Petur Simonsen
???????????????
Fara broytingarnar í landskappingini í 2005 at skunda undir miðsavnanina av fótbóltinum? Og verða tað bert 6 heldur enn 10 lið í fremstu deildini um nøkur ár?
Skuldi kanska ikki havt blandað meg upp í hetta málið um hvussu landskappingin í 2005 verður skipað. Avgerðin er jú longu tikin skilst, og harumframt so eri eg ikki politikari, men praktikari í føroyskum fótbólti. Men kanska er tað júst tær praktisku royndirnar, sum fáa meg úr stólinum.
Má siga, at eg eri rættiliga samdur við Finni Helmsdal um, at tað er sera sannlíkt, at ætlaðu broytingarnar hjá FSF í landskappingini fyri 2005 so við og við vilja hava tað við sær, at fremsta deildin endar við 8, ella helst 6 liðum. Stutt og greitt tí hvørki manpower ella kapitalgrundarlag verður til fleiri 1. deildarlið.
Men júst hetta, sum Finnur og eg eru samdir um verður úrslitið, um hildið verður fast við kappingarleistin hjá FSF í nøkur ár, er eisini orsøkin til, at vit eru púra ósamdir, um hann skal setast í verk ella ikki.
Sum eg lesi Bjarka Mohr, formann í kappingarnevnd FSF?s, so er hann ikki ósamdur við Finni um, at broytta kappingin væl kann viðføra færri lið í fremstu deildunum. Tað merkir kortini ikki, at hetta er tað, hann eisini ynskir. Og satt at siga, so rokni eg neyvan við, at færri lið í fremstu deildini liggja fremst í huganum hjá kappingarstjóranum og heimasandsmanninum.
Finnur vísur á, at smærru feløgini ikki fara at megna fyrisitingarligu og fíggjarligu avbjóðingina, og tí verður logiska loysnin størri eindir. Eg nevndi í fyrru greinini, at "vandin, við at trýsta so nógv á, er, at serliga teir meira tilkomnu leikararnir, familjumenninir og teir, sum hava størri avbjóðingar á arbeiðsmarknaðinum, velja heldur at gevast á hægsta stigi. Og spurningurin er, um føroyskur fótbóltur hevur ráð til at missa tað minsta vetið av ábyrgdarkenslu og rutinu".
Hesi bæði tilsamans gera tað meira sjálvsagt at miðsavna. Og so hendir júst tað, sum eg eri bangin fyri, men sum Finnur so staðiliga vónar, og sum hann hevur skrivað upp og niður um seinastu mongu árini ? færri lið í fremstu deildini.
Men tað er ikki serliga áhugavert hvat Finnur ella eg ynskja ella ikki ynskja. Tað, sum er áhugavert, er hvat feløgini halda og ynskja. Ynskja tey at smalka "fótbóltsføroyar" frá 10 til 6 lið í bestu deildini? Ynskja tey, sum eina natúrliga fylgju av hesum, at smalka um rekruteringina til fótbóltin kring landið? Ynskja tey at sleppa tí serstøðu fótbólturin hevur á flestu plássum í landinum? Stutt sagt, ynskja feløgini eina enn størri miðsavnan í føroyskum fótbólti?
Skal kanska siga beinanvegin, at halda feløgini og FSF, at logiska fylgjan av broytingini við tíðini ikki verður til færri lið og einar smalri "fótbóltsføroyar", so er best skjótast gjørligt at gloyma hetta innleggið.
Men er tað so, at nøkur fynd er tí, sum Finnur og eg siga, ja, so eigur tann spurningurin at standa sína roynd, opið og erligt, á røttum stað. Hann eigur ikki at vera avgreiddur, um eg so má siga, í gjøgnum eina fjalda dagsskrá undir skjólinum av einari broyttari landskapping. Slíkt stórmál hevur uppiborið eitt breitt og sakligt orðaskifti, grundað á øll viðkomandi viðurskifti.
Segði at byrja við, at eg var ikki politikar, men praktikari. Og eg vil leggja aftrat, at er tað nakað, vit praktikarar práta um, so er tað júst hetta: hvussu menna vit tann einstaka leikaran og føroyskan fótbólt sum heild.
Ikki tað, at praktikararnir eru á einum máli. Og eg havi higartil ikki hoyrt um nakra patent loysn, tá talan er um menning í fótbólti. Men lyklaorðini í hesum práti eru: eitt áhaldandi, miðvíst og dygdargott arbeiði í feløgunum og so tað, at hvør einstakur leikari fær tær avbjóðingar, sum eru hóskandi til førleikan ? bæði í gjøgnum venjing og dystir. So kappingin hevur eisini avgjørt týdning fyri hvussu fótbólturin her á landi mennist. Onki ivamál um tað.
Eisini er breið semja um, at kvantitetur er ein fyritreytin fyri kvaliteti. Tað verður ongin elita uttan eina ávísa breidd. Og smalka vit "fótbóltsføroyar", er vandi fyri, at vit tá sjálvi saga greinia av, sum vit sita á.
Ein tøkk til Bjarka Mohr fyri, at hann alment í greinini. Á gáttini til kappingarárið 2005 kemur við síni frágreiðing og nøkrum viðmerkingum til málið. Men eg fari at enda at loyva mær at tríva í okkurt av tí, sum Bjarki skrivar (skrivað við skákskrivt).
Bjarki sigur, "at talan er ikki um nakað nýtt mál. Fremstu venjarar og leikarar okkara hava tosað um júst hesar broytingar í fleiri ár". Kann vera, at við tað, at talan er um"fremstu venjarararnar", at eg eri so lítið vitandi. Men tað, sum eg kenni til, so hava nógvir ymiskir leistir verið nevndir. Leisturin við 3 umførum og uttan summarsteðg hevur ikki mær vitandi ligið ovastur.
Bjarki sigur "At feløgini eru til reiðar at taka ímóti hesum broytingum, kom týðiliga til sjóndar á árliga fundinum beint eftir kappingarlok. Tað varð, og er, mín greiða fatan, at flest allir, ið góvu sína áskoðan til kennar, vóru samdir um, at tað er neyðugt at fremja broytingar, skulu vit menna okkum leikliga framyvir". Trupulleikin við hesum er bara, at fundurin dró út, og at ein fittur partur av feløgunum var farin, tá málið bleiv lagt fram. At siga, at viðgerðin av hesum stórmálið var óvanliga stutt og ikki serliga djúptgangandi, er ikki ov nógv avgjørt. Ikki minst um hugsað verður um drúgvu viðgerðina, okkurt "minni" mál fekk.
Og tá Bjarki "seinastu tíðina, afturvendandi, hevur hoyrt útsagnir um, at ætlaðu broytingarnar, av landskappingini, skulu góðkennast av aðalfundinum hjá Fótbóltsambandi Føroya í februar 2005", kundi tað kanska títt uppá, at tað kortini ikki er so greitt, hvat er avtalað og ikki á fundinum í november.
"At tilrættisleggja kappingarskipanina, ? hava valdu nevndarlimirnir fulla ábyrgd av, og tilsvarandi heimild til at fremja í verki". Púra samdur, men tað er nú ein stórur fyrimunur, um avgerðirnar hava breiða undirtøku millum tey, tær viðkoma. Vónandi er tað eisini soleiðis í hesum føri. Men eg loyvi mær at ivast, ikki minst um Finnur hevur rætt í sínum spádómi um tey 6 liðini í fremst deildini.
Tá vil eg siga, at tað varð óklókt at "seta gerð aftan orðini". Tá er dekan ov seint at "staðfesta, hvørt vit eru á rættari leið, ella vit eru noyddir at saðla um".
Við elastikkinum er tað soleiðis, at longri tað verður spent út, jú "smalari" verður tað. ? Til eitt vist, so støkkur tað. So illa gongst neyvan, hóast toygda kappingin smalkar "fótbóltsføroyar". Men fyri at halda meg til eina venjaramálisku, so kann nýggi kappingarleisturin lætt gerast til eitt fram og tvey aftur fyri føroyskan fótbólt. Livst so spyrst.