Føroyska listakvinnan Sigrun Gunnarsdóttir vekir nú rættiligan ans í Japan. Herfyri keypti Nagoya University of Arts tríggjar av hennara málningum, eftir at hon hevði havt eina framsýning í býnum. Áhugin fyri framsýningini hevur nú eisini við sær, at enn ein listaframsýning við verkum eftir Sigrun Gunnarsdóttir letur upp í japanska býnum Gifu í september mánaða.
Óvanligt tilboð
Tað var eitt tilboð, Sigrun Gunnarsdóttir ikki kundi siga nei til, tá hon í juni mánað fekk møguleikan at fara til Japan at arbeiða og vísa sína list fram. Tilboðið fekk hon, eftir at hava tikið lut á einum donskum listaverkstaði, har nakrir listakønir japanar høvdu fingið eyga á listina hjá føroysku listakvinnuni.
Sum listafólk fært tú neyvan eitt betri tilboð, og Sigrun Gunnarsdóttir ivaðist heldur ikki í at taka av. Í seks vikur slapp hon at ráða yvir egnum atelieri, beint í einum serliga kveikjandi listaumhvørvi á universitetinum í japanska býnum Nagoya við møguleika at sýna fram í einum stórum framsýningarhøli.
- Har vóru serliga nógv ung fólk, og tað gevur altíð nýggjan og spennandi íblástur. Og sjálvandi var tað eisini nakað heilt serligt at arbeiða saman við japanum. Tú lærir ótrúliga nógv av at arbeiða saman við fólkum, sum hugsa heilt øðrvísi, enn tú sjálv, sigur Sigrun Gunnarsdóttir.
Við nýggjum eygum
Sjálv heldur Sigrun Gunnarsdóttir, at hon flutti seg ikki sørt sum listakvinna hesar vikurnar. Millum annað royndi hon seg við at flætta ymisk japansk tekn inn í málningarnar.
- Tað eru jú ymsir mátar, tú kanst flyta teg sum listafólk. Í Japan upplivdi eg eisini eina enn sterkari kenslu við teimum myndevnum, eg longu arbeiði við frammanundan. Ofta skalt tú jú burturfrá fyri at síggja tað vælkenda við øðrum og nýggjum eygum, greiðir listakvinnan frá.
Nú stendur henni so í boði at sýna fram í Japanska býnum Gifu í september mánað. Sjálv heldur Sigrun Gunnarsdóttir tað vera ringt at meta um, hvat hevur vakt japanska áhugan fyri hennara list, men onkar ábendingar hevur hon fingið.
- Tey hildu mína list vera øðrvísi. Ofta fekk eg eisini at vita, at mínir málningar tóktust so róligir, sigur Sigrun Gunnarsdóttir.
Hvat næsta framsýningin í Japan hjá føroysku listakvinnuni fer at føra við sær, er ilt at spáa um. Fyribils fegnast Sigrun Gunnarsdóttir bara um eina sera stóra uppliving, og at hon á hendan hátt kanska hevur verið við til at lata eina forkunnuga dyr upp fyri føroyskari list úti í heimi.