Hondbóltssambandið er í øðini inn á heimasíðurnar hjá hondbóltsfeløgum, sum velja at leggja eftir dómaranum við einvísari niðurgering og útspilling.
Hondbóltsambandið hevur í tíðindaskrivi átala dómarakritikk, sum heimasíðurnar hjá feløgunum koma við. Tað verður ikki víst til ávísar heimasíður ella ávis feløg.
Tað stendur millum annað í tíðindaskrivinum at:
Hervið skal verða kunngjørt, at starvsnevnd HSFs tekur frástøðu frá, at tað á heimasíðum hjá feløgum verður lagt eftir dómarum við einvísari niðurgering og útspilling.
HSF vísur á, at tað er torført at verða dómari, og at uttan dómarar er ongin hondbóltur. Somuleiðis verður víst á, at tað verður arbeitt við at menna dómarar í Føroyum við millum annað at hava dómaraeygleiðarar til fleiri av dystunum.
Hondbóltssambandið heitir á feløgini um at standa aftanfyri dómararnar.
Við hesum vil starvsnevnd HSF undirstrika, at hon stendur aftan fyri dómararnar og dómarayrkið og vil heita á limafeløgini at gera tað sama.
Mynd: Eyðun Samuelsen og Andrias F. Hansen eru millum drúgvastu dómarapørini í Føroyum










