Býráðsfundurin hóskvøldið var drúgvur, og bunkin av málum var stórur. Tá býráðslimirnir fóru til hús, høvdu tey játtað og markað ikki færri enn 138 milliónir krónur. Pengarnir fara tó ikki av kassanum beint her og nú, men talan er um íløgur, ið fevna um 2-3 ára ætlanir.
Umframt tær 138 milliónirnar, sum nú eru játtaðar og markaðar, liggja 93 milliónir av játtaðum íløgum, sum undanfarna býráð ikki framdi í verki.
Tey stóru málini
Størsti posturin hetta kvøldið var uppskotið um eitt nýtt røktarheim við Hoyvíkstjørn. Býráðið góðkendi hóskvøldið kostnaðarmetingina áljóðandi góðar 28 milliónir krónur, og arbeiðið verður boðið út í næstum. Røktarheimið fer at hava 24 búðpláss.
Umframt hesa ítøkiligu ætlanina hevur býráðið eisini keypt eitt øki á 18.000 fermetrar við Boðanes úti við Strond. Økið liggur beint niðanfyri Lágargarð, og økið er avsett til útbygginar á eldraøkinum.
- Bráfeingis-tørvurin er stórur, og vit kunnu ikki sita hendur í favn. Hetta er eitt landsmál, men einki hendir, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.
Hóast eldraøkið framvegis er eitt økið hjá landsstýrinum, er býráðið farið í gongd við stórar útbyggingar á økinum. Eldrasambýlið í Vallalíð letur skjótt upp, og tað fer at betra munandi um støðuna. Tað er tó framvegis landið, sum rindar raksturin fyri heimini.
Umframt at byggja nýtt hevur býráðið samtykt pening at gera eina kanning av tørvinum á eldraøkinum. Hendan kanningin skal vera grundarlag undir komandi útbyggingum á eldraøkinum.
Ytri Ringvegur
Vegakervið í høvuðsstaðnum verður eisin útbygt í næstum. 21 milliónir eru samtyktar til Ytra Ringveg, sum fer at binda teir ovaru býarpartarnar í hoyvíkshaganum saman.
Landsverk fer at gera ein part av arbeiðnum, men kommunan er longu farin í gongd. Harumframt verður eisini farið í gongd við Glyvursveg, sum skal betra um ferðsluviðurskiftini hjá argjafólki. Nýggjur vegur skal gerast frá Hamaranum á Argjum og bindast í ringvegin omanfyri kirkjugarðin. Arbeiðið er mett at kosta 8 milliónir.
Stórar útbyggingar á ítróttarøkinum
Býráðið hevur eisini gjørt eina langtíðar fíggjarætlan, og her verður ítróttar- og frítíðarøkið raðfest høgt.
Fyri árið 2005 eru avsettar 2,6 milliónir, í 2006 eru avsettar 8 milliónir, og í 2007 og 2008 ætlar býráðið at nýta 16 milliónir hvørt árið.
Hesir pengarnir fara fyrst og fremst til rennibreyt og til tríggjar nýggjar ítróttarhallir til fimleikafeløgini í Havn.