Heri Ziska
????
Tað er syrgiligt at hoyra fólkavaldar politikarar (og onnur politiskt aktiv) leggja alla ábyrgd frá sær, hvørja ferð okkurt hendur, sum er óbehageligt hjá teimum, sum standa fyri raðfestingum í løtuni. Seinasta dømi er, nú politiska raðfesting av útreiðslum á fíggjarlógini ber so í bandi, at tað mangla pengar til at taka sær av teimum veiku í samfelagnum.
Tað er rætt at blokkurin er skerdur nógv. Tað er eisini rætt, at tað var ein av undanfarnu samgongum, sum skerdi blokkin. Men hetta vóru ting, sum øll valevnið, uttan undantak, vistu um, áðrenn tey valdu er stilla upp til seinasta løgtingsval. Tí er tað sera hugstoytt at hoyra, at alt ilt sum hendir, kemur av tí, sum ein av nógvu undanfarnu samgongunum samtyktu. Um eitt valevnið ikki er ført fyri at leiða hetta land inn í framtíðin við teimum fortreytum, sum eru í løtuni, so er eittans ting at gera, og tað er at takkað "nei takk" til tilboðið um at stilla upp til val og lata menn og kvinnur koma framat, sum eru før fyri at leiða Føroyar inn í framtíðina.
Annars so er tað áhugavert at síggja, at tað er ein skerdur blokkur, sum er orsøkin til, at vit ikki kunna taka okkum av okkara gomlu og veiku í samfelagnum. Men hesin skerdi blokkurin er nóg stórur til: skattalættar, løgmanssæti, løgtingshús, stuðul til rækjuvinnu osf.