Roknimeistari í fullveldismálum

Helgi Abrahamsen
???

Seinasta leygardag setti eg, í eini stuttari blaðgrein, eitt einkult roknistykki upp, sum vísti, hvussu nógv løgtingssamtyktin um at lækka blokkstuðulin við 366 mió. krónum um árið, higartil hevur kostað. Úrslitið vísti, at henda eina løgtingssamtyktin hevur higartil kostað føroyingum 1.281 mió. krónur. Síðani divideraði eg talið við 6.000, (sum er talið av pensjónistum í Føroyum), og kom til tað úrslit, at blokkniðurskurðurin hevur higartil kostað 213.500 krónur fyri hvønn pensjónist í landinum.
Høgni Hoydal hevur helst fingið ilt í samvitskuna av hesi greinini, og í Dimmalætting mánakvøldið roynir hann at vaska hendur. Tað skilji eg sera væl.
Høgni trein inn á politiska pallin í 1998 við at siga føroyingum, at blokkstuðulin fíggjaði onga væl-ferð í Føroyum. Hann segði, at tað kundi prógvast, at pengarnir fóru til onnur endamál, og at um vit strikaðu hesa inntøkuna, so fór hetta als ikki at ganga útyvir føroysku vælferðina. Í dag síggja vit øll, at hetta var ikki so, og tí má Høgni gera alt fyri at venda kjakinum aðrar vegir, nú eg kanska gekk tí ov nær. Hetta var høvuðsendamálið við grein hansara mána-kvøldið.
Høgni roynir at gera gjøldur burtur úr míni blaðgrein við at siga, at hetta er bara nakað, sum eg havi roknað út við lumma-roknara. Nú veit eg ikki, hvørji amboð Høgni brúkar, tá hann roknar, men um so er, at hann hevur onnur betri amboð enn lummaroknara, so skal hann vera meira enn vælkomin at siga okkum frá, um hesi framkomnu amboð skuldu komið til annað úrslit enn at 366 milliónir ferðir 3,5 er 1.281 milliónir. Eisini skal hann vera vælkomin at boða frá, um 1.281 milliónir býttar millum 6.000 pensjónistar geva annað úrslit enn 213.500 í part. - Eg bíði við spenningi.
Síðani spælir Høgni hasa gomlu plátuna um at Føroyar fóru á heysin undir verandi samfelagsskipan. Men hann gloymur (aftur hesa ferð) at fortelja okkum, undir hvørjari skipan tað var, at Føroyar reistu seg aftur aftaná kreppuna. Var tað ikki eisini undir heimastýrisskipanini og við fullum blokkstuðli ? Ella veit Høgni um nakra sam-felagsskipan, sum er so genialt samansett, at tað ikki ber til at fara á heysin undir henni, líkamikið hvussu tú stýrir ?
Høgni vísir síðani á, hvussu Tjóðveldisflokkurin hevur raðfest, tá hann hevur sitið í samgongu, og sum dømi um hetta nevnir hann bara seinastu tvey valskeiðini. Hví fer hann ikki longur aftur ? Er kanska okkurt har, sum ikki er so huga-ligur lesnaður ?
Hann sigur síðani: "Harafturat høvdu vit yvirskot hvørt ár á fíggjarlógini, tí vit brúktu ongantíð meira enn vit tjentu". Her gloymir hann at siga, at í 2004 gjørdi Tjóðveldisflokkurin eitt alternativt fíggjarlóg-aruppskot sum hevði 100 mió. krónur í halli áðrenn avdrøg, hóast 600 mió. krónir í blokkstuðli stóðu á inntøkusíðuni. Tað vil siga, at 700 mió. krónur manglaðu í, um ein "fullveldisfíggjarlóg" var endamálið. Og eg má spyrja: Hví gjørdi Tjóðveldisflokkurin ikki aftur eitt alternativt fíggjarlógaruppskot fyri 2005 ? Var tað kanska ov píniligt og avdúkandi ?
Høgni reypar í greinini um peningin sum teir spardu upp. Veit hann ikki av, at upphæddin sum teir spardu upp var nógv minni, enn tað sum landskassin fekk í blokkstuðli tey árini meðan teir sótu í Tinganesi? Hvat vóru tað so fyri pengar, sum teir spardu upp?
Og so spælir hann enn einaferð í hesari greinini leiklutin sum tann rættvísi, sum ikki kann góðtaka, at menn sum hann og aðrir tingmenn, ið hava stóra inntøku, fáa skattalætta. Men hví hava tingmenn so stóra inntøku ? Var hetta ikki eitt tað fyrsta, sum fullveldislandsstýrið syrgdi fyri eftir valið í 1998, at lønin hjá tingmonnum skuldi hækka ? Heldur Høgni at føroyingar hava gloymt tað ?
Restin av greinini er ein roynd at benda kjakið burtur frá evninum, so tað lati eg liggja.