Anna Louisa Jacobsen í Skálafirði á níti ára degnum

Eitt tíðarhvarv

Tann stóra hurðin suðureftir er trýst heilt upp. Norðanættin við kulda og kava blæsir um geilar og horn. Her inni í Turkihúsinum á Skála er kalt, slavið og rátt. Ein osandi trukkur koyrir aftur og fram úr húsinum oman á kaiina, har hann setur gaflarnar undir plattin við saltfiski, komin úr trolaranum, ið landar. Síðani verður koyrt niðanaftur í húsið, har platturin verður settur á eina vekt. Vektarmaðurin skrivar síðani vektina upp á eitt brúnt pappír, ið hongur á vegginum. Síðani kemur ein annar líka osandi og hostandi trukkur og setur plattin í eitt av goymslurúmunum. Her er meira linligt við heilsutrygd, arbeiðseftirliti og innaneftirliti.

Oman ímóti vindeygunum eystureftir standa fólk og vaska fisk. Her eru bæði kvinnur og menn. Sigarroykurin blandar seg so heimliga við ráu og køldu luftina herinni. Tey hava hvør sítt kar at vaska í. Karið er fylt við vatni. Ein breið fjøl stendur á skrá niður á botnin í karinum. Har standa tey so við bust og vaska, ein fisk fyri og annan eftir. Væl skal reinsast, tí hetta er tann fiskurin, ið skal turkast uppi á triðju hædd. Hetta er eitt kalt, hart og váttligt arbeiði. Mangan skalt tú undir akslar niður í henda kalda saltlakan. Eisini skal royggið takast úr. So ikki ber so væl til at hava handskar ella vøttir. Lakin rennur úr ermuni og spruttar, tá skrubbað verður. Ikki nakað tespiligt arbeiði. Men tey, sum standa og vaska her, hoyra til eitt ættarlið, ið ikki kennir til nakað annað enn tungt og hart arbeiði frá barnsbeini av.

Ein av teimum, ið stóð og vaskaði fisk her, fyllir níti ár nú sunnudagin 31.01.2010. Tað er Anna Louisa Jacobsen úr Skálafirði.


Árið var nítjan hundrað og tjúgu,

aftur var vøggan drigin úr skoti,

tí borið í heim var gentubarn

úr stórbærum bergi brotið.

Niðri í Stovu lovað var lagna,

og veturin tóktist at dragna. 


Greinarnar rukku úr prestaætt,

til kempur úr Lamba á Kinn,

høvdingar úti á Ytra Skála,

og Kráarættin so stinn.

Mergjaðar kvinnur og menn av mæti,

har ættarkenslan sat trygg í sæti.


Her vaknaði eyga og eygleiddi lív,

millum høsn og hundar og seyð,

geitin á bási og kúgvin í fjósi,

slíkt kravdist til dagligt breyð.

Her steltaði gentan á berum beinum,

meðan állurin svam fram við løgarsteinum.


So liðu ár í bóndans garði,

tó lítil var tíðin til leik,

tí krøv vóru sett frá barnaárum,

øll kendu sítt kall,og eingin sveik.

Har við foreldrum og systkjum at vinna

at hoyggja, binda, karða og spinna


Ein uppvøkstur fyltur við frøði og mentan,

har fremmandur tíðum trein inn,

har kaffikannan altíð stóð heit,

og Torvgilsfrúan við bros á kinn.

Ja, mangan var rómur niðanvert løkin,

tá fjallmenn og veiðumenn hersettu køkin.


Og ungdómar gingu um dalar og fjøll,

til aðrar bygdir at stytta sær stundir,

og kanska tú hitti tann rætta júst har,

til ørandi ásttiknar loynifundir.

Men hjá henni tað lagaði øðrvísi seg,

av Skansa kom drongur at arbeiða veg


Í túninum niðri har Eysturi,

har hittust tey kallur og kvinna,

her nornan spann teimum lagnutráð,

sum bara hon kann at spinna,

Her kósin varð løgd um lívsins hav,

tey ivaðust ikki, men glað tóku av.


Settu tey búgv her í Skálafirði,

og væl mundi falla í lag,

eitt hjúnarlag okkum til fyrimyndar,

og børnini komu so slag í slag.

Tann stóri flokkur man helst boða frá,

at mangan var fjálgt undir rekkjuváð.


Og aldrin tú spardi teg sjálva,

men legði alt á tín rygg,

ótrúligt hvat tú kundi fáa av skafti,

sjálvt tá tey flestu á nátt svóvu trygg.

Tú ert sum eitt ævinligt gonguverk,

ósjálvssøkin, trúføst og sterk.


Og á hesum tínum føðingardegi,

o, móðir, eg sigi tær takk,

takk, at júst tú ert móðir mín,

og altíð tín hond til mín rakk.

Og um tú ei bert hann um trappurnar longur,

so elskar teg tó enn ein gamal drongur.


Mamma er fødd har Eysturi, tí húsini Niðri í Stovu vóru undir umbygging júst tá. Men hon er uppvaksin Niðri í Stovu, dóttir Hans Hansen, vanliga nevndur Hanus í Skálafirði 1883-1953 og Onnu Sofíu við Torvgil av Skála 1889-1984.

Hanus og Anna Sofía fingu sjey børn saman. Tað fyrstfødda, ein drongur, Hans Petur, doyði sum pinkubarn. Hini vóru: Petur Hans 1912-1996. Inga Maria 1914-2003.Hilmar 1924-1991. Frits 1927-1995. Hansina f. 26-08 1917 og Anna Louisa f.31-01-1920.

Tað hevur sjálvsagt verið ein heilt annar heimur, enn ídag, at vaksa upp í 1920 og úteftir. Tað vóru jú bert fýra hús í bygdini tá. Tað var einki ravmagn, einki innlagt vatn, eingin koyrivegur og fáir hentleikar annars. So vetrarnir tá munnu mangan hava kenst rættiliga drúgvir og tungir, herinni millum fjalla. Men hon sigur, at tey hugnaðu sær sum frægast, bæði við arbeiði og spølum úti og inni.

Spølini, tey spældu tá, vóru m.o. krógva og blunda, pinn, luk hul, rotið egg, hoppa band, koyra upp í húgvu, blindabukk, revur og gás, einkjumannamaka, bera upp gátur,kasta kongar og leypa á teig. Men øll, sum kundu, komu sjálvandi tíðliga at taka lut í arbeiði við hús, í bø og haga.

Tá hon er sjey ára gomul fer hon so í skúla her inni í Skálafirði. Skúlastovan var norðara stovan í húsinum uppi hjá Marjusi. Lærari var Jóhan Johannesen, hin so navnframi Gamli lærari.

Men í 1932 verður hann avloystur av Hákuni Djurhuus, ið var nýútbúgvin tá. Við Hákuni kom meira sangur í skúlan, sum børnini vóru sera glað fyri.

Tíðliga byrjaðu genturnar at binda. Umleið átta ára gomul bant hon pápa sínum vøttir. Eisini hjálpti hon Elsebeth Mariu at binda, tá Edvard, Klæmint og Karl fóru til skips. Hon bant vøttir til teirra. Hon minnist, hon fekk fimm fimmtioyru frá Bugganin aftur fyri. So tað loysti seg. Fyri hendan pening keypti hon sær silkibond. Men at fáa tógv at binda við tá á døgum, var ikki bara sum at siga tað. Fyrst skuldi ullin vaskast av einslistum og turkast, síðani nappast og karðast, áðrenn hon kundi spinnast og møguliga tvinnast. So her lá eitt sera drúgt arbeiði, áðrenn tú kundi kasta uppá.Smágenturnar spunnu á lítlastrá.

Tað lá ein mørk í kongsjørð til húsini Niðri í Stovu. So har vóru neyt, hundar og høsn at taka sær av, umframt seyðin. Vatnið til neytini var vanliga tikið úr Løkinum, meðan vatnið at kóka og at drekka hjá fólki, mátti tú niðan í ein hyl í mataránni eftir.

Sjálvandi var korn eisini velt inni í Skálafirði. Kvørnin Niðri í Stovu stóð uppi á loftinum. Eplir skuldu setast niður á hvørjum ári. Tá liðið er út á várið, má hugsast um at fáa tey niður í jørðina. Fyrst skal støkkjast. Síðani skal saksast væl og virðiliga, áðrenn hippað verður upp. Síðani skuldu tøð berast úr køstinum, so klárt kundi vera at seta niður um mánaðarskifti apríl-mai.

Og so mátti torvið skerast og arbeiðast. Hetta var eisini stórarbeiði.

Síðani kom hoyggingin, umframt sildaveiðuna. At hoyggja Skálafjarðarbø er ikki nakað lætt arbeiði, tí hann er so slættur og vátur. Og so gerðið hjá Óla gubba afturat.Ikki er besta terrapláss í landinum heldur. Og hoyggj tá á døgum var ikki borið inn, fyrrenn tað var væl og virðiliga rist, klúkað og nulvað, rist útaftur,kylt í sátubørn, rist og kylt í sátur. Hanus í Skálafirði bar ikki leyst hoyggj inn. Nei, tað skuldi takast í fløgum úr sátuni. Tað skuldi vera tungt og fast. Tað skuldi vera staðið.Annars sigur mamma frá, at pápi sín fór upp á miðjari nátt at sláa. Konufólkini fóru so í bøin, tá avsett var. Tá kókaði hann ofta døgurða. Tá klárt var at skaffa, fór hann norður um húsini og hevði armin á lofti, sum tekin um, at nú var klárt. Men sum eina annar høvdingi ansaði hann eftir, at ikki varð sitið ov leingi til borðs. Hann plagdi eisini at gera ein drekkamunn, sum hann bar norður í bøin til hoyfólkið.

Og so sjálvandi slaktið um heystarnar. Og ullaarbeiðið um vetrarnar.Alt skuldi takast til høldar. Onki mátti fara fyri skeyti.

Og so var tað sildin, sum var ein týðandi vinnuvegur í lokalsamfelagnum. Tí her skuldi jú setast og dragast og takast burturúr. Og alt var jú hampur, so øll gørnini skuldu vaskast regluliga.Tí annars vóru eingi gørn. Og øll sildin skuldi rógvast til marknað, mest út til Skálar. Onkuntíð saltaðu tey sild herinni, t.d til Otto Bech.

Annars var eisini eitt starv at ganga til neytar og at sita hjá neytum.

Handil var jú ongin inni í Skálafirði tá. So skuldi tú til handils, mátti tú av bygdini. Oftast mundi vera farið til Skálar, til Absalon. Og seinni Theodor. Og tað mátti so antin vera við báti ella til gongu.

Mamma var sera løtt uppá sporini. So hjá henni at renna út til Skálar og aftur, hevði ikki nógv uppá seg. Pápi hennara røktaði í Norðara parti í Skálafjalli og í Miðhaga. Í lembing var gingið nógv í haganum. Tað kom ofta fyri, at hann kom fram á ær, ið var lambssjúk. Hann staðfesti so, hvar ærin lá. Seinni kundi hann so senda hana at hyggja, um hon hevði lembt. Og um so var, at siga sær litin og slagið. Hon sigur, at hjá sær at renna niðan í Ennisrók hevði sera lítið uppá seg.

Einaferð, tá Frits er um 2 ára aldur og Hilmar um 5 ár, gerast báðir sjúkir. Mamma er tá umleið 9 ár. Heiðadoktarin kemur til teirra og gevur teimum heilivág. Men tað vísir seg, at tað er eingin framgongd. Boð verða so aftur send eftir Heiðadoktara, sum kemur. Tá sigst, at abbi var rættiliga álvarssamur við hann og sigur, at nú má hann gera tað, hann kann, at grøða dreingirnar. Hann hevði nokk havt ein óhugnaligan dreym, kom seinni fram.Teir fáa so annan heilivág. Og so eitt afturat. Hann biður abba fáa til vega bláberjasuppu at geva dreingjunum. Mamma verður send út til Absalon at keypa suppu. Snimma morgunin eftir fer hon til Skálar eftir suppuni. Við sær hevur hon eina biks við eggum at gjalda við. Abbi fer norður á Øksnagjógv eftir torvi. Tá hon kemur út á Stórhús, er Elsa ikki komin í handilin. So nakað tíðliga er hon á veg. Men Elsa kemur so, og mamma fær suppuna. Men tá hon er komin innaftur í Akkersvík, finnur hon útav, at biksin stendur eftir. So útaftur eftir henni. Tá hon kemur inn aftur í Fjørð, er abbi júst afturkomin. Hann ógvast, hvussu skjót hon er aftur. Hon sigur frá, hvussu gingist hevur. So niðurstøðan má verða, at hon hevur runnið allan vegin. Og tað skjótt.

Eina aðru ferð sendi abbi hana til Gøtu eftir heilivági til seyð. Tá hon kemur út á Tjørnunes, liggur ein flokkur av ungneytum har. Og tarvur er uppií. Henni dámar einki henda tarv. Men hon fær smoygt sær framvið niðri í fjøruni, kemur til Gøtu og fær heilivágin frá Líggjasi bónda. Síðani fer hon til fastur sína, Mariu á Lakjuni, har hon verður verandi allan dagin. Klokkan mundi verða eini tjúgu og trý, áðrenn hon er aftur á Tjørnunesi. Men nú liggja neytini soleiðis, at hon torir ikki framvið. So útaftur undir Eið. Har møtir hon Jóhan á Toppafløtu, sum spyr, hvat í Guds navni hon ger her so síðla. Hon sigur honum frá, at hon torir ikki víðari fyri tarvinum. Men tað er eingin trupulleiki. Hann fylgir henni so inn í Ánirnar. Tá hon nærkast Skálafirði, sær hon, at bátur loysir frá landi. Hon hevði eitt lummaturriklæði, sum hon fekk veittrað við. Tá er tað abbi, ið var á veg at leita. Hann var bæði glaður og illur.

Nú líður tíðin, og hon skal fermast. Hon er ofta og vitjar fastur sína, Mariu á Lakjuni. Tær báðar komu so sera væl útav tí. Har býr eisini Inga, systkinabarnið, ið er sera kring at seyma. Og tað er ikki at siga: Inga ger hana út til fermingina, við kjóla, frakka og tí, ið seymast kann.

Ímeðan hon gongur at lesa úti á Nesi, býr hon hjá einkjuni eftir Dánjal Petur Højgaard. Har búgva eisini tvey onnur, ið ganga til. Tað er Poul Bull Nielsen, ið fermir tey.

Nú hevur hon so fingið prestsins hond á høvur. Men hon fer ikki, sum hinar systrarnar, út at tæna. Annars droymdi hon um at vera ekspetrisa. Onkur mátti helst vera eftir. So árini ganga við øllum tí arbeiði, ið hoyrir einum bóndahúsi til. Hon er, sum fyrr nevnt, nógv í Syðrugøtu hjá pápasystrini. Har hevur hon eisini góðar vinkonur, sum hon er nógv saman við, serstakliga Eddu í Ólastovu og Sonnu á Rætt. Tær eru ofta í dansi saman. Eisini eru tær onkuntíð í kirkju í Leirvík, har mamma jú eisni eigur nógv skyldfólk. Her inni eru tað mest hon og Alma hjá Thominu og Jensi, ið fara í býin saman. Og tá er tað helst út á Strendur.

Nú ber so á, at í seinra helmingi av tríatiárunum koma Gøtumenn higar at gera koyriveg. Teir húsast í aðrari stovuni har Eysturi. Ímillum teirra er ein ungur drongur, Jacob Pauli av Skansa úr Syðrugøtu. Anna Louisa og hann gerast væl og fara at ganga saman. Og t. 05-12-1940 vígir Poul Bull Nielsen tey í prestagarðinum á Nesi. Tá hava tey fingið ein son, ið ber heitið Hans Schønfeldt. Tað fyrstu tíðina búgva tey Niðri í Stovu. Har fáa tey so eitt barn afturat. Tað er Hertha. Hon er annars fødd í Gøtu.Síðani fara tey út í Torvgil at búgva. Har verður Ida fødd. Síðani innaftur í Skálafjørð, har Jóan Pauli verður føddur Niðri í Stovu. Tá ið so pápi hjálpir Karli at byggja, flyta tey inn í kjallaran hjá Karli og Ingu Mariu. Har verður Simona fødd. Tey fara nú sjálv undir at byggja. Og í nítjan fýrati og níggju flyta tey inn í síni egnu hús, her í Skálafirði. Síðani eru nakrir ungar komnir afturat. Mamma hevur átt tólv børn, harav tíggju eru á lívi.

Tað hevur ikki ligið so væl fyri hjá mammu at verið á arbeiðsmarknaðinum. Men tó. Hon hevur arbeitt í Turkihúsinum og arbeitt í sild úti á Skála. Eisini var hon eitt tíðarskeið í sildaarbeiði á Bakkafrost.

Eitt, sum hevur eyðkent systkini Niðri í Stovu, er teirra frágera minni. Tí er tað ein sonn fragd at hoyra mammu og Hansinu tosa saman og greiða frá. Sera hugfarsligt.

Mamma hevur verið vælsignað við einari góðari heilsu. Hon hevur verið sera arbeiðssom og sterk, lítillátin,góðhjartað og sera gávumild. Og eitt friðarmenniskja. Hon hevur aldrin biðið hund standa frá sær. Hon hevur eisini havt tey evnini, at klára seg við sera lítlum svøvni. Tí hevur ikki bert dagurin verið hennara arbeiðstíð. Nei, eg rokni við, at hon hevur virkað eins nógv um náttina. Hon hevur seymað rættiliga nógv. Og bundið eina øgiliga rúgvu. Tað ger hon enn. Hon heldur stóran part av familjuni við hosum og sokkum. Og við tað, at børnini eru nógv og tøtt, var ikki óvanligt at hon t.d.skrædlaði fisk ella gjørdi annað, við einum barni á arminum, einum í búkinum, meðan hon við fótinum vaggaði einum. Vit eru øll vaggað. Eg veit ikki,um tað sæst.

Mamma var fyri tí bakkasti, at pápi fekk heilabløðing í nítjan sjúti níggju. Hann gjørdist lamin, og fekk ikki tosað. Hetta kollvelti tilveru hennara. Tí nú var tað brádliga hon, ið stóð við allari ábyrgdini. Skiparin var fallin frá. Men eisini hesa støðu tók hon á seg, og passaði pápa fyrimyndarliga, til hann legði árarnar inn í nítjan níti trý. Síðani tá hevur hon ferðast nokkso nógv hjá døtrunum. Og eisini hjá onkrari ommudóttur. Tó best dámar henni at vera í egnu borg síni. Mamma hevur eitt lætt sinni, og er føst í síni Guds trúgv. Tað er lætt hjá øllum at koma á vitjan. Og tað skuldi so verið. Hon eigur jú tíggju børn, fýrati og fimm ommubørn á lívi, tvey eru farin, áttati og tvey langommubørn og trý oldurommubørn. Eg rokni við,at ongin er ósamdur við mær,tá eg sigi,at mamma er snúningsásurin í okkara familju.

Og so tað persónliga: Góða mamma! Takk fyri tín treytaleysa kærleika hesi fimmti og seks árini, vit hava havt saman higartil!

Vit enda við einum ørindi hjá Janusi:


Tey komaá fund – og helst í dreymi,-

tey rósuangandi ungdómsár,

sum drós, ið drála við yndisbrosi,

og bera smyrsl til benjarsár,

-o minnisríka, o, halga vár! –

tá súsa skógir við Esrom sjó,

í náttsól blánar marmorhvíta borgin,

í silvurklangi spæla náttargala ljóð

og doyva minnið um hitt býtta orð: í morgin.

Á danskri summarnátt, tá blómar stundin sæla,

og standmyndir í Norðmansdali tala.


Hjartaliga tillukku

Fríður.