##med2##
Samrøða við Håkan Ericson (trýst á pílin omanfyri)
Føroyar skulu í kvøld klokkan 19.45 spæla móti Ísrael á Tórsvølli. Í samrøðu við FM1 greinar føroyski landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, mótstøðuliðið. Fyrr í summar var ísrelska Maccabi Haifa í tveimum dystum móti HB.
- Eg haldi at spæliðhátturin hjá Ísrael minnir um tann hjá Maccabi Haifa. Serliga í álopsspælinum. Teir spæla skjótt við góðum tamarhaldi á bóltinum í uppspælinum. Nøkur av málinum, sum Maccabi Haifa skorar móti HB í fyrra dystinum hava vit eisini sæð Ísrael gera, sigur Håkan Ericson.
So er spurningurin um tað kann brúkast til nakað í styrkissamanhangi, tá talan er um landsliðini hjá Føroyum og Ísrael?
- Tað er ringt hjá mær at siga, um styrkismunurin er tann sami millum HB og Maccabi Haifa, sum tað er millum Føroyar og Ísrael. Eg haldi avgjørt, at har eru veikleikar í verjustøðu frá Ísrael, sum vit kunnu útnytta, sigur Håkan Ericson og leggur afturat:
- Teir eru ágangandi í trýstinum, sum mangan er langt frammi á vøllinum. Tað skulu vit spæla okkum úr, men vit mugu eisini verða kompaktir, tá teir leypa á. Eg eri vónríkur, tí eg haldi at vit hava fingið tamarhald á verjuspælinum seinastu dystirnar, men eg havi eisini virðing fyri Ísrael, sigur landsliðsvenjari, ið heldur at vit mugu tora at spæla okkum úr trýstinum.
- Vit skulu skiftast millum at spæla stutt og langt, men vit mugu ikki koma hartil, at vit á heimavølli ikki klára at spæla móti liðum, ið koma við høgum trýsti. Eg vil hava, at vit bróta mørk og flyta okkum fram allatíð. Eg haldi vit hava liðið til tað, og tú gert tað torførari fyri mótstøðuliðið, um teir vita at tú klárar at spæla, sigur Håkan Ericson.
Landsliðsvenjarin gleðir seg eisini til uppliva Tórsvøll við áskoðaum.
- Fyrst og fremst vil eg hava eitt gott avrik. Vit skulu vísa, at vit kunnu spæla móti einum liðið sum Ísrael. Sjálvandi vilja hava stig og helst vinna. Eg havi bara sæð Tórsvøll við áskoðarum í sjónvarpinum, men øll siga at tað er ein 12. maður hjá okkum. Eg vóni vit fáa tann stuðul og tað hjálp, sum vit hava brúk fyri, sigur Håkan Ericson.
Føroyar spæla í kvøld klokkan 19.45 móti Ísrael á Tórsvølli. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum. FM1 byrjar við upptakt longu klokkan 15.
##ms##