Løgreglan í Suðuroy ætlar sær at hava eygunu við Tattoo-festini, sum verður í Borgini á Tvøroyri nú um vikuskiftið.
Sum tað verður staðfest í grein longur niðri á Portalinum, er tað ólógligt at tatovera ung undir 18 ár, hóast foreldrini geva loyvi til tað.
- Eg eri ikki vísur í, at fólk vita, hvussu greið lógin er á hesum øki, sigur Jaspur Vang, sýslumaður í Suðuroy.
Tað er lítið at ivast í, at mong foreldur eru undir hørðum trýsti frá ungum børnum, sum vilja hava eina tatovering.
Men støðan er so tann, at tað ger tað sama, hvat foreldrini siga.
Jaspur Vang væntar, at tey, sum skipa fyri tiltakinum á Tvøroyri um vikuskiftið, halda seg til lógir og reglur.
Ábyrgdin fyri, at lógin verður hildin, er hjá tatovørinum, leggur hann afturat.
Hinvegin staðfestir hann eisini, at løgreglan fer at fylgja gongdini.
- Koma vit fram á, at ung undir 18 ár verða tatoverað, fara vit at taka málið upp og at kanna tað, sigur hann.










