Vilja hava ávaring um rúmdarsteinar

Í filminum "Armageddon" er Bruce Willis tann stóra hetjan, sum forðar fyri, at ein stórur rúmdarsteinur skal raka jørðina og leggja hana í oyði. Nú vilja vísindafólk hava politikararnar at leggja eina neyðætlan fyri, hvat skal gerast til tess at forða fyri, at jørðin skal koma í sama vanda sum í filminum.

Seinasta týsdag fór ein rúmdarsteinur fram við jørðini, og sum skilst varnaðust vísindafólk hann ikki fyrr enn tveir dagar frammanundan. Hinvegin hevur vísindin roknað seg fram til, at ein stórur rúmdarsteinur, sum er 300 metrar í tvørmát, kemur nær jørðini í 2029. Enn er einki, sum bendir á, at hann fer at raka jørðina, men vísindafólk siga, at hann verður so mikið nær okkara gongustjørnu, at tað fer at bera væl til at eygleiða hann.

Vísindafólk siga, at tað er neyðugt at leggja eina tilbúgvingarætlan við einari skipan, sum betur kann halda eygað við rúmdarsteinum, sum hava kós ímóti jørðini.