Í Sosialinum í gjár frættist, at Faroejet umhugsar at gevast á Føroyaleiðini. Orsøkin er ov fá ferðafólk. Í greinini ró nevndarformaðurin í føroyska flogfelagnum , Knút Lützen, upp undir, at føroysku ferðaskrivstovurnar gjørdu mismun og tóku Atlantic Airways framum, tá fólk skuldu keypa ferðaseðil.
Men hesum kennir stjórin í Faroe Travel einki til.
- Okkara meginregla er, at eingin kundi skal kunna ákæra okkum fyri at hava stýrt sær til at velja nakað sum helst. Vit gera ikki mismun, sigur Dánjal Poulsen, stjóri í Faroe Travel.
Sambært stjóranum er tað vanliga, at sølufólkið fylgir ynskjunum hjá kundanum. Tað vil siga, at tey samanbera prísir og tíðir. Endaliga orðið eigur kundin. Og oftast er prísurin avgerandi.
- Kundin fer oftast eftir bíligasta ferðaseðlinum. Skal eitt flogfelag selja meir, so er bara at lækka prísin, heldur Dánjal Poulsen.
Valdu óhepna skipan
Nevndarformaðurin í Faroejet viðgekk tó í blaðnum í gjár, at flogfelagið gjørdi ein stóran feil, tá tað valdi at koyra sína egnu bókingarskipan og ikki nýta vanligu altjóða Amadeus-skipanina.
Hesum er stjórin í Faroe Travel samdur í.
- Okkara fremsta amboð er Amadeus-skipanin. Um ein kundi ynskir at bíleggja hotell ella leiga bil, so kann alt hetta gerast gjøgnum hana. Skipanin hjá Faroejet hevur verið óheppin. Tað tekur tíð at leypa ímillum tvær stýrisskipanir, sigur Dánjal Poulsen.
Hann vil ikki beinleiðis siga, at Atlantic Airways er valt framum, um ein kundi hevur ynskt eina pakkaloysn við hotellum og bilútleigan, men tað er lættari fyri sølufólki, heldur hann.
- Tú kanst sammeta tað við tvey amboð, har tað eina riggar betur enn hitt. Stendur valið millum hesi bæði, velur tú kanska fyrst tann betra, sigur stjórin í Faroe Travel.
Eitt afturstig
Hann harmast um, at Faroejet nú møguliga gevst á Føroyaleiðini.
- Kapping er altíð sunn. Tað er gott fyri prísirnar. Tað er sjálvandi ringt at siga, um prísurin fer uppaftur, verður Atlantic Airways aftur einsamalt á marknaðinum. Føroyingurin missur í øllum førum ein valmøguleika, og tað er eitt afturstig, eins og tá Maersk Air gavst, heldur Dánjal Poulsen.
Nevndarformaðurin eftirlýsti í Sosialinum í gjár størri undirtøku millum føroyingar, serliga nú tá Faroejet var orsøkin til, at ferðaseðlaprísurin var lækkaður. Men stjórin í Faroe Travel heldur ikki, at tingini eru so einføld.
- Tað kann væl vera, at Faroejet hevur trýst ferðaseðlaprísirnar niður, men ótakk er verðsins løn. Tú fært ikki nakra tøkk í hesi bransju, sigur Dánjal Poulsen.