Tað eru 27 krónur á muni millum bíligasta og næstbíligasta matvøruhandilin í landinum. Tað eru 88 krónur á muni millum bíligasta og dýrasta handilin.
Tað sæst í stóru prískanningini, sum Miðlahúsið hevur gjørt. Vit hava samanborið 44 matvørur í fimm føroyskum handlum, Samkeyp, Á, Miklagarði, FK og Bónus. Vit hava samanborið merkivørur og lágprísvørur. Harumframt hava vit kannað prísirnar á somu vørum í tveimum donskum handlum og samanborið við úrslitið frá kanningini hjá Sosialinum í 2008.
Úrslitið vísir, at sami handil er bíligast í 20 av teimum 44 vørunum, tá talan er um merkivørur, og 27 av teimum 44, tá vit tosa um lágprísvørur. Ein annar handil er dýrast í 20 av teimum 44 merkivørunum og 18 av lágprísvørunum.
Kanningin vísir, at vørurnar eru nakað bíligari í Danmark, men tann eini føroyski handilin er kortini bíligari enn Superbrugsen á Christianshavn.
Kanningin vísir eisini, at stórur prísmunur er millum vørurnar í Føroyum. Ein Coca Cola kostar 52 prosent meiri í dýrasta handlinum enn í bíligasta.
Alt í alt, vilt tú spara pengar? Hygg eftir tilboðunum og halt teg til lágprísvørurnar, sum í miðal eru okkurt um ein fjórðing bíligari enn merkivørurnar.
Les alla kanningina í Sosialinum, sum kemur út í dag. Netútgávan kann keypast her.









