Danskur kreppupakki

Oddagrein:

Danska stjórnin hevur gjørt semju við flestu andstøðuflokkarnar um ein hjálparpakka til danska bankakervið. Hjálparpakkin, sum fevnir um ein grunn, 35 milliardir til støddar, ið skal tryggja innskjótarunum fullan dekning, um peningastovnur fer av knóranum. Hetta er eitt sera stórt stig, ið til fulnar avdúkar, hvussu álvarsom altjóða fíggjarkeppan er. Hetta, at Danmark við síni neoliberalistisku stjórn, ið hevur ein hin sunnasta og sterkasta búskapin í heiminum, má taka til slík ráð sigur eitt sindur um støðuna.

Danska loysnin er sera áhugaverd á mangan hátt og fyrst og fremst tí, at tað í fyrstu atløgu eru bankarnir sjálvir, ið skulu skjóta stovnsfæið inn í nýggja trygdargrunnin. Hetta gera teir ikki av fríum vilja, men eru tvungnir av stjórnini. Danski statskassin veðheldur fyri peningin, og verður tørvur á meira enn hesum 35 milliardunum, so bindur danski staturin seg til at bera útreiðslurnar av hesum. Í smálutum merkir loysnin, at danskir bankakundar og aðrir vanligir kreditorar fáa fulla trygd fyri tí peningi, sum hesir hava standandi inni í donskum peningastovnum. Samstundis, sum hendan skipan kemur í gildi, verður endi gjørdur á óskilinum við ovurstóru stjórabonusum og optiónum, ið hava eyðkent danska bankakervið, og sum hava argað Pallaba og Marsonnu.

Her er sum nevnt talan um eitt óvanligt stig hjá eini danskari stjórn, sum er kend fyri sína borgarligu og liberalistisku kós, men tiltakið er, sambært stjórnini, neyðugt til tess at tryggja fíggjarliga stabilitetin í landinum. Stjórnin hevur viðurkent, at altjóða fíggjarmarknaðirnir hanga saman, og merkir hetta, at stórir trupulleikar í eini skipan hava lyndi til at breiða seg til alla skipanina. Tað er ikki minni áhugavert, at breið politisk semja er í hesum máli. Danska stjórnin hevur verið kroyst av hesum máli eina tíð, og tá so onnur lond bæði innan sum uttan ES um vikuskiftið tóku til rættiliga ógvusligar bankabjargingar, fór stjórnin til verka og í nátt varð so henda søguliga semjan gjørd. Semjan fevnir um stjórnarflokkarnar, Javnaðarflokkin, Danska Fólkaflokkin, Radikala flokkin og Liberalu samgonguna. Hetta merkir, at Eindarlistin, SF og Norðuratlantsbólkurin ikki eru við í bankasemjuni.

Tað er enn eitt sindur ógreitt, hvat, ið hendir í Íslandi, har bankar eru í álvarsomum trupulleikum. Í næstum fæst at vita, um íslendska stjórnini fer longur enn at bjarga størsta bankanum, Glitnir. Vit í Føroyum mugu sigast at vera heppin, eftirsum danska bankabjargingin eftir øllum at døma eisini fevnir um føroysku peningastovnarnar, og hugurin at yvirtaka alt hetta økið man í dag valla vera tann stóri. Bankakreppan og hjálparpakkarnir eru áhugverd í søguligum høpi við tað, at hetta hendir undir liberalum stjórnum, ella stjórnum, sum allar játta seg til neoliberalismuna og frælsu marknaðarkreftirnar.