Í frágreiðingini ?Offentligt ansatte chefers ansvar?, J. P. Christensen, 1998, Finansministeriet, verður sagt, at ein embætismaður kann átaka sær ábyrgd í sambandi við skeivar upplýsingar í einum máli á tvinnanda hátt:
1.?For det første kan det ske ved, at embedsmanden deltager aktivt i konstruktionen af den urigtige oplysning.?
2. ?Et ansvar i forbindelse med en ministers afgivelse af urigtige oplysninger mv. til Folketinget kan for det andet indtræde, såfremt embedsmanden ikke har udfoldet tilstrækkelige bestræbelser på at forhindre afgivelsen af de urigtige oplysninger.?
Hvørjar politiskar avgerðir tann politiski myndugleikin tekur, verður hann at standa til svars fyri. Hvørjar avgerðir ein landsstýrismaður tekur, verður hann at standa til svars fyri. Hvørjar ráðgevingar vinnumálastjórin gevur, verður hann at standa til svars fyri.
Men hvørji ummæli, Landsverkfrøðingurin gevur, eru vit onnur, sum skulu standa til svars fyri. Vit standa eisini til svars fyri, at tann politiski myndugleikin fær okkara ummæli. Kann tað ikki gerast gjøgnum vinnumálastjóran, so má tað gerast uttanum vinnumálastjóran.
Vinnumálastjórin verður í útvarpinum tann 29. oktober refereraður fyri at siga, at Landsverkfrøðingurin og Vinnumálastýrið eru samd um, at lógargrundarlagið undir verkætlanini undir Vestmannasundi er í lagi.
Hetta er ikki so.
Hví er so neyðugt hjá honum, at brúka júst slíka vending? Hann kann, sum ovasti embætismaður á økinum, veita politiska myndugleikanum tey ráð, hann heldur vera tey frægastu.
Hvørt tann politiski myndugleikin ynskir eina trygd frá Landsverkfrøðinginum fyri, at frægastu umstøður eru fyri eini rímiligari gongd í hesi verkætlan, ella hesin politiski myndugleikin ikki ynskir tað, verður upp til politikarar.
Stovnurin var biðin um eitt ummæli og hevur latið Vinnumálastýrinum hetta. Prinsipiell viðurskifti, sum stovnurin er ótryggur við, eru nevnd í hesum ummæli av lógaruppskotinum, men ikki viðgjørd millum stovnin og Vinnumálastýrið. At so onkur orðing í onkrari grein er broytt og onkur grein um gamlar maskinur tikin burtur, hevur ongan prinsipiellan týdning fyri prosjektið.
Hvør einstakur í fyrisitingini hevur medábyrgd eftirsum vitanin og royndirnar eru. Royndirnar á stovninum fevna m.a. um tað, sjálvur at standa fyri einum arbeiði, sum kemur í trupulleikar og hvat krevst av leiðsluumhvørvinum fyri at berja seg burturúr slíkum trupulleikum.
Royndir eru eisini gjørdar tá ið eitt partafelag hevur alla formligu ábyrgdina av truplum prosjekti, hóast peningurin kemur úr landskassanum ? og ábyrgdin fyri úrslitinum tí er landsstýrismansins. Her ganga ábyrgd og avgerðir ikki hond í hond. Hóast tey einstøku fólkini í partafelagnum eru skilafólk, so er ikki vist, at t.d. leiðsluumhvørvið er til slíkar uppgávur.
Hóast himmalvíður munur á mannagongdum, so hava tey í okkara grannalondum eisini gingið leiðina við ?partafelagsbygging?. Stovnurin hevur royndir at ?umseta? slíkar royndir í væl størri londum til føroysk viðurskifti.
Tað er m.a. hesum royndum, vit standa til svars fyri, tá ið tann politiski myndugleikin ynskir stovnsins viðmæli av einum prosjekti, sum skal setast í verk.
Signar P. Heinesen