HBF leingir stuðulsavtaluna

Havnar Badmintonfelag og BankNordik hava longt samstarvsavtaluna. Leikarar úr badmintonfelagnum í høvuðsstaðnum hava fingið góð úrslit, bæði í heimligu kappingunum, men serstakliga á Oyggjaleikunum og í øðrum kappingum uttanlands. Góðu úrslitini eru ein ávøkstur av miðvísum arbeiði, har felagið brúkar nógva orku upp á at raðfesta góða venjing av bæði breiddar- og úrvalsliðum. 

- Í HBF fegnast vit almikið um, at BankNordik hevur longt samstarvið við okkara felag. Samstarvið gevur okkum møguleika at víðarimenna virksemi í felagnum, og vit gleða okkum til at vísa, at samstarvið er til frama fyri báðar partar, sigur Marjun Niclasen, forkvinna í Havnar Badmintonfelag. 

 

Nógv virksemi er í felagnum, mest í Føroyum, men eisini uttanlands. Í januar 2016 fara eini 20 leikarar úr Havnar Badmintonfelag til Reykjavíkar at luttaka í Reykjvík International Games.  Útivið 300 limir hava sína dagligu gongd í Havnar Badmintonfelag. Seinnu árini hevur miðvísa venjingin av børnum og ungum eisini borið frukt í eini støðugari tilgongd av leikarum. 

 

- Vit hava havt eitt sera gott samstarv við Havnar Badmintonfelag í undanfarna ári, og tað hevur verið ein fragd at sæð, hvussu miðvíst felagið hevur arbeitt, og hvussu væl leikararnir hava staðið seg. Vit fegnast tí um longda samstarvið og gleða okkum at fylgja felagnum í nýggja árinum, sigur Turið F. Arge, privatkundastjóri í BankNordik.