Undirgrundar semjan

Øll útspilling av ríkisfelagsskapinum er enn einaferð gjørd til onkis við semjuni ímillum Ríkiselagsskapin og Bretland um undirgrundarmarkið.

Hendan avtalan, eins og nógvar aðrar, ið gjørdar eru, vísa at Føroyar eru frælsir eins og fuglurin. Mangt eitt fullveldið livir av sonnum í trælakorum í mun til okkum.

Loysingarflokkarnir royna, við hjálp av milliónum av skattakrónum, at fremja ein sannan ágang ímóti ríkisfelagsskapinum, við at koma við ósonnum endurtøkum; so sum at hesin er ?ófrælsi?, at ?ríkisfelagsskapurin ikki er til?, og at hendan skipan bert er ?vavgreytur? og ?fløkjustampur?. Ein sleppur tó ikki undan tí veruleika, at hendan skipan Í VERKI hevur sýnt, at hon eisini megnaði at lyfta Føroyar úr tí stóru kreppu, í millum annað vánalig stýring her á landi koyrdu Føroyar í.


David feldi Goliat:

Seinast megnaðu Føroyar (í Ríkisfelagsskapinum) , at fella Goliat, sum onkur loysingarmaður errin segði frá tingsins røðarapalli um undirgrundaravtaluna.

Tað er ringt at skilja, at somu fólk ikki vilja viðurkenna, at avtalurnar eru fingnar undir einari heimastýrisskipan ? sum við at verða ramma um slíkar avtalur hevur prógvað, at hon er ein góð og nýtilig skipan, sum vit kunnu liva við ? og helst betra - um Sambandsfloksins ráð á hesum øki verða fylgd.

Veruleikin sýnir, at Føroyar í Ríkisfelagsskapinum hava stórar møguleikar.

Bert spell, at loysingarflokkarnir ikki vilja góðtaka tað. Higartil hava teir als onki kunna víst á, ið ger at Føroyar og føroyingar á nakran hátt fáa eitt betri land at búgva í eftir at ein romantiserað loysing (fullveldið) er framd. Tvørturímóti.

Men ofta velja teir heldur at blokera fyri menning Føroya við at lata vera við at nýta møguleikar føroyinga undir núverandi ríkisfelagsskipan ? fyri á hendan hátt at ?prógva? at ríkisfelagsskapurin er avmarkandi.

Um ein tilvita ikki nýtir góðar møguleikar og rættindir, ber tað ikki í sær, at vit ikki hava hesi rættindi.

Um ein tilvita stýrir vánaliga, ber tað ikki í sær, at skipanin ein stýrir eftir ikki kann nýtast.

Eg vil halda, at tað er ein óbótagerð ímóti føroya fólki at reka loysingarpolitikk við at lata vera vit at nýta teir góðu møguleikar okkara heimastýrisskipan gevur á nærum øllum økjum.

Vónandi er seinasta avtala við bretar ikki bert eitt prógv um at ríkisfelagsskapurin er ein góð skipan, men eisini ein ábending um, at ríkisfelagsskapurin framyvir verður nýttur til at menna Føroyar meira, enn vit ofta hava sæð higartil.


Vinarliga

Marjus Dam, Løgtingsmaður