Fyrr í ár kundi Jens Lundblad halda sín 50 ára starvsdag hjá Berg Motors, og seinnapartin í dag fekk hann Den Kongelige Belønningsmedalje fyri 50 ára trúgva tænastu.
Tað var stjórin í Berg Motors, Saroya Dalsgarð, sum handaði Jens medaljuna. Í grundgevingunum verður sagt, at orsøkin til, at Jens Lundblad er innstillaður til medaljuna, er hansara trúgva tænasta og ágrýtni í fyritøkuni, har hann hevur havt sín stóra leiklut í menningini av fyritøkuni øll hesi árini.
Jens er dani, føddur 12. januar 1945 í Ishøj, og útbúgvin goymslumaður. Hann arbeiddi eitt nú hjá Fiat í Danmark, áðrenn hann flutti til Føroya at búgva í 1969, tá hann fekk starv á eykalutagoymsluni hjá Berg Motors.
Hetta var um ta tíðina, tá Mazda bilarnir gjørdu innrás í Føroyum, og var Jens við til at byggja stóru eykalutagoymsluna hjá Berg Motors upp, fyrst í J. Paturssonargøtu og síðan á Hálsi, har fyritøkan heldur til í dag.
Jens hevur frá fyrsta degi gingið høgt upp í sítt arbeiði og kennir so at siga hvønn eykalut og hvørt eykalutanummar uttanat. Í mong ár var hann leiðari á eykalutagoymsluni, umframt at hann eisini í nøkur ár var deildarleiðari á deildini hjá Berg Motors á Glyvrum.
Seinastu árini hevur Jens, sum er giftur Bjarnhild úr Oyndarfirði, arbeitt niðursetta tíð.












