Tað hevur vakt ans í Danmark, at forkvinnan í grønlendska flokkinum Siumut, Aleqa Hammond, hevur sagt, at flokkurin vil hava Grønland úr ríkisfelagsskapinum. Orðini fullu í einari samrøðu í danska kringvarpinum fyrrakvøldið.
Aleqa Hammond sigur, at orðini eru misskilt. Hon sigur við grønlendska kringvarpið, at hetta skal ikki skiljast, sum at Grønland fer at loysa, um Siumut vinnur valið í næsta mánað.
-Tey, sum kenna Sjálvstýrislógina og ta demokratisku mannagongdina, vita væl, at soleiðis sær veruleikin ikki út, sigur forkvinnan í Siumut.
Aleqa Hammond sigur, at tað kann ikki koma óvart á nakran, at málið hjá Siumut er, at Grønland verður ein tjóð, og tað hevur við sær, at Grønland kann ikki verða partur av ríkisfelagsskapinum, soleiðis sum hann er háttaður í dag.
-Men tað avgerandi er, nær Grønland fær ein sjálvberandi búskap, tí ikki fyrr enn tá ber tað til at tosa um, hvussu sambandið millum Grønland og Danmark skal verða frameftir, sigur Aleqa Hammond. Nær tað verður, dugir hon ikki at siga.