Aftur í armóðina?

Jákup Lindenskov

??????????
Er ætlan løgtingsins veruliga at beinskera sosialu skipanir okkara, sum vit nú síggja sum hóttandi flóðaldu, sum fyrst og fremst skal raka tey okkara, veikast eru, teimum verður knívurin nú beinleiðis settur á barkan, so grefliga, at vit vera førkað langt aftur í armóðstíðina.
Embætisverkið ger óivað sína skyoldu eftir lógarinnar bókstavi og samtyktum løgtingsins.

Hevur Javnaðarflokkurin onga ávirkan í fíggjarnevndini?
Men spursmálið er, um politikararnir snorksova. Tað letur næstan til, at allir sum ein vaska sínar hendur. Látast sum teir ikki hava ánilsi av tí, sum nú fer fram.
Hvat hendir? Hvørs er ábyrgdin av skilaloysinum og hurlivasanum við fíggjarliga stuðlinum til umsorgararbeiði í hesum fíggjarári? Hetta mugu tingmenn okkara svara fyri og fáa skil á, bara at koma við akademiskum finessum og burturforkláringum er at halda veljaran fyri tað turra spott.
Er tað fíggjarnevndin, sum her hevur skvikið so tað nú svíður?
Tað kann gott vera, at nú sansar at fíggjarliga so tað svíður, men tað er so stutt síðani, at tingið blakaði hundraðtals milliónir á bláman uttan at blunka ? og nú skríggja teir somu politikarar, tí budgettið heldur ikki.
Eitt er skommin, hinvegin eru tit settir at stýra, tó ikki aftur í armóðina?