havnar­­monnum út norðuri í Vík í vártíðini. Í 1912 fær Marius motor­bátin »Thor«, sum Laurits Debes bygdi til hansara. Hann var ikki bert brúktur til útróður, men sigldi eisini millum oyggjarnar við fólki. Sámal Johansen skrivar í bókini »Til lands«, at tá ið hann í 1915 fór til Íslands at rógva út, komu brøðurnir Marius og Jakki hjá Pedda norð til Víkar eftir teimum við »Thor«.
Í 1912 var Marius í Pamiut/Frede­riks­haab í Grønlandi og arbeiddi sum fiskameistari fyri KHG.
Marius hevur verið ein slóð­brót­ari í føroyskari fiskivinnu at troyta tær fiskileiðir, sum føroy­ing­ar seinri hava roynt við góðum úrsliti.
Í 1914 førdi hann sluppina »Boreas« hjá Jens á Dali, sum saman við slupp­ini »Dauntless« hjá Rasmus Nicla­sen í Miðvági var í Grønlandi og fiskaði kalva.
Tá ið "Boreas" og "Dauntless fóru til Grønlands í 1914 mynstraðu bæði skipini í Vestmanna. Tá ið sýslumaðurin spurdi Marius, hví hann ikke hevði mynstrað í Havn skuldi hann svara, at tá ið skipini skuldu fylgjast, helt hann at best var at bæði mynstraðu sama stað. Søgan var nokk tann, at skipini fóru til Grønlands fyri egnu rokning, og teir tordu ikki at fara til fútan í Havn at mynstra, tí so væntaðu teir at danskir myndugleikarnir fóru at nokta teimum at fara.
Tað gekk væl at fiska. Tá ið tunn­ur­nar vóru fullar, fór »Boreas« inn móti landi at søkja sær vatn til heim­­ferðina. Hetta var um Hol­steins­­borg­leiðina, har Marius var væl kendur.
Donsku myndugleikarnar bóðu teir sjúgva sær avstað aftur. Har var einki annað at gera. Men um náttina fekk Marius ein grønlending, sum hann kendi, at loðsa teir til eitt pláss, har teir hálaðu vatn.
Hóast teir høvdu fiskað væl, kom ikki nógv burtur úr, tí tá teir komu heim var fyrri veraldarbardagi byrjaður. Tí fingu teir minni prís, enn teir høvdu roknað við.
Í 1925 fær Marius sær maskinbát, eitt stórt 4-mannafar, at rógva út við. Hetta var bátastøddin, havnar­menn tá brúktu til útróður, og henda bátin hevði hann alla sína tíð.
Fiskavrakari var hann í mong ár. Grindaformaður og limur av meinig­heits­ráðnum í Havn var hann til hann doyði. Frá 1930 arbeiddi hann á seglvirkinum saman við Niels Nielsen.
Marius var eisini dúgligur trað­armaður, og ofta var hann at síggja á trøðni í hálvaskýming um várið eftir arbeiðstíð við tøðleypi á baki.
Arbeiðsdagurin hjá Mariusi var ofta langur, hann bant aldri frið, og hann gekk undan við góðum fyridømi fyri tí yngra ættarliðnum.
Men Marius Rein var eingin arbeiðstrælur. Hann var eisini góður vertskapsmaður og dugdi at stuttleika bæði sær og øðrum í veitslusamkomum.
Marius Rein var trúfastur í øllum sínum virki, og trúgvur stóð hann eisini saman við sjálv­stýris­flokkinum til tað síðsta.
Marius var valdur í býráðið í 1908, hetta var fyrstu ferð at Havnin hevði eitt fólkavalt býráð. Hann varð valdur á lista­num hjá Framburðsfelagnum (Sjálvstýris­flokkurin) meðan beiggi hansara, Jakki hjá Pedda, sum eisini varð valdur í býráðið hetta árið, varð valdur á listanum hjá Føroya Væl (sambandsflokkurin).
Marius og Jakki vóru bert eitt valskeið í býráðnum.
Marius var giftur við Petrinu Sophie Elisabeth Jacobsen, kallað »Bebba«. Hon var dóttir Linu og Jens Wenningsted Jacobsen, Linu og Jens á Tórgarði. Tey bygdu á Abbatrøð í 1904, og vóru hetta fyrstu húsini bygd í hesum býlingi. Sama árið bygdu eisini Andrias Poulsen á Kák og Jógvan Waagstein á Abbatrøð. Bebba og Marius fingu børnini Jenny, Elisa, Arni og Jens Paula.

Jacob Karl, kallaður Jakki f. 1878
Jakki var timburmaður og giftist við Karin í Snikkarastovu. Tey bygdu í Magnus Heinarsonargøtu og fingu tvær døtur Anna Marg­retha og Petra. Anna Margreth gift­ist við Klæmunt Dalsgaard, timb­ur­­meist­­ara, ættaður av Mølini í Skálavík. Tey búðu á Tinghús­vegn­um, har Klæmunt eisini hevði timbur­verk­stað. Petra giftist við Søren Sørensen úr Danmark. Tey búði fyrst í Kastrup, men flutti seinni til Horsens.
Petra var á ungum árum sera íðin ítróttarkvinna. Hon róði kapp í nógv ár og var við at stovna Havnar Róðrarfelag í 1932, og hon var í fyrstu nevnd felagsins. Eisini spældi hon hondbólt og var ein av stovnarunum af hondbóltsfelagnum "Neistin".
Jakki hjá Pedda var sum longu nevnt valdur í býráðið í 1908.

Niels Christian,
f. 08.06.1881
Niels giftist við Hansinu hjá Ludda í Dali. Hansina var lærarinna, og hevði eisini privatskúla. Niels var skrivstovumaður og handilsmaður, men hann var í nógv ár í starvi hjá Tórshavnar kommunu sum pantifúti. Niels og Marius átti sluppina »Harmonie« saman, og tey árini Marius hevði »Research« hevði Niels roknskapin hjá honum.
Børnini hjá Niels og Hansinu vóru Petur, Hallgrimm (Hagge), Anna, Ebba og Elisa

Anna Petrine
f. 05.07.1884
Var ógift. Tá ið Mia og Laurits eftir kríggi flutti til Danmarkar, fór Anna á Ellisheimið at búgva.

Elisa Hansine Pauline, f. 24.07.1887 doyr ung.
Bæði Marius og Niels kalla systir sína upp.

Valdemar Frans (1890-1976)
Valdemar arbeiddi á bátasmiðjuni hjá Laurits Debes, Laurits í Mortan­stovu. Hann fór í 1912 til Danmarkar at læra til skipasmið hjá Burmeister & Wain, og hann búsettist í Danmark. Hann giftist danskari kvinnu, Nina, tey vóru barnleys. Hann var bert einaferð aftur í Føroyum og tað var í 1954. Valdemar arbeiddi fyrst hjá Burmeister & Wain, men fór fyri kríggið til Odense at arbeiða á Odense Stålskibsvæft.
Valde hjá Pedda er í Føroyum best kendur sum fótbóltsspælari. Hann spældi við HB og var við á úrvalsliðnum, sum var í Bergen í 1910. Eisini í Danmark spældi Valde fótbólt, og hann var við at vinna steypakappingina í 1922. Hann er helst fyrsti føroyingur, sum er við at vinna eina danska fótbóltskapping.
Um Valde kann leggjast afturat, at hann eisini gjørdi fimleik og var í fyrstu nevnd Havnar Fimleikarfelags.

Keldur:
Tingakrossur
Marius Rein
Kári Petersen


Kormandi partur verður um Jákup Lindenskov í Rættará og hansara konur Elsebeth Cathrina og Maria Elisabeth