Anna Súsanna var fødd og vaks upp uppi í Horni á Sandi. Hennara foreldur vóru Jacob Sofus Desiderius Poulsen, kendur sum Sofus í Garðinum úr Skúvoy, og Valgerður (Valla), sum var hálv íslendsk. Tískil var Anna systkinabarn Hákun Djurhuus.
Anna Súsanna var kend á Sandi sum Anna hjá Valla. Anna átti eina systir, sum var gift við Sámal Peturi Lognberg úr Skopun. Ein sonur teirra er Gerhard. Anna átti tríggjar brøður. Teir vóru Rasmus Johan, giftur við Ernu, sum var úr Týsklandi, Jógvan varð giftur við Herthu av Tvøroyri, og Vagn varð giftur við Lily, sum er donsk. Tey búgva í Danmark.
Anna møtti manni sínum Angus Johnstone, tá ið hann var í Føroyum undir krígnum. Hann var við í Lovat Scouts, og hann spældi sekkjapípur í orkestri.
Anna og Angus giftust á Sandi í 1945. Tey fingu teirra fyrsta barn í 1946, og tey fingu tilasamans 15 børn. Tað seinasta var føtt í 1968. Tey búði í 14/16 Griminish, Benbucula á ytru Hebridunum, har tey høvdu ein bóndagarð. Tey høvdu 15 neyt, seyð, gæs og hønur. Tey skóru eisini torv fyrstu tíðina.
Einaferð gekk ein neytasjúka. Nógv neyt doyðu, og máttu gravast niður. Ein grannakona misti sína seinastu kúgv. Men tey hjálptu hvørjum øðrum. Anna og Angus lovaðu konuni, at hon skuldu fáa tann fyrsta kálvin, sum tey fingu, so hon kundi seta við aftur. Tað fekk hon so eisini, og var kálvurin snjóhvítur.
Onkuntíð kom føroyskt skip við sandoyingum inn hagar tey búði. Hetta var dagur í viku.
Har tey búðu á Hebridunum, tosaðu tey eisini gæliskt, gamla skotska málið. Hetta dugdi Angus, men hjá børnunum gjørdist tað mest enskt. Men tey skilja so gæliskt.
Anna fekk eitt strik í 1986, og aftaná tað tosaði hon mest føroyskt. Hon kom aftur til Sands og búði har í fimm ár. Fyrst búði hon uppi í Horni og síðani í Koytugarði.
Anna doyði í 1992 og er jarðað á Sandi undir liðuni á pápa sínum. Angus er eisini deyður.
Tey 15 børnini
Børnini hjá Onnu og Angus Johnstone eru: Neil, deyður í 2001, Jacob Sofus, Óla Gudmund (føddur á Sandi, doyði 3 mánaðar gamal), Valgerður, Angus (føddur á Sandi),
Mary Margareth, Rosemary, John, Joseph, Veronica og Winefrida (tær báðar vóru tvíburar), Bernadette (er fødd í Stornoway og er deyð og jarðað har), Allan, Colin og Stephen.
Tey flestu av børnunum eru fødd á Hebridunum. Sum rímiligt er ein stór ætt komin frá hesum børnum. Eftir Onnu eru 40 ommubørn og 22 langommubørn.
Rosemary er gift í Skopun, og hon eigur seks børn. Hennara ommubørn Anja, 16 ár, og Eyð, 11 ár, búgva í Føroyum, so vónir eru fyri, at ættin er komin aftur fyri at vera.
Hitti um dagarnar av reinari tilvild Vallgerð Poulsen, bróðurdóttir Onnu. Hon hevði í sínum ungu døgum búð í Skotlandi sunnan fyri Aberdeen, hagar Anna eisini flutti seinni, og kom tær at hava nógv saman. Hon sigur, at Anna var eitt konubrot.
Vallgerð fekk eisini at sanna, hvussu stór ættin var. Einaferð, ein sonur Onnu og Angus skuldi giftast, vóru tey 34 fólk í húsi. Av teimum var tað bert Valgerð, sum ikki var eftirkomari teirra. Her var bæði hús- og hjartarúm.
Hebridurnar uppliva tað sama sum onnur útjaðaraøki, nevniliga fráflyting. Tað eru bert tvey av børnunum hjá Onnu og Johnston, sum búgva á Hebridunum. Burtursæð frá Rosemary búgva hini á bretska meginlandinum.
Hetta gjørdist enn eitt íkast til søguna hjá føroyskum hermannakonum frá 2. heimsbardaga.