Kl. 10:45 týsmorgunin fekk Heðin Mortensen nevniliga handaðar umleið 900 undirskriftir frá fólki sum biðja býráðið um at loysa trupulleikan við matútberingini.
- Vit ynskja trupulleikan loystan, soleiðis at tey gomlu kunnu fáa heitan mat hvønn dag, sigur Ragna Reinert, sum er ein teirra ið hevur tikið stig til hesa innsavningina.
Fyrrapartin vóru hon, Unn Patursson og Malla Midjord og handaðu undirskriftirnar, sum hava ligið frammi í handlum og aðrastaðni síðani fríggjadagin í farnu viku. Tað er ein bólkur frá røntgendeildini á Landssjúkrahúsinum, sum hevur tikið stig til hetta.
Fyri øll hesi 900 er tað so, at tá tað gongur út yvir menniskju, so má okkurt gerast.
Fylgja við
Bæði Ragna og Heðin vóru bilsin um stóru undirtøkuna, sum hetta mótmælið hevur fingið. Og bæði vónaðu tey, at okkurt fór at henda í hesum málinum sum skjótast.
- Hetta er eitt tekin um at fólk fylgja væl við í tí, sum hendir í samfelagnum, og gera nakað, tá slíkar sparingar raka ein ávísan bólk.
- Vit ætla so ikki at sita hendur í favn. Nú má okkurt henda, segði Heðin Mortensen, tá hann fekk handað hesar undirskriftirnar.
Fundir hava verið við landsstýrismannin í almannamálum, Hans Paula Strøm, um málið. Og nú ætlar Heðin sær so aftur á fund við Hans Paula, so hetta málið kann verða loyst sum skjótast.
Og málið hevur veruliga skund, tí útberingin av matinum steðgaði eftir ætlan mikudagin.