Seks tangar á einum kjarnorkuverki í amerikanska statinum Washington eru farnir at leka, soleiðis at geislavirkið burturkast seyrar úr teimum. Tangarnir eru undir jørð, og umleið 60 prosent av tí amerikanska kjarnorkuburturkastinum verður goymt.
Amerikanska orkumálaráðið segði í síðstu viku, at ein av tangunum var farin at leka, men nú vísir tað seg, at fleiri tangar leka.
-Tað vísir seg nú, at leki er á fleiri tangum. Minst seks, kanska fleiri, sigur talsmaðurin fyri guvernørembætið í Washington. Hann leggur afturat, at sambært heilsumyndugleikunum er støðan ikki skaðilig fyri heilsuna hjá fólki í grannalagnum.
Hanford-verkið varð bygt undir seinna heimsbardaga sum partur av einari størri verkætlan, hvørs mál var at gera heimsins fyrstu kjarnorkubumbu. Blaðið The Daily Mail skrivar, at plutoniumið til Nagasaki-kjarnorkubumbuna var framleitt á Hanford-verkinum.
Blaðið skrivar, at í dag er lendið rundan um verkið eitt av teimum mest dálkaðu økjunum í USA, og at tað fer at kosta fleiri milliardir dollarar at rudda tað.