latið fleiri apotek aftur, eftir at tað er komið fram, at 13 fólk í býnum Lahore eru deyð eftir at hava drukkið eitraða hostasevju. Ein talsmaður fyri løgregluna sigur, at tey flestu, sum eru deyð, vóru [...] sigur, at trý apotek eru latin aftur, og heilsumálaráðharrin, Khawaja Salman Rafiq, sigur, at øll apotek hava fingið boð um at taka hetta slagið av hostasevju av hillunum. Ráðharrin leggur afturat, at eft [...] heilivágfyritøku, og at royndir eru sendar til eina rannsóknarstovu. Ein yvirlækni á Mayo-sjúkrahúsinum í Lahore sigur, at 20 fólk millum 15 og 45 ár eru løgd inn á sjúkrahús eftir at hava drukkið hostasevjuna
tíggju ár. Kortini ivast eygleiðarar í, at hendingin fer at fáa politikararnar at broyta lógina, sum sigur, at allir amerikanarar skulu hava loyvi til at hava vápn at verja seg við. Hesin rætturin tykist [...] vísa á, at hóast slíkar hendingar vanliga elva til kjak um vápnalógina, so er hon ikki broytt. Tað er tó teir eygleiðararnir, sum siga, at kanska júst hendingin í dag kann fáa politikarar at broyta hugsan [...] Barack Obama, forseti, nam við hetta í kvøld. Á einum tíðindafundi segði hann, at politikararnir eiga at seta seg saman at tosa um, hvat kann gerast.
mikið nær okkara gongustjørnu, at tað fer at bera væl til at eygleiða hann. Vísindafólk siga, at tað er neyðugt at leggja eina tilbúgvingarætlan við einari skipan, sum betur kann halda eygað við rúmdarsteinum [...] forðar fyri, at ein stórur rúmdarsteinur skal raka jørðina og leggja hana í oyði. Nú vilja vísindafólk hava politikararnar at leggja eina neyðætlan fyri, hvat skal gerast til tess at forða fyri, at jørðin skal [...] roknað seg fram til, at ein stórur rúmdarsteinur, sum er 300 metrar í tvørmát, kemur nær jørðini í 2029. Enn er einki, sum bendir á, at hann fer at raka jørðina, men vísindafólk siga, at hann verður so mikið
øðini inn á hana og hóttu við at forða fyri, at hon kundi blíva uttanríkisráðharri. Í brævi til Obama skrivar Susan Rice, at forsetin eigur at finna onkran annan fyri at sleppa undan ov nógvum kjaki. Í [...] boðaði frá, at hon gevst sum uttanríkisráðharri, hevur tað ligið á ljóði, at ST-sendiharrin, Susan Rice, skal taka við eftir hana. Men nú hevur Rice biðið Barack Obama, forseta finna onkran annan at taka við [...] Rice, men legði afturat, at avgerð hennara vísir samstundis hennara góðu eginleikar. Eygleiðarar í Washington halda, at nú hevur senatorurin John Kerry bestu møguleikarnar at gerast uttanríkisráðharri
afturat. Hinvegin staðfestir hann eisini, at løgreglan fer at fylgja gongdini. - Koma vit fram á, at ung undir 18 ár verða tatoverað, fara vit at taka málið upp og at kanna tað, sigur hann. [...] geva loyvi til tað. - Eg eri ikki vísur í, at fólk vita, hvussu greið lógin er á hesum øki, sigur Jaspur Vang, sýslumaður í Suðuroy. Tað er lítið at ivast í, at mong foreldur eru undir hørðum trýsti frá [...] støðan er so tann, at tað ger tað sama, hvat foreldrini siga. Jaspur Vang væntar, at tey, sum skipa fyri tiltakinum á Tvøroyri um vikuskiftið, halda seg til lógir og reglur. Ábyrgdin fyri, at lógin verður hildin
Amerikanska orkumálaráðið segði í síðstu viku, at ein av tangunum var farin at leka, men nú vísir tað seg, at fleiri tangar leka. -Tað vísir seg nú, at leki er á fleiri tangum. Minst seks, kanska fleiri [...] verkætlan, hvørs mál var at gera heimsins fyrstu kjarnorkubumbu. Blaðið The Daily Mail skrivar, at plutoniumið til Nagasaki-kjarnorkubumbuna var framleitt á Hanford-verkinum. Blaðið skrivar, at í dag er lendið [...] lendið rundan um verkið eitt av teimum mest dálkaðu økjunum í USA, og at tað fer at kosta fleiri milliardir dollarar at rudda tað.
kringvarpinum fyrrakvøldið. Aleqa Hammond sigur, at orðini eru misskilt. Hon sigur við grønlendska kringvarpið, at hetta skal ikki skiljast, sum at Grønland fer at loysa, um Siumut vinnur valið í næsta mánað [...] mannagongdina, vita væl, at soleiðis sær veruleikin ikki út, sigur forkvinnan í Siumut. Aleqa Hammond sigur, at tað kann ikki koma óvart á nakran, at málið hjá Siumut er, at Grønland verður ein tjóð, [...] Tað hevur vakt ans í Danmark, at forkvinnan í grønlendska flokkinum Siumut, Aleqa Hammond, hevur sagt, at flokkurin vil hava Grønland úr ríkisfelagsskapinum. Orðini fullu í einari samrøðu í danska kri
er torført at verða dómari, og at uttan dómarar er ongin hondbóltur. Somuleiðis verður víst á, at tað verður arbeitt við at menna dómarar í Føroyum við millum annað at hava dómaraeygleiðarar til fleiri [...] inum at: Hervið skal verða kunngjørt, at starvsnevnd HSFs tekur frástøðu frá, at tað á heimasíðum hjá feløgum verður lagt eftir dómarum við einvísari niðurgering og útspilling. HSF vísur á, at tað er [...] heitir á feløgini um at standa aftanfyri dómararnar. Við hesum vil starvsnevnd HSF undirstrika, at hon stendur aftan fyri dómararnar og dómarayrkið og vil heita á limafeløgini at gera tað sama. Mynd:
málið. Hon staðfestir, at vegurin er so vánaligur og ótryggur, at dømi eru um, at húski ery flutt úr Fámjin, tí tey hætta sær ikki at koyra um veturin. Samstundis er stórur tørvur á vegnum, tí fámjingingar [...] um vegin og tá fekk hon at vita frá Kára P. Højgaard, at tunnil, sum er besta loysnin, er ikki væntandi fyrrenn um 10-12 ár. Tí vil hon nú hava at vita um ætlanin heldur ikki er at bøta um trygdina ímeðan [...] ímeðan bíðað verður, við at breiðka vegin, at gera størri víkipláss og at seta veðurstøð upp, sum boðar frá koyrilíkindunum.
framtíðartryggja vit vælferðina í kommununi. Neyðugt er at fáa fólkatalið at vaksa og at fáa vinnuligu inntøkurnar at vaksa. Málið skal vera, at borgarar við vanligum ella lágum intøkum, t.d. verkafólk [...] At lesa ørgrynnuna av vallyftum í bløðum og á portalum er mangan skemtiligur lesnaður, og minnir ikki sørt um 80’ini. Hugsi at tað verður neyðugt at sløkkja ein part av hesum fýrverki. Tórshavnar Kommuna [...] Tórshavnar Kommuunu – uttan at seta seg í botnleysa skuld. Veruleikin er, at ein stakur uppihaldari, sum vil útbúgiva seg og brúka sína útbúgving og sín førleika í Havn, fær ikki endarnar at røkka saman, tá ið