Útlendingamál
? Tað er ein skandala, soleiðis sum útlendingar í Føroyum verða viðfarnir.
Tað heldur Høgni Hoydal, løgtings- og fólkatingsmaður.
Tað var eisini hann, sum umsat útlendingamál í undanfarna landsstýrið.
Hann leggur afturat, at hetta er ein skandala, sum samgongan sjálv hevur skapt og sum alt landsstýrið má bera ábyrgdina av.
? Men tað allarringasta er, at hetta er ein skandala, sum sum vit kundu sloppið undan, tí tjóðveldisflokkurin hevur alla tíðina ávarað júst ímóti hesi støðuni, sum nú er íkomin.
Høgni Hoydal sigur, at tá ið hann umsat útlendingapolitikkin í landsstýrinum, gjørdi hann eina avtalu við donsku stjórnina um, hvussu útlendingapolitikkurin skuldi skipast, samstundis sum viðgerðartíðin varð stytt niður í tríggjar ella fýra vikur.
? Ein partur av avtaluni var at geva ítróttarfólki eina smidliga skipan og ein annar partur var, hvussu farast skuldi fram ímóti ólógligari, útlendskari arbeiðsmegi.
Men samgongan slitnaði beint áðrenn avtalan varð undirskrivað.
? Endamálið var at útlendingamálið skuldi yvirtakast. Men samgongan, sum nú situr, hevur altso ikki viljað yvirtikið útlendingamál. Samstundias hevur hon vavt allan útlendingapolitikkin upp í ein ellubita.
Gera útlendingar til ein trupulleika
Høgni Hoydal sigur, at hann sær bara eina orsøk til tann útlendingapolitikk, sum hendan samgongan førir og tað er, at fólkaflokkurin hevur í valstríðnum til løgtingsvalið og fólkatingsvalið gjørt útlendingamálið til ein trupulleika.
Hann sigur, at ein orsøk til ruðulleikan er, at samgongan royndi at seta Jógvan við Keldu upp á pláss við at kunngerða, at hereftir skuldi politikkurin vera, at teir útlendingar, sum vóru í Føroyum, skuldi sleppa at verða verandi, men at tey, sum ætlaðu at koma fyrstu fer, mugu bíða, til greiðar reglar eru gjørdar.
? Hetta hevur skapt ómetaligar trupulleikar, tí nú fær embætisverkið í innlendismálaráðnum, hjá løgregluni og hjá útlændingestyrelsen ongar sakligar fortreytir at viðgera umsóknirnar eftir. Úrslitið er, at útlendingar í Føroyum verða ikki viðgjørdir eins og tí er tað ein vónleys uppgáva hjá embætisfólkunum. Sakliga kunnu embætisfólk ikki viðgera summar umsóknir og ikki aðrar.
? Avleiðingin er at rættartrygdin er fullkomiliga sett til viks, tí grundarlagið undir rættartrygdini er, at øll verða viðgjørd eins. Samstundis er avgreiðslutíðin farin at taka mánaðir og ár.
Eitt syndarligt dømi
Høgni Hoydal sigur, at sum fólkatingsmaður hevur hann hjálpt einum 30 útlendingum at fáa gongd á málini.
? Men júst tað at tað skal vera neyðugt hjá einstøkum politikarum at taka málini upp,vísir hvussu illa tað er statt við rættartrygdini á økinum, tí tað kann ikki vera meiningin, at bara tey, sum kenna onkran, kunnu fáa málini avgreidd.
? Men orsøkin er, at samgongan hevur skapt slíkan ruðulleika á økinum, at øll málsviðgerð er at kalla steðgað.
Ein trupulleiki við útlendingamálinum er, at tað eru so nógvir myndugleikar uppií, bæði Landsstýrið, løgreglan og útlændingestyrelsen.
Tí mælir Høgni Hoydal enn einaferð til at útlendingamálið verður yvirtikið á føroyskar hendur ongantíð ov skjótt, so at vit fáa eina greiða skipan.
Sjálvur heldur Høgni Hoydal, at málið um Natashu Vukotic í Hvalba, sum vit greiddu frá í Sosialinum í gjár, er eitt syndarligt dømi um tann ruðulleika sum valdar í útlendingapolitikkinum hjá samgonguni.
? Onnur lond hava trupulleikar av flóttafólki og av stórum bólkum av útlendingum, sum hvørki hava arbeiði og sum savnast í eina getto, uttan at verða integrerað. Teir trupulleikarnar hava vit ikki í Føroyum. Útlendingarnir í Føroyum, skulu hava arbeiði og íbúð og so har tær treytirnar eru lúkaðar, hava vit bara dømi um væleyndaða integratión í samfelagnum.
? Fyrsta treytin fyri at sleppa undan trupulleikum, er at hava púra greiðar reglur á økinum.
Sjálvur heldur Høgni Hoydal at tað er púra burturvið at senda fólk sum Rapa-hjúnini og Natasha Vukotic í Hvalba landinum, so leingi tey ikki bróta lógina, men lúka treytir.
?