Hesin bólkur er í sjálvum sær eitt sindur løgin. Hvør hevur verið og fingið hendan bólkin til Føroyar? Tað eru ikki júst hesir menn, ið fylla forsíðurnar í búskaparligum tíðarritum. Er tað Óli Breckmann og Fólkaflokkurin, ið hava fingið teir til Føroyar, ella er tað embætisverkið í Vinnumálastýrinum, ið hevur funnið hesar menn? Gongur umsitingin og ikki minst Tjóðveldisflokkurin við til bert at nýta ideologiskt heftar serfrøðingar sum m.a. hava New Zealand sum sína stóra fyrimynd?
New Zealand hevur skarað framúr við at hava stóran vøkstur í ójavna seinastu árini. Í New Zealandi fekk man fyri fyrstu ferð í nýggjari tíð ein undirklassa, tá umfatandi liberaliseringarnar vóru framdar í áttati og nítiárunum. Arbeiðsloysið vaks samstundis sum man minkaði almannaveitingar, og harvið fekk man ein part av fólkinum, ið gjørdust sera illa fyri. Gaman í, ein partur av fólkinum gjørdist nógv meira múgvandi av somu liberalisering. Spurningurin er bert um vit ynskja ein undirklassa í Føroyum. Tað gerst úrslitið, um landið rullar trygdarnetið saman undan fólki.
Hvat er t.d. hent í ár í New Zealandi? Frá januar til juli í ár fluttu sambært The Economist 22.500 fólk úr New Zealandi til Australia at leita sær eftir arbeiði. New Zealand er ikki so stórt land, at slíkt ikki merkist. Fólkatalið er 3,6 milliónir, og fráflytingin verður, um gongdin heldur fram yvir 1% í ár.
Privatisering er tað stóra gandaorðið. Onkur fjølmiðil nevndi skálafjarðasiglingina sum eina privatisering, ið ikki var framd. Ein skipan, har landið betalir gildið við einum millummanni, ið skúmar fløtan, er fólkafloksprivatisering - eingin váði og eingin innovatión. Landið betalir undirskotið í einari slíkari sokallaðari privatisering og privatir fáa yvirskotið. Kanska ætlar Fólkaflokkurin at gera sum við bretsku jarnbreytunum. Útyvir at tokini tykjast at hava trupult við at halda seg á skinnarum í Bretlandi, so hava eftirkanningar víst, at jarnbreytirnar vórðu seldar langt undir rætta virðið. So kenna vit Fólkaflokkin aftur. At forera úr landskassanum hevur altíð ligið væl fyri hjá hesum flokki, vit kunnu bert hyggja at íløgustuðulinum.
Tá Finnbogi Arge í SVF segði, at Caragata bólkurin vísti á ymsar gongdar leiðir, so er hettar ikki rætt. Bólkurin vísir bert á eina leið, nevniliga ta nýliberalistisku leiðina, ið Thatcher stóð á odda fyri í áttatiárunum. Hvør kemur at sita við sviðið soð, um ein slíkur Thatcher politikkur verður gjøgnumførdur? Tað er lætt at svara uppá. Vit kunnu bert fara til Bretlands, har tað eru tey veiku, sjúku og illa útbúnu í samfelagnum sum sita við sviðið soð. Tað eru nógv fólk í Bretlandi, ið ongantíð fáa ráð at keypa sær sína egna íbúð, fyri ikki at tala um egin hús. Bretar tosa um eina minstuløn uppá á leið 40 krónur (netto á leið 30 krónur). Vilja føroyingar hettar?
Svarið til Caragata álitið eigur stutt og greitt at vera: Takk, men nei takk!