Føroyskt vitaverk

Yvirtøka av málsøkjunum vitaverk og uppmerking, tilbúgving og ávísum sjóvinnumálum verða nú fyrireikað

YVIRTØKA

Landsstýrismaðurin í fiski- og sjóvinnumálum, Jørgen Niclasen, er farin undir at fyrireika eina røð av yvirtøkum. Talan er um vitaverkið og uppmerking, útbúgving og ávísum sjóvinumálum.
? Við hesum byrja fyrireikingarnar av nøkrum málsøkjum, sum landsstýrismaðurin varðar av samsvarandi ætlanini hjá samgonguni, og soleiðis sum semja er um og sagt í felags fráboðanini frá løgmanni og forsætismálaráðharranum hin 14. januar 2002, har sagt verður, at semja er millum partarnar um at byrja fyrireikingarnar um yvirtøku av teimum málum, ið ikki standa á lista A ella B í heimastýrislógini, skrivari Fiskimálaráðið í tíðindaskrivi.
Sum er verður vitaverkið umsitið av Farvandsvæsenet, ið er stovnur undir danska Verjumálaráðnum. Ein av trupulleikunum við at yvirtaka vitaverkið hevur verið, hvat ráð skuldi málsøkið fella innanfyri. Talan er um danskt verjumál, og avgerð er nú tikin um, at hetta hóskar seg best inn undir sjóvinnumál í Føroyum.
Í Føroyum arbeiða sjey fólk fyri Farvandsvæsenet, og liggur kostnaðurin einastaðni omanfyri tríggjar milliónir um árið. Eisini eru lokalir vitapassarar ymsastaðni í Føroyum, sum eisini síggja til, at teir 27 vitanir í Føroyum virka sum teir skulu. Dagligi raksturin í Føroyum verður fyriskipaður av loranstøðini á Eiði, ið Farvandsvæsenet eisini rekur.
Tá Sosialurin síðsta summar seinast skrivaði um vitaverkið, søgdu tvey av starvsfólkunum, at teir einki ringt kundu bera danska myndugleikanum á økinum.
?Alt neyðugt arbeiði verður gjørt, og vit vita altíð, at peningur er settur av til tær uppgávur, ið skulu gerast, varð sagt tá.
Umframt vitatænastuna hevur Farvandsvæsenet ábyrgd av at merkja siglingarleiðir, vitalistanum og kunngerðum í Efterretninger for søfarende av broytingum av avmerkingum v.m. Farvandsvæsenet hevur somuleiðis ábyrgd av sjókortum yvir føroyskar sjóleiðir, ið verða gjørd av Kort- og Matrikelstyrelsen.


Tilbúgving
Málsøkið tilbúgving verður í dag lutvíst umsitið av føroyskum myndugleikum og partar av tilbúgvingarøkinum eru yvirtikin føroysk sermál ? herundir m.a. sjótilbúgvingin og brunatilbúgvingin. Yvirtøkan fevnir um øll tey tilbúgvingarmál, ið enn ikki eru staðfest sum yvirtikin føroysk sermál soleiðis, at føroyskir myndugleikar fáa myndugleikan til at skipa alt tilbúgvingarøkið.
Á sjóvinnuøkinum eru flestøll málsøkir longu yvirtikin føroysk sermál og fevna yvirtøkurnar sostatt um øll tey sjóvinnumál, ið enn ikki eru staðfest sum yvirtikin føroysk sermál ? herundir m.a. yvirtøku av sjólógini og loðslógini.
Vit vildu fegin havt eina viðmerking frá Jørgen Niclasen, landsstýrismanni, um víðari ætlanirnar við yvirtøkuni, men hann var staddur uttanlands, tá vit royndu at fáa hendur á honum.