Eingin vælferð uttan fíggjarligt skil

At lesa ørgrynnuna av vallyftum í bløðum og á portalum er mangan skemtiligur lesnaður, og minnir ikki sørt um 80’ini. Hugsi at tað verður neyðugt at sløkkja ein part av hesum fýrverki.
Tórshavnar Kommuna skal reka ein varligan og forsvarligan fíggjarpolitikk, bert soleiðis framtíðartryggja vit vælferðina í kommununi.
Neyðugt er at fáa fólkatalið at vaksa og at fáa vinnuligu inntøkurnar at vaksa.
Málið skal vera, at borgarar við vanligum ella lágum intøkum, t.d. verkafólk, lesandi og stakir uppihaldarar, skulu kunna búseta seg í Tórshavnar Kommuunu – uttan at seta seg í botnleysa skuld.
Veruleikin er, at ein stakur uppihaldari, sum vil útbúgiva seg og brúka sína útbúgving og sín førleika í Havn, fær ikki endarnar at røkka saman, tá ið húsaleika, el, olja, stovnspláss og skattur er goldin.
Henda gongd skal boytast, og Tórshavnar Kommuna eigur at gera sítt.
Tí fari eg at virka fyri:
- Luta- leigu og lestraríbúðum
- Hægri barnafrádrátti og
- Skynsomum fíggjarpolitikki