Fleiri deyð av eitraðari hostasevju

Myndugleikarnir í Pakistan hava latið fleiri apotek aftur, eftir at tað er komið fram, at 13 fólk í býnum Lahore eru deyð eftir at hava drukkið eitraða hostasevju. Ein talsmaður fyri løgregluna sigur, at tey flestu, sum eru deyð, vóru rúsevnamisnýtarar, sum brúktu ta eitraðu hostasevjuna sum rúsevni.

Talsmaðurin hjá løgregluni sigur, at trý apotek eru latin aftur, og heilsumálaráðharrin, Khawaja Salman Rafiq, sigur, at øll apotek hava fingið boð um at taka hetta slagið av hostasevju av hillunum. Ráðharrin leggur afturat, at eftirlitsfólk hava stongt eina heilivágfyritøku, og at royndir eru sendar til eina rannsóknarstovu.

Ein yvirlækni á Mayo-sjúkrahúsinum í Lahore sigur, at 20 fólk millum 15 og

45 ár eru løgd inn á sjúkrahús eftir at hava drukkið hostasevjuna. Tey flestu hava tilknýti til rúsevnaumhvørvið, sigur hann.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at fólk í Pakistan doyggja av eitraðum heilivági. Í januar í ár doyðu umleið 100 hjartasjúklingar á Lahore, eftir at tey høvdu fingið eitraðan heilivág.