fiskin. Fótbóltslandsliðið hevur verið við til at seta Føroyar á heimskortið, men tað hevur eisini verið við til at eggja ungdóminum til at brúka tíð og kreftir til hetta sunna frítíðarítrivið. At vit nú hava [...] a, sum ikki tykist at taka uppgávu sína í nóg stórum álvara, er eitt alvorligt mál, ikki bert fyri hann, men eisini fyri leiðsluna í FSF og í síðsta enda fyri leiðsluna í ÍSF. Hava vit ráð til at hava [...] einki stig er tikið til at finna og savna spælararnar. At landsliðsvenjarin ikki hevur sæð nakran av dystunum í seinastuni, og at hann ikki hevur sett nakra fyrireiking í gongd til komandi stórdystin móti
skulu eyka pengarnir m.a. brúkast til at økja útreiðslurnar til verjumál. At avtaka ein halgidag fyri at fáa ráð til fleiri vápn! Ikki júst ein gleðiboðskapur, nú stundar til jóla. Hetta eru av sonnum harmilig [...] frí og sostatt hava møguleika at hittast til alskyns høvi, átrúnaðarliga sum verðsliga. Eitt er, at fólk hava møguleika fyri at leggja sær egnar feriudagar til ymisk endamál. Halgi- og merkisdagarnir kunnu [...] háttur hjá tí almenna at fáa endarnar at røkka saman. ”Riget fattes penge”, sum danir taka til við tilsiping til oyðsl Christians fjórða – krígskongin mikla. Men skjótt er hesin vøksturin etin upp, og pengar
men ikki, hvussu stór upphæddin er. Tað verður hildið loyniligt til tingið og landsstýrið eru komin til eina semju. Ein nevnd er sett, við einum umboði úr hvørjum flokki, sum skal taka støðu til málið [...] føroyska semju. Tað er jú høvuðsendamálið. Um ikki semja fæst, hvat hendir so? Eg vóni at tað eydnast okkum at fáa semju í málinum. Vit hava stutt sagt ikki ráð til annað. Vera vit ósamd nú, standa vit veikari [...] hevur havt til sítt arbeiði, sigur Bjørn á Heygum. Væntar tú at flokkarnir kunnu semjast um eitt tvørpolitiskt upplegg? Tað vóni eg. Alt er lagt soleiðis til rættis, at vit kunnu koma til eina breiða
Cerebral Parese og mammum teirra. 2 út av 100 børnum fáa hesa diagnosuna, men í Póllandi hava bert 1% ráð til viðgerð og venjing, greiddi Ilona frá, tá krúnprinsessan handaði henni kekkin á 250.000 kr. Hinar [...] Ecco letur á hvørjum ári eina virðisløn til eina kvinnu í mótaheiminum, sum er íðin innan vælgerararbeiði. Virðislønin er 250.000 kr, og tað er ein serlig dómsnevnd, ið velur vinnaran millum tær 5 tilnevndu [...] víðakendur sniðgevi, sum í nógv ár hevur arbeitt við Unicef * Týska Dana Sweiger rekur merkið Bellybutton til barnakonur, og hevur í áravís verið knýtt at týska felagnum SterniPark e.V., ið arbeiðir við vælgernadi
arni, skulu byggjast og standa klárir í 2013. Javni vil gera sítt til, at byggingin verður væleydnað. Tí byggingin skal helst føra til bústaðir, sum øll kunnu vera nøgd við, eisini um 50 ár. Tí meta vit [...] vit, at tað er av alstórum týdningi, at brúkarin og harvið Javni beinanvegin verða tikin við upp á ráð. Samstundis, sum at bygt verður nýtt, eiga vit at hava í huga, at fólk við menningartarni hava serligan [...] minni mun tørva tænastu inn í heimið. Men hvussu ynskja tey at fáa hesa tænastuna og frá hvørjum? Til at fáa boð uppá hvussu áðurnevndu spurningar kunna svarast verður skipað fyri ráðstevnuni. Innihaldið
Vilt tú vera við til at tryggja, at tey eldru verða hoyrd, og ert tú yvir 60 ár, so hevur tú nú møguleikan at gerast limur í Eldraráðnum í Tórshavnar kommunu. Eldraráðið hevur skjótt virkað í trý ár, og [...] oktober skulu fimm limir og fimm varalimir veljast í ráðið. Seinasta freist at boða frá uppstilling til Eldraráðið er 9. september kl. 16 í Snarskivuni hjá Tórshavnar kommunu. Uppgávan hjá Eldraráðnum er [...] er at gera vart við viðurskiftini hjá eldru borgarunum í kommununi og veita býráðspolitikarunum góð ráð, áðrenn teir taka avgerðir á eldrapolitiska økinum. Eldraráðið skal tryggja, at vitanin og royndirnar
mælti pólendingum til at fara uppí. Flest allir pólendingar munnu kenna seg vísar í, at hetta var seinastu ferð, at Jóhannes Páll pávi Annar vitjar heimlandið. Tað var helst eisini orsøkin til, at so mong vóru [...] sína 9. og uttan iva seinastu vitjan í gamla heimbýi sínum Krakow í Pólandi. Áðrenn hann fór aftur til Rom, vitjaði pávin tað gamla kleystrið uttan fyri Krakow, har umleið 18.000 fólk vóru komin saman at [...] hoyra pávan og at heiðra gestin á seinastu vitjan hansara. Í messuni nýtti Jóhannes Páll Annar høvi til at ugga tey fátæku og tey arbeiðsleysu í einum landi, sum hevur álvarssamar búskapartrupulleikar at
eisini hjá Neistanum at enda. Seinastu løtuna setti VB nevnliga av álvara trumf á. Neistin hevði tá ikki ráð at sýna meira tol í spælinum, og tá tær so royndu at satsa í royndini at vinna VB aftur, gav hetta [...] Neistin royndi í sínum lag at ansa eftir Daivu Toumaite, og tær megnaðu so dánt at halda fast í VB, sum ikki veruliga slapp avstað. Men tað er tungt, tá støðugt er eitt, tvey og kanska trý mál aftanfyri. Og [...] løtuna, og so var fagnaðurin sum vera man stórur í VB-høllini. Finaluklárar Og tað var eisini øll orsøk til tað. Tí við sigrinum hevur VB fingið annað beinið væl og virðiliga inn um finalugáttuna. Tvey stig
meðan yrkisspælarar klára upp til 10 til 12 intervallir. Við slíkari venjing kanst tú eisini venja í styttri tíð enn við øðrum venjingum og fáa góð úrslit, sigur Magni Mohr. Ikki bara renna beint fram Tað [...] Minst til kostin Ein stórur partur av at verða í form er kosturin. Her hevur nýggi kropsligi venjarin hjá landsliðnum eisini nøkur góð ráð. - Tað er týdningarmikið at halda kostin viðlíka, og ikki byrja [...] ella stressa, tí tú ikki sleppur at venja sum vanligt. Tú skal hugsa um hetta sum ein venjingarlegu, har tú enntá hevur møguleikan at betri um summi ting, sum tú ikki hevur tíð til í einum kappingarári
aftur til viðgerðar í samgonguni. Tað sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum. Løgtingið hevur annars samtykt, at farast skal undir tunnilin í 2011, men Annika Olsen kann kortini ikki lova [...] íløgukarmin, sigur hon. Mugu hava ráð Nú er liðugt at betala Norðoyatunnilin, men Løgtingið hevur eisini samtykt, at tær góðu 40 milliónirnar, sum landið hevur goldið til Norðoyatunnilin um árið, skulu [...] mugu eisini taka atlit til, at vit eru í eini fíggjarligari kreppu. Hon leggur afturat, at grundarlagið aftanfyri at stovna eitt alment partafelag, er, at landið skal spara saman til undirsjóvartunnilin.