Bárður Nielsen spælir høgt spæl

Men hann skal ikki trúgva at hann fær so lætt spæl, sum hann heldur, sigur Gunnleivur Dalsgarð, formaður í landsins størsta fakfelag.

Sáttmálasamráðingar

Bárður Nielsen spælir høgt spæl. Men eg kann forvissa hann um, at hann skal ikki sleppa so lætt, sum hann heldur.
Gunnleivur Dalsgarð er formaður Starvsmannafelagnum, sum er landsins størsta fakfelag, og hann er í øðini inn Bárð Nielsen, eftir at hann vrakaði semjuna, sum SEV og Maskinmeistarafelagið gjørdu seint leygarkvøldið.
? Eg fái meg ikki at trúgva, at Bárður Nielsen hevur politiska undirtøku fyri hesum í landsstýrinum.
? Men eg fari undir øllum umstøðum at ávara Bárð Nielsen og alt landsstýrið ímóti halda fram í hesum sporinum, sum tað nú er lagt upp til.
? Eg kann vissa bæði Bárð Nielsen og alt landsstýrið um, at tað skal ikki verða so lætt, sum teir halda.

Aldrin verið meiningin
Gunnleivur Dalsgarð sigur, at tað, sum er hent í hesum málinum, er, at Bárður Nielsen hevur kolldømt eitt úrslit, sum tveir partar á arbeiðsmarknaðinum hava rokkið í semingi.
? Tá ið landsstýrismaðurin skal góðkenna sáttmálan, kann tað aldrin hava verið meingin, at hann skal góðtaka lønarásetingina. Tað einasta, hann skal syrgja fyri, er, at sáttmálin harmoniserar við aðrar sáttmálar og annars lýkur lógarinnar krøv.
? Við at leggja seg út í lønarhækkingina, hevur landsstýrismaðurin í veruleikanum tikið samráðingarrættin frá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum og tað kann fakfelagsrørslan í Føroyum ikki standa modell til.
Bárður Nielsen sigur, at hann kann ikki góðkenna SEV-sáttmálan tí hann gevur ov stóra lønarhækking og hann stúrir fyri, at hesin sáttmálin fer at verða brúktur sum fyrimynd í almennu lønarsamráðingunum, sum verða seinni í heyst og tað hevur landið ikki ráð til, heldur hann.
? Eg kann vissa Bárð Nielsen um, at vit seta okkara krøv fram uttan mun til, hvat stendur í øðrum sáttmálum.
? Semjur, sum onnur hava gjørt, fær onga sum helst ávirkan á okkara krøv. Vit farta at seta okkara krøv eftir, hvat vit halda er tann rætta lønin hjá limum okkara eftir teirri gongd, sum er í samfelagnum. Tað er so einfalt, sum tað fær verið.
Formaðurin í Starvsmannafelagnum sigur, at tað, sum nú er farið fram, er ikki annað enn ein víðariføring av tí, sum hendi, táið privati arbeiðsmarknaðurin gjørdi sín sáttmála fyrst í mai.
? Tá sendu arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevarafløgini eina felags yvirlýsing, har tey staðfestu, at almenni arbeiðsmarknaðurin ikki skuldi hava hægri lønarhækking.
? Tað sum so hendur nú váttar bara mín illgruna um, at Bárður Nielsen hevði fingurin við í teimum samráðingunum, meiri enn gott er.

Skal ikki fáa tað so lætt
Men Gunnleivur Dalsgarð sigur, at hetta er at taka samráðingarrættin frá fakfeløgunum og tað fara tey ikki at góðtaka.
? Hetta er ómetaliga provokerandi og eg kann vissa landsstýrismannin um, at hann skal ikki fáa tað so lætt, sum hann kanska heldur, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum.
?Tað, sum Bàrður Nielsen sigur, er, at hann góðtekur onga lønarhækking. Sostatt hevur hann longu gjørt, at vit skulu onga lønarhækking hava, sum arbeiða hja tí almenna. Hetta er at taka samráðingarrættin frá okkum og tað er eitt ótrúliga grovt álop á alla fakfeløagsrørsluna og tað skal ikki vera so lætt, sigur hann.