Minnilutir skulu verjast

- og tey fólkavaldu eiga at ganga undan og vera verjar av minnilutum

Vit taka hervið undir við teirri áheitan, sum Mortan Rasmussen kemur við í samrøðu við Dimmalætting um, at nú mugu hampafólk tala at teirri viðferð, sum samkynd fáa her í landinum. Viðferðin sæst aftur í lesarabrøvum og úttalilsum frá politikarum. Mortan Rasmussen hevur sum pápi at Rasmusi upplivað sonin forfylgdan av somu grund. Hvussu tað man kennast hjá Mortani Rasmussen og familjuni, at sonurin bukkar undir tí trýsti, sum er ein avleiðing av hesi forfylging, er ikki ringt at ímynda sær. Eftir okkara bestu sannføring, eigur ongin í einum framkomnum samfelag at verða forfylgdur, tí man er samkyndur.
Hampafólk eru fólk, ið nýta sítt vit og skil. Við at nýta okkara vit og skil eru vit vitandi um, at minnilutabólkar og ørðvísi hugsandi til allar tíðir hava verið útsett fyri forfylging og tí hava tørv á at verða vard. Hettar sæst aftur í lóggávu í londum rundanum okkum og sum vit fegin vilja samanberast við, og hettar sæst aftur í nationalum og internationalum yvirlýsingum.
At nevndarlimir í løgtingsins rættarnevnd halda uppá, at øll eru vard í lógini, má metast sum at sleppa sær undan at fyrihalda seg til veruleikan, bæði tann aktuella og tann søguliga, tí sum vit bæði hoyra og síggja verða samkynd, sum minnilutabólkur, ikki vard.
Tá man skal meta um eitt samfelag er gott og sterkt, eigur tað at síggjast aftur í. hvussu man fer við teimum veiku. Beint nú sær tað út til, at samkynd kunnu kenna seg forfylgd, og tí gerast tey veik. Politikarir og vit onnur kunnu veita teimum styrki við at viðurkenna, at tey hava tørv á at verða viðurkend sum ein minnilutabólkur við serligum tørvi fyri at verða vard.
Sum hampafólk er okkara hugsan, at Føroyar skal verða eitt samfelag fyri øll, at fólk eru ymiskt og Gud havi lov fyri tað. Minnilutar eiga eitt náturligt pláss í samfelagnum og við at viðurkenna tað, gerst samfelagið enn meira fjøllbroytt og rúmligt.
Starvsnevnd Javnaðarfloksins er komin við eini yvirlýsing sum fordømir ágangi ímóti samkyndum og vilja vit við hesum lesarabrævi heita á fakfeløg og onnur feløg, sum umboðandi potentiell samkynd, um at koma við eini áheitan á egnar limir og fólkavald um at verja og viðurkenna, at samkynd hava tørv á at verða vard og viðurkend.

Katrin Andersen, Kathrina L. Joensen, Hildur við Høgadalsá og Ása Róin