jeg mere at lære af Daniel Hansen end han af mig.” Tað var annars vanligt at læra blind at gera bustir og tílíkt, men hetta var ikki neyðugt í hesum førinum. Annars plagdi Dánjal at siga, at tað hóast [...] var so næmur, at tá ið tey høvdu lisið fyri honum tríggjar ferðir, so dugdi hann tað. Boðin at fara av landinum at lesa Dánjal greiddi m.a. frá í blaðnum Magn í 1977: Eg fór so at ganga at lesa og bleiv [...] og vit løgdu at borði. Tá sigur Hanus við meg: “Nú, Dánjal, nú er tú konfirmeraður. Hvat fer tú nú at gera?” Eg segði so, at prestur vildi hava meg burtur at læra, men mær dámdi best at fara á sjógvin
nakað betur í verjupartinum, og høvdu heimamenninir verri við at spæla seg ígjøgnum. Spælið hjá B36, eins og støðan hevur verið í so at siga alt ár, bar ikki brá av meistaraspæli, og gjørdi hetta ikki uppgávuna [...] Mortensen púra leysur, men Meinhard Joensen bjargaði. Nógvu møguleikarnir hjá NSÍ stóðust av at B36 ikki megnaði at halda upp á bóltin, og tá ið NSÍ fekk bóltin, gekk sera skjótt fram eftir vøllinum. B36 spældi [...] neyðugu orkuna eftir til at framhaldandi skapa dystin. NSÍ hevði ikki nakran upplagdan møguleika í seinna hálvleiki, men hinvegin hevði B36 tveir rímiliga stórar málmøguleikar at avgera dystin. 20 minuttir
var ikki annað at gera, enn at byrja av nýggjum upp á sangirnar, og vit máttu líkasum siga við fólk, at tey vóru væl komin at dansa til tónleikin hjá okkum. Hetta var so fremmant fyri tey, at tey vistu ikki [...] vóru so frekir, at vit fóru niður undir at spæla. Stillaðu okkum undir balkongini. Tá ið fólk so komu at lurta, skiltu tey als ikki, hvat tað var, sum gekk fyri seg. Tey stóðu bara og hugdu at okkum, meðan [...] fegnir um, at útlendskir bólkar komu til landið at taka arbeiðið frá íslendskum tónleikarum, men Faroe Boys sluppu inn um mark. - Áðrenn fyrsta tiltakið vórðu vit ávaraðir um, at tað var ikki vist, at tað fór
liðnum. Hvat hetta ber við sær er ilt at siga, men í Fuglafirði í gjár var eyðsæð, at Tróndur var ein stak ónøgdur maður. Ein annar maður, sum heldur ikki tóktist at vera heilt nøgdur, var Jákup á Borg. [...] hugnaðu sær við bóltspæli í steðginum, sat Tróndur á beinkinum – einsamallur. Vit hava roynt at fáa greiði á, hvat trupulleiki hansara er, men Tróndur ynskir ikki at úttala seg. – Eg havi fingið eina frágreiðing [...] optimala, ber illa til hjá HB at vinna dystir. Spurningurin er, hvat HB-venjarin nú skal finna upp á? Og spurningurin er, hvat leiðslan í HB skal finna upp á, tí tað ber illa til at liva við einum venjara, sum
B71 hevur lagt sjógv niður til hini liðini í tyngra endanum. Tvey meinlík mál Tað ber ikki til at siga, at argjamenn ikki vóru á vøllinum tá dysturin byrjaði. Men okkurt høvdu teir gloymt eftir í umklæ [...] undir nakað sum líktist einum stórsigri. Í fótbóltsheiminum verður ofta sagt um óvæntað mál, at tað var sum at fáa kalda pøs av vatni í skortin. Argjamenn fingu tvær av slagnum áðrenn teir raknaðu við. Fyrstu [...] lyftur bóltin upp um Magnus Poulsen í AB-málinum. Tíggju minuttir seinni ynskir Símin Hansen at prógva, at tað ikki bara eru brasiliumenn, sum duga slík kynstur og eisini hann lyftur bóltin upp um málverjan
Blaðungur fór hann at spæla baryton í Klaksvíkar Hornorkestri og stutt eftir trombon ella trekkbasun. Síðani hann flutti til Havnar at arbeiða, hevur hann spælt í GHM, og tað kemur framvegis fyri, at hann ferðast [...] Landsstýri varð tilnevndur at vera formaður í Ráðnum fyri brekað. Har sat hann í fýra ár. Síðani 2004 hevur Jens verið limur í Fyribyrgingarráðnum. Tjørnuvíkingar eru óførir at varðveita Kingo sang traditiónina [...] politistur í Vágum, og síðani 1. mai í 1986 hevur hann arbeitt í Havnini. Hann hevur roynt seg á so at siga øllum økjum í politistaarbeiðnum. Eitt nú var hann eitt skifti í ferðslupatruljuni, og síðani fyrst
stólinum. Má siga, at eg eri rættiliga samdur við Finni Helmsdal um, at tað er sera sannlíkt, at ætlaðu broytingarnar hjá FSF í landskappingini fyri 2005 so við og við vilja hava tað við sær, at fremsta deildin [...] viðføra færri lið í fremstu deildunum. Tað merkir kortini ikki, at hetta er tað, hann eisini ynskir. Og satt at siga, so rokni eg neyvan við, at færri lið í fremstu deildini liggja fremst í huganum hjá ka [...] er tað so, at nøkur fynd er tí, sum Finnur og eg siga, ja, so eigur tann spurningurin at standa sína roynd, opið og erligt, á røttum stað. Hann eigur ikki at vera avgreiddur, um eg so má siga, í gjøgnum
Í røðuni sigur Jógvan við Keldu m.a., at samlaðu útreiðslurnar á figgjarlógini fyri næsta ár eru 3,2 mia. kr., og at játtanin til almanna- og heilsumál er 1,7 mia.kr. ella 53 prosent av samlaðu útreiðslunum [...] nakað galið. Veit Jógvan við Keldu veruliga ikki, at í hansara tíð sum samgongumaður á tingi, er talið av aðalstýrum vaksið úr seks upp í níggju og at játtanin til almennu umsitingina í sama tíðarskeiði [...] við vilja, at billa áhoyrarum og lesarum nakað inn, sum ikki hevur hald í veruleikanum? Jógvan við Keldu eigur eintøk av fíggjarlógunum og landskassaroknskapunum fyri hesi árini. Tað er bara at sláa upp
merkir við øðrum orðum, at í minsta føri eru 5 av 7 limum í stýrinum fyri Setrið ikki knýtt at ella tengd at sitandi politiska meiriluta. Tað ber soleiðis illa til at siga, at hettar er eitt politisk sett [...] - aftur og aftur - ja kanska fer tað at hepnast at fáa fólk at trúgva, at tað er tað, sum varð skrivað og ført fram. Tað, ið eg havi ført fram aftur og aftur er, at tilfeingisgjaldið má verða eftirmett [...] eisini havi ført fram er, at tað er neyðugt at finna røttu javnvágina og ikki gera sum Hermann heldur, at tað er møguligt at innkrevja nærum óendaligt í tilfeingisgjaldi, uttan at hettar fær neiliga ávirkan
Onglands í 2001. Tað var so, at eg hevði verið úti í heimi og fjakka, og ætlaði at ferðast enn meir. Tískil fór eg til London. Her ætlaði eg at vinna mær pening, soleiðis at hevði ráð at ferðast víðari, men eg [...] inngrógvið nú, at eg droymi á enskum. Hetta vitnar um, at tað fellir mær heilt natúrligt. Hvat dámar tær í Onglandi? Eg haldi at tað er heilt hvør sítt, at tosa um London og Ongland. Eg elski at búleikast [...] her, er tað púrasta hvør sítt at tosa um Ongland og London. Eg veit satt at siga ikki, hvat ið eyðkennur ensku mentanina, tí eg havi bara búleikast her í býnum. Eg haldi at mentanin í London er ein vavgreytur