stadion í Vilnius verður klokkan 19.45 í kvøld – føroyska tíð. Litava er tveir tímar frammanfyri føroyska tíð. Tað vil siga, at dysturin í Vilnius verður liðugur, tá ið klokkan verður nakrar minuttir í midnátt [...] at sova í nakrar tímar, áðrenn flogfarið fer á flog við kós ímóti Vágum. Flogfarið er sett at lenda í Vágum í morgin longu klokkan 9.40. Saman við landsliðnum eru umleið 80 føroyskir áskoðarar í Vilnius [...] hesar eru formenninir í fótbóltsfeløgunum, sum á hvørjum ári plaga at vera við á ársins síðstu landsliðsferð. Tað hevur regnað í Vilnius í dag, men nú er turt, og sólin kagar undan. Í kvøld vera 11 hitastig
á sínum hægsta stigi í 2022 (24%). Í 2023 var vøksturin 10% og í 2024 2%. Tað er tí líkt til, at tilgongdin av útlendskum starvfólkum er hæsað av. Í 2009 vóru 3% av starvsfólkunum í samlaða búskapinum ikki [...] Landsbanki Føroya: Arbeiðsloysið hevur verið lágt í Føroyum í longri tíð, og tað kann hava ta avleiðing, at framleiðslan í landinum verður minni, enn hvat hon kundi verið, um trot ikki var á arbeiðsmegi [...] Føroya hava tó minkað um arbeiðstrotið í ávísum vinnugreinum og harvið eisini tálmað trýstið á lønarvøkstrinum. Serliga síðani fast-track skipanin fyri triðjalond kom í november 2021, hevur tilgongdin av
millum vørurnar í Føroyum. Ein Coca Cola kostar 52 prosent meiri í dýrasta handlinum enn í bíligasta. Alt í alt, vilt tú spara pengar? Hygg eftir tilboðunum og halt teg til lágprísvørurnar, sum í miðal eru okkurt [...] matvøruhandilin í landinum. Tað eru 88 krónur á muni millum bíligasta og dýrasta handilin. Tað sæst í stóru prískanningini, sum Miðlahúsið hevur gjørt. Vit hava samanborið 44 matvørur í fimm føroyskum handlum [...] vit kannað prísirnar á somu vørum í tveimum donskum handlum og samanborið við úrslitið frá kanningini hjá Sosialinum í 2008. Úrslitið vísir, at sami handil er bíligast í 20 av teimum 44 vørunum, tá talan
Íslandi og Qaqortoq í Grønlandi, áðrenn skipið 1. juni verður í L'Anse aux Meadows í Kanada. Komið fram til Norðuramerika fer skipið at vitja ymiskar býir í Kanada og USA. Skipið varð bygt í norska býnum Haugesund [...] Tað var einaferð í tíðini, at víkingaskip vóru vanlig í Føroyum, men síðstu nógvu hundrað árini hava tey ikki verið serliga vanlig. So tað vakti ans í gjár, tá heimsins størsta víkingaskip, Draken Harald [...] hómaðist í Nólsoyarfirði. Skipið hevur kós móti Amerika í eini roynd at endurskapa sjóferðina hjá víkingunum tvørturum Norðuratlanshavið. Á leiðini tvørt um hav steðgar skipið í Tórshavn, Reykjavík í Íslandi
Góða gongdin í føroyska samfelagnum sæst aftur í seinastu tølunum fyri løntakarar í føroyska samfelagnum. Hagstova Føroya, sum í dag hevur kunngjørt nýggjastu hagtølini yvir løntakarar býtt á kyn, aldur [...] síðsta árið. Stovnurin upplýsir, at í februar vóru 25.262 løntakarar í Føroyum. Tað er tó nakað frá gamla metinum, ið er frá apríl 2008, tá 26.044 løntakarar vóru í landinum. Men um núverandi gongd heldur [...] núverandi metið. Í prosentum er talan um ein vøkstur á 3,5 prosent í teimum fýra høvuðsbólkunum. Størsti vøkstur er í bólkinum Byggivinnuni, 6,3 prosent, meðan tað er 5,2 prosent fleiri løntakarar í bólkinum Fiski-
bringusvimjing og nummar trý í 50 m frí og 100 m frí. Hon gjørdist eisini nummar fimm í 50 m firvald. Hon fekk sostatt heiðursmerki í fimm av teimum seks kappingunum, hon hevur luttikið í, umframt at hon setti [...] norðurlendskur meistari í 50 og 100 metra bringusvimjing, meðan Krista Mørkøre gjørdist norðurlendskur meistari í 50 metra bringusvimjing. Harumframt gjørdist Krista Mørkøre nummar tvey í 400 m frí og 100 m [...] setti persónligt met í trimum av teimum. Ragnvaldur Jensen vann sær eitt silvurheiðursmerki, í 50 m frí, afturat báðum gullheiðursmerkjunum og fekk sostatt heiðursmerki í trimum av teimum fýra kappingunum
Í janauarmánaði í ár vórðu seldir 189 nýggj akfør í Føroyum, sum er ein vøkstur upp á 61 prosent. Størsti parturin av akførunum, sum seld verða, eru persónbilar. Í januarmánaði í ár vórðu seldir 139 nýggir [...] nýggir persónbilar í mun til 92 sama mánað í fjør. Framgongdin er 50 prosent. Næststørsti bólkurin eru vøruvognar. Í januar í ár vórðu seldir 24 vøruvognar í mun til 13 í fjør. Har er framgongdin 85 prosent [...] prosent. Sølan av akførum í januarmánaði í ár ár í mun til í fjør sær sá soleiðis út: Akfaraslag jan/2016 jan/2015 Broyting Jan 16/15 Jan-Jan 2016 Jan-Jan 2015 Broyting 16/15 %broyting 16/15 Hýruvognar
forkvinna í Havnar Badmintonfelag. Nógv virksemi er í felagnum, mest í Føroyum, men eisini uttanlands. Í januar 2016 fara eini 20 leikarar úr Havnar Badmintonfelag til Reykjavíkar at luttaka í Reykjvík [...] samstarvsavtaluna. Leikarar úr badmintonfelagnum í høvuðsstaðnum hava fingið góð úrslit, bæði í heimligu kappingunum, men serstakliga á Oyggjaleikunum og í øðrum kappingum uttanlands. Góðu úrslitini eru [...] breiddar- og úrvalsliðum. - Í HBF fegnast vit almikið um, at BankNordik hevur longt samstarvið við okkara felag. Samstarvið gevur okkum møguleika at víðarimenna virksemi í felagnum, og vit gleða okkum
ti í 1952. Hann varð advokatfulltrúi í í 1953, landsrættarsakførari í 1958 og hevði egið advokatvirki, Advokatskrivstovan Hentze, 1981–2010. Demmus Hentze var eisini brasilianskur konsul í Føroyum. Demmus [...] valinum í 1970, men fall aftur á valinum 1974. Men tá vóru boð eftir honum til landsstýrismann at umsita fíggjarmál. Demmus Hentze varð afturvaldur á valinum í 1978. Helt fram sum landsstýrismaður í triðja [...] Í gjárkvøldið andaðist Demmus Hentze, fyrrverandi advokatur og politikari, 92 ára gamal. Demmus Hentze varð føddur á Sandi 4. desember í 1923, og var útbúgving løgfrøðingur á Keypmannahavnar Universiteti
bilarnir gjørdu innrás í Føroyum, og var Jens við til at byggja stóru eykalutagoymsluna hjá Berg Motors upp, fyrst í J. Paturssonargøtu og síðan á Hálsi, har fyritøkan heldur til í dag. Jens hevur frá fyrsta [...] Fyrr í ár kundi Jens Lundblad halda sín 50 ára starvsdag hjá Berg Motors, og seinnapartin í dag fekk hann Den Kongelige Belønningsmedalje fyri 50 ára trúgva tænastu. Tað var stjórin í Berg Motors, Saroya [...] medaljuna. Í grundgevingunum verður sagt, at orsøkin til, at Jens Lundblad er innstillaður til medaljuna, er hansara trúgva tænasta og ágrýtni í fyritøkuni, har hann hevur havt sín stóra leiklut í menningini