Í røðuni sigur Jógvan við Keldu m.a., at samlaðu útreiðslurnar á figgjarlógini fyri næsta ár eru 3,2 mia. kr., og at játtanin til almanna- og heilsumál er 1,7 mia.kr. ella 53 prosent av samlaðu útreiðslunum. Men hetta er ikki heilt rætt. Í mínum eintaki av fíggjarlógaruppskotinum eru samlaðu útreiðslurnar ikki 3,2 mia. kr., men 3 mia. 631 mió. og 207 tús. kr. Játtanin til almanna- heilsumál er 1 mia. 727 mió. og 903 tús. kr.
Men tað, sum má falla einum fyri bróstið, eru orðini hjá Jógvan við Keldu, tá hann sigur, at vit hava ráð til tey veiku, men ikki til ov stóra og fløkta umsiting. Aftan á løgtingsvalið 30. apríl 1998, gjørdist Jógvan við Keldu partur av parlamentariska grundarlagnum hjá landsstýrinum og samgonguni, sum sat fram til løgtingsvalið 30. apríl 2002. Í hesum tíðarskeiðnum hækkaðu útreiðslurnar til almennu umsitingina úr 53,8 mió. kr. í 1998 upp í 105,5 mió. kr. í 2002.
Aftan á løgtingsvalið 30. apríl 2002 helt Jógvan við Keldu fram sum partur av parla-mentariska grundarlagnum hjá landsstýrinum og samgonguni. Taka vit so uppskotið til fíggjarlóg fyri 2003, og sammeta hetta við fíggjarlógina fyri ávikavist 1998 og 2002, so síggja vit, at í mun til 1998 er talið av aðalstýrum vaksið við 50 prosentum - úr seks upp í níggju - og uppskotna játtanin til almennu umsitingina í 2003 er 137,9 mió. kr. ella 32,4 mió. kr. hægri enn í 2002 og 84,1 mió. kr. hægri enn í 1998. Eg endurtaki - ein vøkstur í útreiðslunum til almenna umsiting á 84,1 mió. kr. eftir bara fimm árum, og ein vøkstur á 32,4 mió. kr. frá einum ári til annað.
Tá vit so hugsa um røðuna hjá Jógvani við Keldu í norðurlandahúsinum, sum er endurgivin í Norðlýsinum seinasta fríggjadag, so er nakað galið. Veit Jógvan við Keldu veruliga ikki, at í hansara tíð sum samgongumaður á tingi, er talið av aðalstýrum vaksið úr seks upp í níggju og at játtanin til almennu umsitingina í sama tíðarskeiði er hækkað úr 53,8 mió. kr. uppí 137,9 mió. kr.? Ella roynir Jógvan við Keldu við vilja, at billa áhoyrarum og lesarum nakað inn, sum ikki hevur hald í veruleikanum? Jógvan við Keldu eigur eintøk av fíggjarlógunum og landskassaroknskapunum fyri hesi árini. Tað er bara at sláa upp, so fær hann prógv fyri at eg havi rætt, tí í nevndu bókum standa hesi tølini við svørtum á hvítum.
Meirjáttanin til almennu umsitingina í 2003, í mun til 2002, á 32,4 mió. kr. minnir ótrúliga nógv um upphæddina, sum landskassin sambært lógini um fast samband um Leirvíksfjørð, skuldi seta í partafelagið Norðoyatunnilin í 2003. Men landskassin hevur ikki ráð at seta 32,5 mió. kr. í partafelagið Norðoyatunnilin í 2003. Við stuðli frá m.ø. Jógvani við Keldu, Jákupi Mikkelsen og Heina O. Heinesen verður upphæddin ístaðin játtað til størri almenna umsiting í Havn. Men hetta var ikki júst tað, sum teir góvu veljarunum lyfti um undan valinum.
Tí kunnu norðoyingar í gásaeygum ásanna orðini og siga: ?Jú, so roynast álitismenn.?