770 fleiri løntakarar seinasta árið

Nærkast metinum frá 2008.

Góða gongdin í føroyska samfelagnum sæst aftur í seinastu tølunum fyri løntakarar í føroyska samfelagnum. Hagstova Føroya, sum í dag hevur kunngjørt nýggjastu hagtølini yvir løntakarar býtt á kyn, aldur, vinnugreinar og sýslur, upplýsir, at talið av løntakarum er økt við 770 persónum síðsta árið.


Stovnurin upplýsir, at í februar vóru 25.262 løntakarar í Føroyum. Tað er tó nakað frá gamla metinum, ið er frá apríl 2008, tá 26.044 løntakarar vóru í landinum.


Men um núverandi gongd heldur fram, so er sannlíkt, at nýtt met verður sett í 2017. Við at leggja 770 løntakarar, vøksturin seinasta árið, aftrat talinum fyri februar, 25.262, so vera, um júst sama gongd heldur fram, 26.032 løntakarar um eitt ár. Tað er einans 12 løntakarar færri enn núverandi metið.


Í prosentum er talan um ein vøkstur á 3,5 prosent í teimum fýra høvuðsbólkunum. Størsti vøkstur er í bólkinum Byggivinnuni, 6,3 prosent, meðan tað er 5,2 prosent fleiri løntakarar í bólkinum Fiski-, ali-, o.o. ráevnisvinnuni.


Vøkstur er eisini í hinum høvuðsbólkunum, tó at hann ikki er eins stórur. Í bólkinum Privatu tænastuvinnur er vøksturin 2,7 prosent, meðan vøksturin í bólkinum Almenn o.o. tænasta er 2,4 prosent.