at baka rundstykki sunnudag og fyri nøkrum døgum síðani stóð himmal og jørð í einum, tí vandi var fyri, at vit ikki skuldu sleppa at keypa rundstykki ímillum klokkan 10- og 14 sunnudagar, sigur ein út [...] Annars stendur tað øllum fiskiskipum og størri bátum púra frítt fyri at fiska sunnudagar, men tað hava teir smáu útróðrarbátarnir undir 15 tons ikki havt loyvi til. Og tað hava teir verið sera misnøgdir [...] afturat. Samgongan er samd um at taka bannið av og í løtuni verður ein kunngerð orðað, har tað verður boðað frá, at bannið verður tikið av, segði hann. Og hetta váttar Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í f
verið, at PEN-fløskurnar eru patenteraðar, og tí hevur ikki borið til hjá føroysku bryggjaríunum at fingið hendur á teimum. Nú er hetta tó eydnast hjá Føroya Bjór, og fyrstu fløskurnar eru longu komnar á marknaðin [...] Hetta er annars nakað, sum bara Carlsberg og Tuborg hava kunnað bjóða. Føroya Bjór hevur annars í nøkur ár havt PEN-fløskur, men hesar hava verið í størra lagi og hava tí ikki fingið ta heilt stóru undirtøkuna [...] manna. Eisini hava bæði Føroya Bjór og Restorff upp undir eitt nú ólavsøkuna tappað øl í PET-fløskur, men hesar eru ikki serliga væl egnaðar til øl, tí tær »anda«, og verður løðurin tí nakað deydligur,
fluttu foreldur hennara úr Kunoy og inn á Bumshamar í Klaksvík at búgva. Sanna og Sivar fingu fýra børn: Mia, Magnus, Kaja og Munda. Tær tríggjar búsettust í høvuðsstaðnum og Magnus í Klaksvík. Kaja doyði [...] síðani. Sivar var sjómaður, og tá ið hann var eldri og uppilagstur, var hann sera hugnaligur og fryntligur at koma á tal við. Munda arbeiddi sum ung í handli. Hon var hjá Kemma og hjá Gudda. Bjarni, sum er [...] sonur Mallu og Edvard Jacobsen í Svínoy. Tey fingu fýra synir - Bjarni, Helgi, Atli og Ingi. Helgi býr í Klaksvík, Atli á Eiði og Ingi í Havnini. Øll, sum hava verið í Svínoy, komast við Mallu og Edvard, sum
skúlar og ellisheim, og tað var tað, sum landsstýrið bað um. Nú hevur landsstýrið fingið tað, sum tað bað um, og nú má altso hasin sokallaði løgmaðurin fara at gevast og ikki elva til meira klandur og stríð [...] skilur eingin. Vit upplivdu eina stóra og sterka framburðstíð undir seinastu samgongu, og nú stríðast javnaðar- og sambands- og fólkafloksmenn av øllum alvi við at sorla og morla alt niðuraftur. Ella, kanska [...] fyri, og so tað betra slagið. Á fíggjarlógini hava teir strikað og lækka teir allar játtanir til tey minni mentu og tey brekaðu, og samfelagið hevur fingið eina ta størstu slagsíðuna nakrantíð. Og væl duga
syftu ikki so galið. Men tað sum í veruleikanum hendur er, at vit fáa eina ótrygga tænastu. Tað sum eg skilji er, at sáttmálin ímillum Fiskimálaráðið og Atlantic Airways er soleiðis, at Atlantic fær uml [...] Airways, sum fær 14 mill. kr. til sjúkraflutningin, so er hesin trupulleikin loystur, og vit kunnu framvegis brúka "Teistan", og tey skip sum annars verða nýtt. Vit koma at fáa ein munandi verri tænastu við tyrluni [...] m. Tyrlan hevur meira enn nokk at síggja til! Teir hava leiting og bjarging á sjónum. Teir hava eftirlitsflúgving, teir hava leiting og bjarging á landið. Teir hava bráfeingist flutning, har ið tørvur
vera við teimum beiggjunum Paula, Jensi og Johannesi, bæði eystanfyri eftir nátungum, og vestanfyri eftir fugli. Væl minnist eg tá farið var vestur undir bjørgini, og leitað var uppi í Fløttin undir ánni [...] arbeiddu vit Pauli saman á Kolinum, Pauli var formaður í minuni, eg átti vørubil og koyrdi mennirnar til arbeiðis um morgunin og heim um kvøldið, arbeiddi eisini inni í minunum. Eg fór í huganum yvir, hvørjir [...] at frændi mín Joen Pauli Hammer var fluttur heim til Harran. Pauli var elstur av níggju systkinum, og byrjaði sum siður var í stórum familjum, at taka lut í øllum fyrifallandi arbeiði. Líka frá tí eg var
nógv um fakfelagspolitikk. Bæði pápi mín og systkin hansara vóru virkin fakfelagsfólk í nógv ár og pápi mín var stjórnarlimur í Føroya Arbeiðarafelag í eini 10 ár. Og fastur mín var við til at stovna Arbe [...] ið føroyska fakfelagsrørslan traðkaði sínar barnaskógvar og stór og grundleggjandi mál vóru at taka støðu til. Ágangurin á feløgini var øgiligur og stríðið var mangan hart. Tí var eyðsæð, at tá ið so nógv [...] dagar um vikuna. Og vit vóru bara tvey fólk á skrivstovuni, eg sjálv og ein kassameistari. Tá vóru nevndarfundir eisini bara einar tvær ferðir um árið. ? Nú er skrivstovan opin hvønn dag, og vit eru fýra
drignir út. Men kortini syngja øll í kórinum eitt og sama lag. Tú kemur nærri móti Arkaduni, og nú er greitt, at her er talan um Kingo-sang. Og nú kennir tú fólkið, - hetta eru jú Kingo-sangarar úr Tjørnuvík [...] ljóðumstøðurnar av teimum bestu til slíkan sang, og tað hoyrist beinanvegin, at hesi fólkini syngja av hjarta og við megi. Tey syngja nakrar sangir, og síðani verður plássið latið yvir til yngri sangarar [...] stillað Hetta skuldi jú verða ein túrur í andaligum umhvørvi, og tí nýtti Sigrið og hini í fyrireikingarbólkinum eisini nógva tíð í bøn og Bíbliulestri fyri túrinum. Sjálv fekk Sigrið eisini eina váttan
offrunum, sum hava gingið og malið síðan vanlukkan hendi, leypa á sløkkiliðsmenninar og rópa og skríggja um hjálp. Tey vera skúgvað til viks, meðan brandmenninir bera skjótt at, og byrja at sløkkja eldin [...] løtuni. Nógvar hendur at hjálpa, sum tó ikki heilt vita hvat tær skulu gera... Løgreglan er komin, og nú verða offrini, sum hava gingið og malið, síðan vanlukkan hendi, endiliga savnað og sett inn í ein [...] eitt av hjólunum og førarin missir tamarhaldið á bussinum. Hann koyrir frontalt inn í ein mótkoyrandi bil og báðir bilar steðga á staðnum. Ein lastbilur, ið eisini er á veg til Vágar, og sum koyrir aftanfyri
Deja Vu. Og tað hevur sjálvandi heldur ongantíð verið meingingin. Her er heldur talan um flottan og vælspældan tónleik. Og Deja Vu hevur tíbetur verið í upptøkuhølunum og eisini fingið kønar hendur at hjálpa [...] tí góðskan á spæli og ljóði er sera høg. Deja Vu hava gjørt sær ómak og eisini brúkt nógvan pening, nakað meira enn 300.000 krónur. Niclas Johannesen og Jón McBirnie hava framleitt og Óli Poulsen hevur [...] Deja Vu vunnu sær ikki sess í semifinaluni, og gjørdi hetta kanska ein part av lurtarum og/ella fjepparum bilsin. Men sum navnið so rámandi ber boð um, so koma teir nú sterkt aftur í aftur. Limirnir sleppa