Anna Sofía Jacobsen farin

Mikumorgunin andaðist Anna Sofía Jacobsen á Argjum. Hon var 100 ára gomul.

 

Anna Sofía var fyrsti føroyingurin, sum fylti 100 ár í nýggja túsundáraskeiðnum. Tað var tann 16. mars 2000, og vantaði henni sostatt tveir mánaðar í at verða 101 ár, nú hon sovnaði burtur.

Anna Sofía var ættað av Eiði, men flutti ung til Havnar og gifist Dánjali Jákupi Jacobsen úr Leynum. Tey búsettust í Havn. Tey fingu seks børn. Fimm eru døtrarnar. Einasti sonurin doyði í 1986, bara 56 ára gmal.

Anna Sofia hevur liva stillisliga, og hon legði stillisliga frá sær. Gjørdist sjúk fyri stuttum og sovnaði so stillisliga mikumorgunin.

Tá hon fylti 100 ár fyri knøppum ári síðan, hevði Sosialurin samrøðu við hana undir yvirskriftini: »Eg havi havt tað gott.«

Og soleiðis var hon. Nøgd við alt og øll og hevði bara gott at bera fólki. Ein eginleiki, ið nógv áttu at misunt henni, og fleiri at fingið bornan í kjøtið.

Anna Sofía hevur seinnu árini búð hjá dótrini, Turid, í Bakkagøtu á Argjum. Og tað var eisini heima, hon legði eyguni saman fyri seinastu ferð.

Friður veri við minni hennara.

ej