Arbeiðsgevarar royna nú at fáa fakfeløgini hjá teimum tímaløntu til frásiga sær ein lønarhækking.
Næsta fríggjadag er fyrsti mai, sum eisini er altjóða arbeiðaradagur.
Og eftir sáttmálanum, sum er galdandi ímillum fakfeløgini hjá teimum tímaløntu og arbeiðsgevararnar, skal tímalønin hækka nokk so fitt næsta fríggjadag.
Eftir avtaluni skal tímalønin hækka 2,42 krónur, umframt at eitt prosent skal leggjast oman á eftirlønina afturat.
Men hesa lønarhækkingina vilja arbeiðsgevararnir nú sleppa at strika.
Tað gjørdu arbeiðsgevararnir greitt, tá ið teir fyrr í vikuni kallaðu umboð fyri arbeiðarafeløgini til fundar í Vinnuhúsinum, har teir greiddi frá sínum sjónarmiðjum um at strika lønarhækkingina.
Vit hava spurt bæði Ingeborg Vinther, forkvinnu í Føroya Arbeiðarafelag, Hans Joensen, formann í Havnar Arbeiðsmannafelag, Vígdis Johannesen, og nógv onnur fakfelagsumboð um fundin, men ongin hevur nakra viðmerking.
Tað einasta, vit fáa at vita, er frá forkvinnuni í Havnar Arbeiðsmannafelag, sum váttar, at fundur hevur verið, men hon vil ikki siga, hvat fundurin var um.
Men frá øðrum fólkum, sum var við á fundinum og sum vilja vera dulnevnd, hava vit fingið váttað, at arbeiðsgevararnir vilja sleppa at strika lønarhækkingina, sum skuldi koma í gildi í næstu viku.
- Uppskotið frá Vinnuhúsinum er, at vit frásiga okkum lønarhækkingina, sum skal koma í gildi næsta fríggjadag. Ístaðin skal hendan lønarhækkingin koma í gildið fyrsta mai 2010, sigur ein av fundarluttakarunum fyri Sosialinum.
Men samstundis vildu arbeiðsgevararnir hava fakfeløgini at lova, at onki skuldi almannakunngerast um fundin.
Annars gongur sáttmálin út tann 30. apríl næsta ár, men Vinnuhúsið bjóðaði samstundis arbeiðarafeløgunum til at leingja sáttmálan í eitt ár til 30. apríl í 2011.
Av tí, at ongin vil siga nakað um fundin, ber heldur ikki til at fáa nakran at siga, hvat tey hava svarað arbeiðsgevarunum.
Men tað skilst, at fakfeløgini skulu geva arbeiðsgevarunum eitt svar ein av fyrstu døgunum.
Og tað skilst eisini á fakfelagsfólki, vit hava tosað við, at fakfeløgini eru alt annað enn sinnað at ganga arbeiðsgevarunum á møti, men ein av fyrstu døgunum fáa arbeiðsgevararnir so eitt formligt aftursvar frá fakfeløgunum.
Ikki upp á tal
Hóast ongin vil siga nakað nú, kunnu vit minna á, at so seint sum leygardagin staðfesti Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, at tað kemur ikki upp á tal at verkafólkið fer at frásiga sær ætlaðu lønarhækkingina, sum kemur í gildi næsta fríggjadag.
Tað segði hon í sambandi við sjónarmiðið hjá Anfinni Kallsberg, formanni í fíggjarnevndini, sum heldur, at tað einasta rætta er at strika allar lønarhækkingar, bæði hjá tí privata og tí almenna.
Hon staðfesti eisini, at tey tímaløntu hava ikki ráð til at missa lønarhækkingina, tí príshækkingarnar hava verið so stórar, at keypiorkan er lækkað hesi bæði seinastu árini.
Hon legði afturat, at arbeiðarafjøldin hevur sanniliga víst samfelagssinni, tí í heili 10 ár rundan um aldarskiftið, hækkaði tímalønin bara 64 oyru tilsamans og fyri einum fýra ella fimm árum síðani, sleptu tey eisini allari lønarhækking fyri at fáa gongd á eftirlønina.









