Landsbanki Føroya:
Arbeiðsloysið hevur verið lágt í Føroyum í longri tíð, og tað kann hava ta avleiðing, at framleiðslan í landinum verður minni, enn hvat hon kundi verið, um trot ikki var á arbeiðsmegi. Skipanirnar við at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya hava tó minkað um arbeiðstrotið í ávísum vinnugreinum og harvið eisini tálmað trýstið á lønarvøkstrinum. Serliga síðani fast-track skipanin fyri triðjalond kom í november 2021, hevur tilgongdin av útlendskari arbeiðsmegi verið stór.
Talva 1 niðanfyri vísir, at vøksturin av útlendskari arbeiðsmegi var á sínum hægsta stigi í 2022 (24%). Í 2023 var vøksturin 10% og í 2024 2%. Tað er tí líkt til, at tilgongdin av útlendskum starvfólkum er hæsað av.
Í 2009 vóru 3% av starvsfólkunum í samlaða búskapinum ikki føroyingar, í 2024 var parturin hækkaður til 8%, ið svarar til á leið 2.300 starvsfólk. Mynd 1 niðanfyri vísir í hvørjum vinnugreinum útlendingarnir arbeiða. Av samlaða talinum av útlendingum arbeiða 31% av teimum í framleiðsluvinnuni, sum serliga fevnir um virking av fiski á flakavirkjum og kryvjivirkum av laksi. 13% arbeiða í byggivinnuni og 12% arbeiða innan gisting og matstovuvinnuna.
Talva 1 Vøksturin í starvsfólkatalinum
##med2##
Mynd 1 Útlendingar sum prosent av starvsfólkatalinum í útvaldum vinnugreinum
##med2##
Kelda: Hagstova Føroya
Les várfrágreiðingina hjá búskaparáðnum her.