So kom Lindin

-Hetta hava vit bíða eftir í meira enn tíggju ár, so sjálvsagt eru vit sera fegin um, at støðin nú er vorðin veruleiki, sigur Preben Hansen, nevndarformaður á nýggju útbarpststøðini, Lindin

Beint eftir klokkan trý fríggjadagin, kundi Lindin senda fyrstu tónarnar út í luftina, og tá Jenis av Rana eftir fyrsta lagið kundi tosað umvegis mikrofonina til stóra lurtaraskaran, var hetta av sonnum ein stór løta fyri øll tey, sum vara at støðini.

Preben Hansen, nevndarformaður í Lindini, sigur við Sosialin, at teir longu í 1989 skrivaðu fyrsta brævið til Landsstýri, í royndini at fáa monopolið á loftmiðlaøkinum avtikið.

Níggju ár og 364 dagar seinni, kom nýggja loftmiðlalógin í gildi, og fyrst í november varð so byrjað at savna inn pening til nýggju støðina.


Víðka sendiøkið

Innsavnanin gekk væl, og ikki gekk long tíð, áðrenn tað gjørdist greitt, at støðin veruliga fór at gerast veruleiki.

Nógvir smálutir af ymsum slag skuldu tó fáast upp á pláss, áðrenn støðin kundi fara undir fyrstu sendingarnar. Sendiútgerð skuldi keypast, høli gerast klár o.s.fr.

Hetta arbeiði hevur alt gingið í fínasta lag, og sostatt kundu fyrstu ljóðini verða varpað út fríggjadagin.

At byrjað við verður tað so at siga bert meginøki, sum fær gleði av nýggju støðini, men á Lindini vóna tey, at tey í framtíðini kunnu røkka einum størri lurtaraskara.

Longu nú eru innsavningar eisini byrjaðar í Klaksvík og á Vágoynni, og hetta eru tey sera takksom fyri á Lindini. Hvussu leingi tað tekur, áðrenn støðin kann víðka um lurtaraskaran visti Preben tó ikki, tí hetta veldst alt um, nær ráð eru at keypa útgerðina, sum skal til, fyri at víðka um sendiøkið.

Sent verður soleiðis, at signal verða send frá sjálvari útvarpsstøðini, niðan til sendaran hjá Rás Tórshavn, haðani FM bylgjurnar síðani verða varpaðar út við einum 500 W sendara.

Orsakað av fjøllum v.m., er neyðugt at hava sonevnd link (sendilið) á vegnum, um so er, at varpast skal til eitt nú Klaksvíkar. Kostnaðurin fyri hvørt linkið er einar 40.000 kr. og tískil kann talan gerast um stórar íløgur, um allar Føroyar skulu røkkast.


Alt sjálvboðið

Merkisvert við støðini er, at alt arbeiði viðv. sendingum og øðrum er sjálvboðið arbeiði.

Eingin á støðini fær løn fyri sítt íkast, og hetta ger eisini sítt til, at tað verður lutfalsliga bíligt at reka støðina, tó at íløgurnar sjálvandi kunnu verða nakað tungar.

Í løtuni er øll skráin ikki fastløgd, men nakrar sendingar eru tó komnar í eina fasta legu, og alt í alt er talan longu nú um eini 30-40 fólk, sum eru knýtt at støðini.

Sjálvar sendingarnar verða rættuliga fjølbroyttar, og á skránni er millum annað sjómansprát, barnað- og ungdómsløta, bønartímar og mangt annað.

Sosialurin ynskir nýggju støðini at vera hjartaliga væl komna, eins og vit ynskja tykkum góðan byrð fram yvir.