Haraldur Hárfagri á Havnini

Tað var einaferð í tíðini, at víkingaskip vóru vanlig í Føroyum, men síðstu nógvu hundrað árini hava tey ikki verið serliga vanlig. So tað vakti ans í gjár, tá heimsins størsta víkingaskip, Draken Harald Hårfagre, hómaðist í Nólsoyarfirði.


Skipið hevur kós móti Amerika í eini roynd at endurskapa sjóferðina hjá víkingunum tvørturum Norðuratlanshavið. Á leiðini tvørt um hav steðgar skipið í Tórshavn, Reykjavík í Íslandi og Qaqortoq í Grønlandi, áðrenn skipið 1. juni verður í L'Anse aux Meadows í Kanada.


Komið fram til Norðuramerika fer skipið at vitja ymiskar býir í Kanada og USA.


Skipið varð bygt í norska býnum Haugesund í 2012 og er bygt eftir einum modelli av Orminum Langa.


50 árar eru umborð á skipinum, og tveir mans eru um hvørja ár. Harvið er neyðugt við 100 fólkum til at rógva skipið. Tað merkir tó ikki, at 100 mans umborð til allar tíðir, tí skipið hevur eisini útgerð, ið ger at 14 mans kunna sigla skipið.


Draken Harald Hårfagre er 35 metrar langt, 8 metrar breitt og vigar 70 tons, men hóast talan er um størsta víkingaskip í heiminum, so hevði skipið ikki vakt serligan ans í víkingatíðini, tá fleiri skip vóru størri enn hetta, m.a. Ormurin Langi, ið var umleið 44 metrar langur.