herviligu skógareldarnir hava havt ta ávirkan, at hon ikki hevur verið til arbeiðis í eina heila viku. Tað ber snøgt sagt ikki til at koma fram fyri eldunum. Eldarnir gera, at fleiri av motorvegunum eru [...] ikki sleppa til arbeiðis, og har eri eg ein teirra, sigur Rebecca Kelly. Fólk hjálpast at Hóast eldarnir sjálvandi ávirka gerandisdagin hjá øllum har um vegir, so er støðan kortini ikki so ring, har sum Rebecca [...] Hartil hevur løgreglan í San Bernadino skotið og dripið ein mann úr Arizona, sum teir hava illgruna til kann vera ein av pyromanunum, sum løgreglan illteinkir fyri at standa aftan fyri eina røð av skógareldunum
Í Klaksvík kostaði hetta eisini leikbann til bæði liðskipara og venjara, tá hesir søgdu sína hugsan um dómaraavrikið, og fyrr í ár kostaði tað ÍF dýrt, tá til samans fýra karantenudagar komu burtur úr [...] enn at sláa ring um dómaran, áttu FSF at tikið avleiðingarnar. Og her kundi ein verið, at viðkomandi dómari fekk eina pausu, um ágangurin í eina tíð er ov harður. Dómaraeygleiðarar eru til hvønn dyst, [...] Fyri fótbóltin er tað avgerandi, at dómararnir eisini eru so væl fyri, sum tað á nakran hátt ber til, til hesar uppgávur. Og tí eigur og skal FSF taka neyðugu atlitini. Eisini á dómaraøkinum.
tað so at siga vónleyst at síggja, hvussu tað veruliga stendur til í kappingini. Kappingin er spjadd út um alt landið ? frá TB í Suðuroynni til Drátt vesturi í Vágunum. TB hevur tvey lið við í kappingini [...] Fleyr tað árið allir vóru móti Mjølnir! Støðan, sum kvinnudeildin er í nú, er kanska ikki heilt so ring, men tað er framvegis ov nógv at bjóða spælarunum, sum mugu hava krav upp á eina rímiliga javnt spjadda
Men tíverri kann eg ikki siga hetta um nakað av tí, sum Eilif Samuelsen førdi fram og gjørdi seg til talsmann fyri. Lat meg fyrst siga, at eg í mínum naiviteti havi hildið, at landsstýrismaðurin í skúlamálum [...] Hetta er beinleiðis ósatt og haraftrat hent hjá landstýrismanninum, um hann ynskir at seta okkum í ringt ljós. Vit eru í verkfalli fyri at verja eitt sera týdningarmikið principp undir okkara arbeiðsumstøðum [...] hevur hann ikki orienterað seg, áðrenn hann í útvarpinum úttalar seg so avgjørt, kann eg ganga við til at siga, at hann sigur ósatt av óvart. Eg havi seinastu árini verið á fleiri studentaskúlum í Noregi
múrin". - Hesir serstøku fjeppararnir vildu eisini feirað tað um tey høvdu tapt. Og óannsæð hvussu ringt tapið hevði verið hjá føroyska liðnum, so vildu teir føroysku fjeppararnir, ið hava ferðast við teimum [...] Schmidt. - Føroysku fjeppararnir góvu okkum tað fyrstu gásarholds-løtuna, tá tey so inniliga sungu við til tjóðsangin. Tá liðið sum er bygt kring risatalentinum hjá Kiel, Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hákun [...] Móttøkan fyri Eliasi Ellefsen á Skipagøtu var so stór, at tað minti um móttøkurnar Freddie Mercury fekk til konsertir. Føroysku fjeppararnir kunnu best samanberast við enskar fótbóltsfjepparar. Teir fagnað hvørjari
syngja, var tú við; sum áhoyrari til seinast. Tú dámdi væl sang. Bert eina viku áðrenn tú andaðist, segði eg við Vibeku, at nú mátti eg spyrja teg, hvønn sang tú ynskti til jarðarferðina. Hon bleiv so skakk; [...] syngja«. Hesin var tín persónligi vitnisburður til møti, tá tú frítt kundi velja sang har. Og so ikki at gloyma »Niðan á heyggin« sum Tove og Jón sungu so væl til jarðarferðina. Men Harrans vegir eru ikki okkara [...] sigur mamma við teg, síggj Sámal stendur í vindeyganum í barnagarðinum og vinkar til tín; tá hugdi tú upp og vinkaði til hann; hetta stendur so fæst í mínum minni, og Sámal var glaður um at abbi hevði vinkað
fyri okkum starvsfelagar í heilsufrøðiskipanini. Tú komst til okkara sum nýútbúgvin heilsufrøðingur summarið 2001, og arbeiddi til tú fórt frá til barnsburð á vári í 2002. Hvørki tú ella vit vistu tá, at [...] tí Jesuspápa, tú vendi tær til her. Og er tað til hansara, vit nú kunnu venda okkum, og soleiðis eisini í ár, ynskja hvørjum øðrum eini gleðilig jól. Góða Mia Nú er tað upp til okkara, at geva øðrum morgnar [...] ikki um nøkur ár, men fyrr, sum yrkjarin sigur. Tú gleddi teg til triðja barnið, og vit gleddust við tær. Góða Mia Tú hevði dýrar morgnar við til okkara. Tú skapti lív og gleði har tú komst. Sjálvt um tíðin
eisini eyguni krevja vakurleika til tess, at lívið skal ganga upp í eina hægri eind. Men hendan arbeiðsgleðin gjørdi, at tú kanska ikki gavst tær far um, at hvíld skal til. Tú stríddist við eina sjúku, [...] foreldur tíni og teirra fara at gera sítt til, at lívsleiðin verður teimum bjørt, men vita skalt tú, at okkara partur skal ikki liggja eftir at hjálpa teimum til eitt gott lív og at varðveita minnið um [...] útbúgving, eftir at lív títt fekk aðra kós enn hana, tú áður helt, tú skuldi halda. Tað gekst tær so væl til próvtøkuna, og nú tú vart komin heim at ferðast, hevði tú fingið fólk at umvæla tær húsini, og so
eitt sindur ringt at siga, men fyrst og fremst tað, at vit hava kjakast øgiliga nógv, men nú sita vit so í bólkum og skulu so framleggja seinnapartin (hósdag, red.), tað sum vit koma fram til. So tað er [...] luttaka meir í politikki. Til sjálva kvinnuna: at fáa tær at verða meir aktivar og sjónligar, luttaka meir í samfelagskjakinum. Og tað haldi eg eisini er okkara uppgáva at fáa tær til. Tað má eisini vera uppgávan [...] hjá teimum, sum eru her og sum eru valdar, at fáa fleiri kvinnur aktivar og vísa teimum, at tað ber til. - Men hvat er tað stóra málið hjá tykkum? 50-50? - Tað vil altíð vera málið, 50-50, tað vildi verið
hond, millum annað tá okkurt skuldi seymast, ella um tú stóðst og manglaði okkurt. Hetta kom eisini til sjóndar í summar, tá vit báðar skuldu pynta javnaldrarnar báðar í føroysk klæðir, tá teir gjørdust [...] køksborðinum. Í heyst var tað eingin, sum opnaði vindeyga og spurdi, um eg skuldi hava fruktkassar til eplini. Tað var ikki tí at kioskin var seld, nei røddin var tagnað. Men tómrúmið hjá tykkum Eyðfinni [...] Eyðfinni, Anniku, Tanju, Duritu, Roberti og øllum tykkum, ið stóðu henni nær, er so stórt at tað er ringt at skilja. Her eru orð so fátøk ein troyst, men vita skulu tit, at okkara tankar eru hjá tykkum, og bønin